Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. mars 2014 · Nr. 33 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Góðu tit. Eg fari í dag at tosa eitt sindur um grenj, eitt sind­ ur um arbeiði og eitt sind­ur um veðrið. Í mínum starvi eri eg við til at forma eitt átak, sum eit­ ur “Vit velja Føroyar”. End­a­ mál­ið er við tíðini at broyta kjak­ið og retorikkin í Før­ oyum og um Før­oy­ar frá tí neg­a­tiv­a og nið­ur­brót­andi, sum vit eru von við, til at vera meira positivt. Grund­sjón­ar­ mið­ið er, at vit skulu tíma bet­ ur at búgva her. Og tá vit ikki baktala okk­um sjálv alla tíð­ ina, so fara vit at kunna draga fólk til okk­ara. Vit hava lætt við at gloyma, hvussu gott vit í grund­ini hava tað, og at okk­ara trup­ul­leik­ar ofta eru luks­us­trup­ul­leik­ar. Alt, sum er galið, kunnu vit gera okk­ urt við. Alt, und­an­tikið veðr­ ið, kunnu vit gera nakað við. Fyri nógvum árum síðani hoyrdi eg ein eldri mann siga, at “í Før­oy­um er veðrið al­tíð gott”. Eg havi neyvan ver­ið meira enn 14 ár tá, og eg minn­ist hetta enn. Eg helt tá, at tað var undarligt, ella at mað­ur­in kanska var blivin eitt sind­u­r heilavaskaður. Tað hugsaði eg tá. Men hvat nú, um tað pass­ ar? Hvat nú, um tað er ein or­søk til at veðrið er, sum tað er? Tað kann saktans vera ov lýtt um veturin og ov turt um summ­arið. Spyr bara tey, sum hava við seyð at gera. Alt hev­ ur eina meining.  Aftur til mítt arbeiði. Eg ar­ beiði við branding, og brand­ ing snýr seg um upp­fat­an – og uppfatan og virði fylgj­ ast. Um vit nú lærdu okk­um – bara til stuttleika – at síggja tær positivu síðurnar av hes­ um lort­a­veðr­i­num­, sum vit hava havt longur, enn eg minn­ist? Tað ger í øllum før­ um tað, at tað skal minni til, fyri at eg sigi: “Fínt veður í dag”. Og eg royki kanska eitt pink­u­lítið sindur minni, tí tað er ikki út farandi. Tvey posi­ tiv ting beint har. Veðrið í Føroyum eigur at vera hart. Tað er tað, sum ger okk­um so tolin og so treisk, sum vit eru. Um veðrið var mild­ari í Føroyum, so høvdu vit føroyingar verið eitt heilt ann­að fólkaslag. Nú skal eg ikki vera so frelst­ur, men hetta vísir, at um vit skifta sjónarhorn eitt sind­ur, so broytist uppfatanin til­svar­andi. Veðrið er nett tað sama, men vit eru glaðari fyri tað. Snilt, snilt. Einki glansbílæt Men at síggja møguleikarnar og tær góðu síðurnar merkir tó ikki, at vit skulu seta kik­ aran fyri blinda eygað. Tað er ikki tað, sum er meiningin. Tað snýr seg ikki um at mála glans­bíløt ella at káva útyvir. Tað hava vit fólk til. Tað, sum hetta merkir, er, at vit halda, at her er nakað, sum er vert at byggja á. At vit vilja flyta ting, og at vit vilja gera tað betri. Tí vit kunnu skjótt vera samd um, at tingini eru ikki per­fekt. Øll hava tað ikki gott, øll vera ikki vird og tær ymsu skipanirnar her í sam­fel­ag­ num virka ikki altíð nóg væl. Her er pláss til bata.  At man kann staðfesta, at alt er ikki, sum tað eigur, er eitt. Men avgerandi mun­ur­ in er, hvat vit gera við hesa vit­an­ina. Brúka vit hana til at byggja upp við ella til at bróta niður við? Skal hend­ an vit­anin vera ein sjálv­upp­ fyll­andi profeti, ella skal hon brúk­ast sum ein krav­festing ella ein ætlan fyri fram­tíð­ ina?  Grenj er ikki bara grenj Sum eg síggi tað, kann grenj být­ast upp í tvey sløg. Tað fyrsta slagið ljóðar so­ leið­is: Typiskt føroyskt. Altíð eru føroyingar so og so.  Tað er nakað undarligt nak­að. Føroyingar umtala ofta seg sjálvar í 3. persóni – og har gjørdi eg tað aftur. Før­ oy­ing­ar “teir”. Føroyingar teir. Sum um vit standa uttanfyri og eyg­leiða. Føroyingar eru ikki nøkur onnur fólk! Før­ oy­ing­ar­, tað eru vit. Annars taka vit frástøðu frá okkum sjálv­um. Tað svarar til at eg skal royna at broyta upp á norð­menn ella svenskarar. Ella dansk­arar, og tað ber jú ikki til. Hetta slagið av grenji flyt­ ur einki og sannførir ongan. Jú, tað styrkir tey, sum hava trúnna frammanundan, og dýp­ir skotgrøvirnar. Men eingi hjørtu verða vunnin, og eing­in kemur við. Tey, sum borð­reiða við hesum slagi av kri­t­ikki, eru dulnevnd huldu­ fólk í lesarabrøvum, snott­for­ kel­að­ir væl­ferð­ar­nar­ko­man­ ar og kanska okk­urt hiss­ini punk­ork­est­ur. Men punk­ork­ estr­ið hev­ur und­an­taks­loyvi, tí punkorkestur skulu ikki spæla eftir reglunum. Hitt slagið av grenji hevur ein heilt annan karakter. Hetta er so nógv øðrvísi, at tað kann ikki eingang kall­ast grenj. Hetta er, tá vit standa mitt í rokanum og siga: “Her er okkurt galið. Kom­ið og gerið okkurt við tað!” Tað ber væl til. Hygg bara at hug­ burðs­broyt­ing­ini við­víð­k­andi okk­ara brøðrum og systr­um, sum hava eina aðra kyns­liga sann­føring enn vit flestu. Tey hava fatur á rætta end­a­num. Tey siga ikki tit ella teir. Tey siga vit. Her eygleiða vit ikki onkran annan stríða sítt stríð, men vit taka lut og stríð­ast við teimum. Og sjálv­andi er tað fyri teirra skuld, at vit taka lut. Men ikki bara. Tað er minst líka nógv fyri okk­ ara egnu skuld, at vit stuðla teimum. Eitt forpoppað sitat úr bíbl­ iuni er, at tann, man elsk­ar, tyktar man. Og so­leið­is havi eg tað við hesum sam­fel­ag­num. Eg kann sakt­ans kritisera og brúka munn. Men ikki tí, at alt er skræpa. Men tí at ting eru til at broyta. Tí Føroyar eru eitt felags prosjekt. Og ting flyta seg skjótari, enn vit halda. Føroyar eru ung­ ar og enn í gerð. Sum dømi kann eg minna á, at stýris­ skip­anin­ar­lógin­, sum øll okk­ ara politiska skipan ar­beið­ir undir, er yngri enn eg. Okk­ ara politiska skipan er fakt­ iskt bara helvtina so gom­ul sum eg. Og eg eri røtt­u­megin fjøruti. So er tað ikki und­ ar­ligt, at tað onk­un­tíð kann tykjast sum ein barn­a­garður, ella at evnini, sum verða viðgjørd, ikki hóska í tign til eitt ting. Tí enn eru sið­venj­ur­ nar ikki komn­ar upp á pláss. Tingini eru als ikki so inn­ grógvin og nið­ur­bund­in, sum vit onkuntíð halda tey vera. Vit eru heppin at hava árs­ tíð­ir, sigur frúan. Her er mun­ ur á summari, vetri, heysti og vári. Og várið er tað, sum vit há­tíð­ar­halda í dag. Ein nýggj byrj­an, ein endurføðing. Og í hesum frá­flyt­ingar­ tíð­um er tað áhugavert at tjóð­fugl­ur okkara er ein flyti­fugl­ur, sum fer til heitari lond, so skjótt sum tað verður kald­ari enn fimm stig. Er tað har, vit eru? Ókey, tjøldur, nú verð­ur tað lekkurt aftur, nú kunnu tit koma. Akkurát sum útisetarnir, sum vit við­ hvørt tykjast at skula lefla fyri. Kom heim, so skulu vit gera tað líka lekkurt sum í Dan­mark. Tvætl og vrøvl. Slepp­ið tykkum heim og ger­ ið tykkara part. Vit hava brúk fyri tykkara kreftum, orku og hugskotum. Tað er her, tit gera mun.  