týsdagur 18. mars 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 19. mars 2014 · Nr. 33
ítróttur
fótbóltur
dómarin – tað, sum millum
manna vanliga verður nevnt
linjuverjin – kann hava meiri
fokus á rangstøðumetingar.
Í hesum sambandi kann
nevnast, at kanningar eftir
EM-endaspælið
fyrraárið
vístu, at skeivt mettar rang
støður vóru minkaðar niður
í næstan einki.
Samskiftistøkni
Seinnu árini hava samskiftis
tól verið nýtt í samstarvinum
millum
dómara,
hjálpar
dómara og 4. dómara. Hetta
verður eisini nýtt í Effo
deildini. Samskiftistólini eru
alt avgerandi fyri at skipanin
við eyka hjálpardómarum
skal rigga.
– Teir samskifta einans
við dómaran umvegis sam
skiftistól og kunnu ikki
geva nøkur tekin. Tað kann
tykjast
ørkymlandi
fyri
áskoðarar og leikarar, tí tað
sær út til at teir ikki gera
nakað til nyttu, sigur Lassin,
sum tó vissar:
– Men so er ikki, tí teir
boða frá við at tosa við dóm
aran. Teir kunnu ikki koma
inn á vøllin, men flyta seg
bara
framvið
mállinjuni.
Um samskiftistólið verður
óvirkið
vegna
tekniskt
brek, so hava EHD ein pinn,
ið minnir um eitt hjálpar
dómaraflagg uttan sjálva
flaggið, sum teir kunnu geva
boð til dómaran við, greiðir
Lassin frá.
Krevur nógv
Sum greitt varð frá á úr
mælingaskeiði hjá føroysku
fótbóltsdómarunum undan
farna
vikuskiftið,
so
er
ætlanin at royna hesa skipan
í Føroyum. Tað verður ein
avbjóðing,
metir
Lassin
Isaksen.
– Tað krevur nógv fólk
at fáa tveir dómarar aftur
at til hvønn dyst. Fyri stutt
um byrjaðu vit at brúka 4.
dómara, og tað er ein avbjóð
ing viðhvørt at hava nokk
av teimum. Tað kostar eisini
pengar, bæði til at keypa
samskiftisútgerð, ella meiri
tað at útbyggja verandi
útgerði, men so eisini til
at samsýna dómarunum.
Spurningurin er, um vit
hava fíggjarliga orku til eyka
hjálpardómarar, sigur Lassin
og heldur fram:
– Av tí at hetta krevur
fólk og pengar, skulu vit ikki
vænta at EHD verða at síggja
til allar dystir í Effodeildini í
framtíðini, men tó møguliga
til nakrar serligar dystir um
eftirmetingin av royndini
verður jalig. UEFA kann
møguliga stuðla við peningi
um vit í minsta lagi hava
EHD til ein dyst í Effodeildini
hvørt umfar, so hvat tað
verður til í framtíðini er alt
ov tíðliga at siga nakað um
enn, sigur Lassin Isaksen at
enda.
albinus@sosialurin.fo
Lassin Isaksen, føroyskur
dómaraleiðari og eygleiðari
Skyldur eyka
hjálpardómarans:
■ Hjálpa dómaranum at leiða dystin tá brot
verða framd, har EHD hava betri sýni enn
dómarin -serliga í brotssparksteiginum (16m).
■ tá óreiðiligur atburður fer fram
uttanfyri sjónarhorn dómarans.
■ um málmaðurin fer av mállinjuni,
og um bólturin fer um linjuna,
tá brotsspark verður tikið.
■ nær allur bólturin er farin um mállinjuna.
Søgugongdin:
2007: Michel Platini leggur hugskotið fram
2008: Fyrstu royndirnar verða
gjørdar í U19-kapping
2009: Verður roynt í Europa League
2011: Verður roynt í Champions
League og EM-undankapping
2012: Verður roynt innanlands í Brasilia,
Fraklandi, Italia, Marokko og Qatar
2012: International Football Association
Board samtykkir skipanina
2014: FSF leggur ætlanir um at royna skipanina
– Eyka hjálpardómararnir boða frá við at
tosa við dómaran. Teir kunnu ikki koma
inn á vøllin, men flyta seg bara framvið
mállinjuni, sigur Lassin Iasaksen