hósdagur 20. mars 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Tórbjørn Jacobsen
Tíðargrtein síða 15
Bøn
hoyrt afr
ikanskt
hússetur
Annika Sølvará
Eygamálið síða 14
Tað
er hatta
slagið...
Tað vóru ikki sørt ófrattakendar
útsøgnir, sum Johan Dahl, lands
stýrismaður kom við í útvarpinum
mikudagin, tá hann bar fram sína
hugsan um lógina um alment inn
lit.
Og tá hann sigur, at hansara
embætisfólk ikki fáa arbeitt, tí tey
skulu avgreiða umbønir um alment
innlit, so hevur landsstýrismaðurin
fullkomiliga misskilt sína uppgávu.
Tí tað er teirra arbeiði at avgreiða
umbønir um alment innlit.
Ein landsstýrismaður – eins og
allir politikarar – er í fólksins tæn
astu. Teir eru ikki fólksins harrar, og
ein landsstýrismaður »eigur« ikki
sína ráðharrastovu. Hann er okkara
umboð, okkara tænari, og hann skal
tæna okkum. Borgarin skal vita,
hvat hann tekst við. Ikki kenna alt
í smálutir, men verður spurt, so skal
landsstýrismaðurin svara. Tað er
soleiðis okkara fólkaræði virkar
Tað eigur ikki at vera ein trupul
leiki, at almenningurin veit, hvat ein
landsstýrismaður tekst við. Tað er
ikki ein spurningur, um fjølmiðlar
skulu fáa upplýsingar, tí hendan
rættin eiga allir borgarar.
Vit kunnu tí av røttum spyrja,
hvørji motiv ein politikari hevur,
sum vil dylja upplýsingar fyri al
mennninginum.
Vit kunnu tí ikki annað, enn geva
Øssuri Winthereig úr Føroyskum
Fjølmiðlafólkum rætt, tá hann segði
við Rás2, at:
»Opinleiki og gjøgnumskygni
eru tveir av hornasteinunum í fólk
aræðinum. Og at avmarka opinleika
og gjøgnumskygni, er at avmarka
talu- og skrivifrælsi.«
Felagið hjá fjølmiðlafólkum hevur
alment átalað landsstýrismannin
og sigur, at hetta er eitt álvarsligt
álop á fólkaræðið
Felagið heldur tí, at løgmaður í
stundini eigur at krevja, at lands
stýrismaðurin tekur orðini í seg
aftur og staðfestir, at landsstýrið
ongar slíkar ætlanir hevur, stendur
millum annað at lesa í skrivinum.
Og vit kunnu á hesum stað bera
gera teirra orð til okkara. Tí um so
er, at landssstýrið hevur slíkar ætl
anir, nú Løgmansskrivstovan er far
in at hyggja upp á lógina um alment
innlit, so er tað eitt afturstig.
Lógin um alment innlit er eitt
gott og neyðugt amboð, bæði hjá
fjølmiðlum og hjá borgarunum.
Heldur enn at skerja hana, so átti
hon at verið víðkað enn meira.
Fyrsta stigið kundi verið, at Jo
han Dahl við kunngerð gjørdi av, at
øll tey almennu partafeløgini undir
Vinnumálaráðnum vórðu fevnd av
lógini. Taá hevði Johand Dahl dugn
að fólkaræðinum.
Johan er í fólksins tænastu
Høgni Hoydal
Í oddagrein mikudagin 19.
mars 2014, viðgera tit avtal
una í samgonguni um, at
onki samgongufólk skuldi
atkvøða fyri málinum um
borgarliga vígslu á tingi.
Av mær ókendum or
søkum, so er ein mynd av
undirritaða sett saman við
eini mynd av løgmanni. Og
í tekstinum verður enntá
sagt, at eg skal hava gjørt
eina líknandi avtalu við Mið
flokkin í sambandi við málið
um 266B.
Rokni við, at oddagrein
askrivarin veit - um minnið
verður granskað - at hetta
er skeivt og íspunnið. Og at
hetta er ein rættiliga grov
villa at leggja fram alment.
