Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. mars 2014 · Nr. 33 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur sama dysti FSF fer væntandi seinni í hesum árinum at royna nýggju skipanina við fimm dómarum. Umframt dómaran og vanligu tveir hjálpardómararnar verða tveir eyka hjálpardómarar at síggja aftanfyri mállinjurnar Pætur Albinus Royndirnar við at nýta fimm dómarar til ein fótbóltsdyst – tá ið ein hjálpardómari er aftan­fyri hvørja mállinju, vanliga nevnt eyka hjálpar­ dóm­ari og stytt EHD - røkka nú til Føroya. FSF hevur nevniliga ætlanir um at royna skipanina við fimm dóm­arum í fyrru hálv­final­ unum í kappingini um Løg­ mans­steypið. Um ætlanin heldur, verður hetta hin 21. mei. Royndir við hesi skipanini hava kastað ógvuliga góð úrs­lit av sær uttanlands, og gerst henda skipanin alt meiri viðurkend kring heim­in. Avbjóðingarnar eru tó nógvar og kostnaðurin høgur, men tað tykist sum FSF metir tað vera vert eina roynd. Forsetin átti hugskotið Hugskotið um at hava eyka hjálpardómarar, sum vit eina­mest kenna tað frá eitt nú Champions League, kom frá ongum øðrum enn UEFA- for­setanum og fyrrverandi stjørnuleikaranum, Michel Platini. Hetta var í 2007. Árið eftir varð henda skipanin á fyrsta sinni roynd í U19- kapp­ing, og vístu royndirnar seg at vera somikið góðar, at UEFA ynskti at royna skipanina við eyka hjálpar­ dómarum í størri kapp­ ingum. Hetta hendi so árið eftir, nevniliga í Europa League kapp­ingarárið 2008/09. Dóm­arar og eygleiðarar skuldu síðani geva boð aftur til UEFA um fyrimunir og vans­ar við nýggju skipanini. Eftir­metingin vísti, at tað vóru fleiri fyrimunir. Eitt nú tað, at dómarin kann hug­savna seg um eitt stað, meðan EHD kann hug­savna seg um annað stað í 16-metr­ inum. Eisini varð tað mett sum ein fyrimunur, at dóm­ ar­arnir hava fleiri vinklar á hendingina at taka støðu til, tí at tað stundum er trupult at taka støðu hjá dómar­ anum tá ið ferðin er nógv og alt gongur so skjótt fyri seg – í slíkari støðu varð mett, at aðrir vinklar til støðuna vóru til fyrimuns. Enn ein dómari Michel Platini var til staðar tá ið skipanin við eyka hjálpar­dómarum varð roynd á fyrsta sinni, og fekk hann eis­ini høvið at lurta við í sam­skiftisanlegginum hjá dóm­arnunum. Í sambandi við royndirnar gjørdi hann greitt, at málið ikki var at fáa fleiri dómarar at døma dystin. – Málið er at hava ein dóm­ara við fleiri eygum, segði hann og helt fram: – Vit ynskja ikki at broyta andan í fótbóltinum og ynska ikki tveir ella tríggjar dóm­arar. Nógvir fyrimunir Fyrrverandi altjóða dómari føroyinga, Lassin Isaksen, sum nú starvast sum før­ oysk­ur dómaraleiðari og eyg­leiðari, var ein av teim­ um 45 útnevndu eyg­leið­ar­ unum, sum skuldu eftir­meta skipanina við eyka hjálpar­ dóm­arum. Hann metir somu­ leiðis nógvar fyrimunur vera við teimum báðum eyka hjálpar­dómarunum. – Støður síggjast frá fleiri vinklum. Dómarin kann hava fokus á eitt stað í 16-metr­ inum og EHD á einum øðrum stað, t.d. við deyðbóltsstøður so sum horna ella fríspørk, har bólturin verður spark­ aður inn í 16-meturin. Eisini tá ið meting skal gerast um tað er brotsspark ella ikki, sigur Lassin Isaksen og vísir somuleiðis á, at hjálpar­ dómarar í Royna fimm Hjálpardómari eykadómari eykadómari fjórði dómari Hjálpardómari dómari