Føroyska várið  Benj­amin Franklin eigur orð­ ini “einki her í verð er fyri vist, undantikið deyðin og skatt­ur”. Tó er eitt afturat. Tí líka mikið, hvussu langur, vát­ur og kaldur veturin er, so kemur várið. Seinasta hós­dag, í einum húsi her í grann­a­lagnum, eydnaðist tað monn­um at útseta várið. Og eg und­ir­striki orðið útseta. Tí tað er ikki steðgað, tað er bara útsett. Tí tað er vist, at før­oyska várið kemur.  Og gandaárið 2015 er beint har í havsbrúnni. Og í 2015 kunnu vit telja, at vit hava havt 7 moðin ár. Og vit kenna ram­s­una­. Eftir 7 moðin ár koma 7 feit ár. Vit hava evnini, amboðini og møg­uleikan ­at broyta tað, sum vit halda skal broytast. Tey, sum vit hava valt at be­ stemma okkara vegna, eru til at fáa fatur á. Og leggið til merk­is, tey bestemma vegna okk­um, ikki fyri okkum. Har er stórur munur á. Hesi fólk­ ini hava meyladressur, tey standa í telefonbókini, og kanska standa nøkur teirra mill­um ­okkum her í dag. Vit hava allar møguleikar at fylkj­ast, og vit sleppa øll fram at mikrofonini, um vit vilja.  Okkara samfelag broytist til tað betra, skjótari enn vit geva okkum far um. Tað er okk­ara uppgáva at kritisera kon­struk­tivt og virka fyri at fremja tær broytingarnar, sum vit vilja hava framdar. Taka vit sakina í egnar hend­ ur, so seta vit sjálv ferðina. Vit hava onga grund til at bíða eftir, at onkur ger tað fyri okkum. Várið kemur, um vit vilja tað ella ei, og vit gera sjálv av, hvat vit halda um veðr­ið. Og við hesum orðunum vil eg kunngera, at føroyska vár­ ið byrjar … nú! Niels Arge Galán Eg velji Føroyar ella Tykta tann, tú elskar Grækarismessurøða hjá Niels Arge Galán á Vaglinum í Havn 16. mars 2014 B umsóknir Vísandi til reglugerð fyri tillutan, umsiting og striking av økisnøvnum á landaøkinum .fo á internetinum, verður við hesum kunngjørdur listin við B-umsóknum smb. gr. 5. Økisnavn Á bíðilista til PRINTDEAL.fo 2014-03-19 2do.fo 2014-03-19 design.fo 2014-03-20 isolveit.fo 2014-03-21 yami-yami.fo 2014-03-21 skjaldborg.fo 2014-03-22 cv.fo 2014-03-22 CYLINDER.fo 2014-03-22 tis.fo 2014-03-22 ibyin.fo 2014-03-23 dimsar.fo 2014-03-24 y2014.fo 2014-03-25 probana.fo 2014-03-26 eli.fo 2014-03-27 nordan.fo 2014-03-27 cover.fo 2014-03-27 press.fo 2014-03-28 tannlaekni.fo 2014-03-29 moment.fo 2014-03-29 tannlaeknin.fo 2014-03-29 Djoravinir.fo 2014-03-31 video.fo 2014-04-01 food.fo 2014-04-01 med.fo 2014-04-02 kissfm.fo 2014-04-02 siglarar.fo 2014-04-03 Amka.fo 2014-04-04 newz.fo 2014-04-06 diva.fo 2014-04-07 vs.fo 2014-04-09 hamarin.fo 2014-04-11 selfie.fo 2014-04-11 poulina.fo 2014-04-11 d-day.fo 2014-04-13 skorheim.fo 2014-04-14 metakognitiv.fo 2014-04-16 fgf.fo 2014-04-17 FO-umsitingin Hoydalsvegur 19 Postboks 1255 110 Tórshavn tlf. 32 24 00 fax 32 24 01 t-postur: nic@nic.fo heimasíða: www.nic.fo Sí reglugerðina á www.nic.fo. Niels Arge Galán helt grækarismessurøðuna á Vaglinum sunnudagin