1. Undirritaði hevur ong
antíð gjørt nakra avtalu við
Miðflokkin um 266B. Hin
vegin vóru tað tjóðveldisfólk,
sum í tveimum førum løgdu
málið um 266B fram, har tað
seinnu ferð varð samtykt. Eg
havi sum formaður í flokk
inum í øllum hesum før
um stuðlað, at málini hava
verið løgd fram og havi at
kvøtt fyri. Og eg havi staðið
rimmarfast um, at tingfólk
hava rætt og skulu verjast í
at atkvøða eftir síni sannfør
ing. Tað hevur eisini elvt til
mikið stríð - og til, at næst
formaðurin flokkinum tók
seg úr flokkinum.
2. Tað hevur eisini verið
ført fram alment, at Tjóð
veldisflokkurin og Javnaðar
flokkurin skuldu hava gjørt
eina líknandi avtalu um at
binda tingfólk í CHE-sam
gonguni. Tað er heldur ikki
rætt. Jóannes Eidesgaard
var løgmaður tá, og tit kunnu
sjálvandi fáa tað váttað frá
honum.
Undir samgongusamráð
ingunum tá vóru bæði mál
um rættindi hjá samkyndum
og um fosturtøku frammi -
har m. a. Miðflokkurin vildi
herða fosturtøkulóggávuna.
Flokkarnir staðfestu, at tað
fór ikki í eini slíkari samgongu
at vera gjørligt at fáa semju
um at leggja uppskot fram
vegna samgonguna um hesi
mál.
Men tað var gjørt fult
komiliga greitt, at tingfólk
stóðu frítt at atkvøða fyri
uppskotum,
sum
onnur
løgdu fram í tinginum. Og
tað er ongantíð og verður
ikki vikið frá tí í Tjóðveldi.
Sostatt er tað skeivt og
ógrundað, at tit nú seta meg
við mynd og teksti at hava
gjørt tað sama sum Kaj Leo
Johannesen.
Á hesum grundarlagi fari
eg vinarliga at biðja tykk
um rætta hesar skeivu upp
lýsingar - og eftir mínum
tykki sera órættvísu viðgerð
av mínum persóni - á einum
eins sjónligum stað og skeiva
viðgerðin av mínum persóni
og avgerðir hjá Tjóðveldi
vórðu settar fram.
Bestu kvøður
Ongantíð gjørt avtalu
við Miðflokkin um 266b
Hava vit sagt ósætt um
Høgna Hoydal og avtalu við
Miðflokkin um etisk virði,
so hava vit – so segði hann
– logið, sum logið er fyri
okkum. Undir yvirskrifti
»Klokkuklár avtala« segði
Jenis av Rana við Sosialin 7.
februar í 2008 soleiðis, sum
endurgivið er niðanfyri:
»Jenis av Rana, formaður
Miðfloksins, tvíheldur um,
at teir tríggir flokkarnir í
samgonguni høvdu eina
klokkuklára avtalu um et
isku málini.
– Hetta var fremsta
treytin fyri, at vit yvirhøv
ur fóru undir samráðingar
við Tjóðveldi og Javnað
arflokkin. Tað gjørdu vit
greitt longu á fyrsta fund
inum fríggjakvøldið.
Jenis av Rana sigur, at
atkvøður ein samgongulim
ur móti avtaluni, so er talan
um avtalubrot.
Spurdur um samgongan
eisini kann binda tinglimir,
sum ikki vóru við til sam
gongusamráðingarnar,
sigur Jenis av Rana, at av
talan var púra greið: Etisku
málini skulu liggja hesi fýra
árini.
– Ger ein tinglimur ímóti
hesum, so hevur flokkurin
ein innanhýsis trupulleika,
sum avgjørt órógvar sam
starvið í samgonguni, sigur
formaður Miðfloksins.«
Men hetta, sum Jenis av
Rana er lygn, um tað sum
Høgni Hoydal sigur, er sætt.
Men viðhvørt er trupult at
skyna mun á sannleikanum
og lygnini – í øllum førum í
politikki...
Jenis hevði eina
avtalu við Høgna
Politikarar eru ikki harrar
– teir eru í fólksins tænastu!