týsdagur 18. mars 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 19. mars 2014 · Nr. 33
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takka vit okkara børnum,
svigarbørnum, ommu- og abbabørnum,
familju, vinum og øllum, sum á annan
hátt gjørdu okkara gullbrúdleypsdag
15-02-2014 ógloymandi.
Hettar verður ein dagur sum vit við
gleði minnast aftur á. Stóra takk øll
somul.
Heilsan
Erla og Julian
Tøkk
Vit vilja takka tykkum mongu, sum
vóru við at gera okkara brúdleypsdag
so góðan og minniligan. Tøkk til
tykkum, sum hjálptu okkum á ymiskan
hátt.
Gunnar og Halla
merkisdagar
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 21. mars hava hjúnini Anna og Óli Steinberg
Klaksvík verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin saman við
børnunum.
Brúdleyp
Leygardagin 5. juli 2014 kl. 13 giftast í Ebenezer: Randi Ketty
Joensen, Hvannasund og Nikkil Heinesen, Tórshavn. Veitslan
verður í bygdarhúsinum í Hósvík kl. 19. Tey, ið ynskja at koma
til veitsluna, vinarliga sigið frá á 512433:Randi, 509293:Nikkil
ella t-post: rn050714@gmail.com. Seinast 9. Juni. Vit hava valt
at seta aldursmark á 14 ár.
Brúdleyp
Leygardagin 17. mai, giftast, Sólgerð á Kinn og Finnbjørn Vang,
Klaksvík. Vígslan verður í Christianskirkjuni kl.14. Veitslan
verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl.19, har øll eru vælkomin.
Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, eru vælkomin
at siga frá, innan 10. mai, á tlf. 226980 Sólgerð, ella tlf. 751422
Finnbjørn.
Gullbrúdleyp:
Tann 11. apríl hava Bergtóra og Harry Danielsen Saltangará,
verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 12. apríl frá
kl. 16.00 í Sjókafeini í Runavík. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
17. mars hava Jenny og Eivind Bech, Lopra, verið gift í 50 ár.
Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar í
Siglugøtu 1 frá kl. 14.
70 ára føðingardagur.
Leygardagin 29. mars halda tvíburðarnir Bjarni og Páll
Skorastein 70 ára føðingardag. Dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í Leirvík frá 1700 til 2200. Øll hjartaliga
vælkomin.
80 ára føðingardagur
Mikudagin 2. apríl fyllir Nancy Rasmussen, Lamba,
80 ára. Dagurin verður hildin í Elim í Søldarfirði frá kl.
17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin!