týsdagur 18. mars 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hansina Berg
Eg má beinan vegin siga, eg
eri ikki í tí kórinum, sum
niðurgerð heimahjálpirnar,
sjúkrasystrarnar og leiðsl-
una.
Eg var á einum fundi í
Miðlahúsinum. Eg var skelk
að eftir fundin. Eg helt, at
tað var farið illa við heima
røktini. Eg fekk eitt pappír
upp í hondina, har eg skuldi
tekna meg sum lim í einum
felag. Tá eg fann út av, hvat
hetta felagið var fyri nakað,
so slapp eg mær burturúr fe
lagnum.
Eg havi sjálv verið heima
hjálp í fleiri ár, men eg minn
ist ikki, at nakað hevur ver
ið so grelt, sum tað er nú.
Tað sigur seg sjálvt, at tað
onkuntíð hevur verið strævið
og kanska eitt sindur illsligt.
Men nú haldi eg tað fer heilt
av sporinum.
Eg fekk heimahjálp, tí at
maður mín er illa invalider
aður. Hann kann einki. Eg
royndi sum longst sjálv, til
eg sjálv fór í senk. Also eg
kláraði ikki at passa hann.
Heimahjálpirnar
ganga
nú nógvar ferðir um dagin,
tað verður skift nógv uppá
fólkið, men tær koma við
einum smíli, sjálvt um tær
hava verið nógva staðir, áðr
enn tær koma heim til okk
ara. Minnist til! Tær skulu
stilla seg um, hvørja ferð tær
fara frá húsum til hús. Bara
tað er ein kunstur.
Maður mín spyr meg, nær
heimahjálpirnar koma. Og
tær eru góðar við hann, og
hann við tær.
So tá man hoyrir, at eitt
felag er sett á stovn fyri at
knúsa heimahjálpirnar, so
ljóðar tað sera ódámligt. Tað
mega vera aðrir mátar at
loysa trupulleikarnar á. Far
ið altíð til kelduna sjálva - í
hesum førinum heimarøkt
ina.
Setið tykkum niður andlit
til andlits, tá skal tað verða
løgið, um tit ikki fáa okkurt
burtur úr. Brúkið vit og skil -
ikki illsinni og briksl. Trúgvið
mær, tá kemur okkurt gott
burtur úr. Báðir partar hava
onkra skyld.
Heimahjálpin
ger
eitt
gott arbeiði. Man finnur al
tíð klintu ímillum hveiti, og
tann eina klintan kann spilla
nógv.
Ynski tykkum alt tað
besta, heimarøktin.
Og til tey, sum eru ónøgd:
Farið beint til kelduna - and
lit til andlits.
Heilsan ein vælnøgdur
brúkari.
Mikudagur 19. mars 2014 · Nr. 33
Ein tøkk til
heimahjálpirnar