Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2014síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Leo Poulsen Talan er um eitt øgiliga stórt øki. – Hetta er ein stórur dag­ ur fyri okkum, og talan hevur verið um eina drúgva til­gongd. Men at Føroyar eru vorð­nar so nógv størri i dag er ógvu­liga gleðiligt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løg­maður. Føroyar hava fingið hundr­að prosent viðhald í krav­inum um eitt 88.000 fer­ kilo­metrar stórt øki norðan fyri 200 fjórðinga markið. – Tað merkir, at tað verður ótrúliga spennandi, hvussu verður við næsta kravinum, um vit kunnu fáa hundrað prosent viðhald í tí eisini, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann sigur, at tað kunnu liggja veldug ráevni í tí undir­ grund, vit nú hava fingið. – Tað vekir eisini ans utt­ an­lands, at vit hava fingið hetta ígjøgnum, og sum tað var greitt so væl frá her í morgun, tá í 2004-05, tá vistu vit ikki um vit fingu nakað, sigur Kaj Leo Johannesen. Men við góðum fólkum á uppgávuni hevur tað eydn­ ast. – Saman við dønum hevur tað eydnast at fáa fatur á stóra økinum, so hetta er ein stór hending og ein stórur dagur. Helst ein tann størsti, tá tað kemur til uttanríkis viðurskifti, sigur løgmaður. Føroyar fáa kortinibert ein triðing, ella 27.000 fer­ kilo­metrar av 88.000 fer­kilo­ metrar stóra økinum. – Munurin er, at vit einki fingu. Tað var frá at fáa einki og til at fáa hundrað pro­sent, og tað verður mett av ser­ frøðingunum at verða eitt ógvuliga gott úrslit. Og ikki bert av føroysku ser­frøð­ing­ unum, men eisini út­lendskum, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann sigur, at tað sjálv­ andi altíð hevði verið áhuga­ vert at fingið ein størri part, men hetta var so tað. Hvat hendir sunnan fyri Men hvat kunnu Føroyar so brúka hettab økið til, at vit nú hava fingið? – Olju. Gass. Alt, sum er á hav­botninum í í undir­grund­ ini. So tú kanst siga tað, at tað er ikki nakað, ið hendir í morgin, men vit hoyra frá Noreg, at teir fara longur og longur norður eftir at finna olju og gass, samstundis sum tosað verður um arktiskt øki, hvat kann goyma seg har, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann heldur, at møgu­leik­ arnir eru nógvir, men at tað eisini krevur eina ávísa tøkni, at koma niður har. – Tað er upp til framtíðar tøkni, tað er ein partur, og so sjálvandi dirvi til at royna at kanna slík øki, sigur løg­ maður. Men tað er ikki bara eitt krav norðan fyri, vit hava eisini eitt krav sunnan fyri rundan um Rock All, og at vit fingu viðhald í kravinum norðan fyri gevur góðar vón­ ir sunnan fyri. – Ja, avgjørt. Vit kunnu brúka royndirnar, sum vit hava gjørt okkum í hesum arbeiðinum, sunnan fyri. Nú fara vit so eftir einum øki, sum er nógva størri, og fáa vit viðhald enn einaferð, so staðfestir tað bara, at hóast Føroyar eru eitt lítið land, eru vit stórir, tá tað kemur til landgrunn, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann sigur, at tað í dag verður hildið, at økið sunnan fyri er meira áhugavert enn norðan fyri. – Við teirri tøkni, vit hava í dag er tað so. Men eingin veit, hvat kann henda, tá tøknin verður meira framkomin. Men tað er púra rætt. Í dag er økið sunnan fyri nógv meira áhugavert enn norðan fyri, sigur Kaj Leo Hom Jo­ hannesen, løgmaður. Ein stórur dagur fyri Føroyar Nú er staðfest, at Føroyar hava fingið fulan rætt til eitt 88.000 ferkilometra stórt øki norðan fyri 200 fjórðinga øki, sum var samtykt við hundrað prosent semju Leo Poulsen Talan hevur kortini ikki ver­ið um nakra einkla og lætta loysn. – Hon hevur verið drúgv, hon hevur verið avbjóðandi, men hon hevur eydnast væl. Og fremsta orsøkin til tað er, at vit hava havt ein framúr gott samstarv í nevndini, at tað hevur eydnast okkum at koma fram til hesa avgerð at fáa alt tað øki, vit høvdu gjørt krav upp á, sigur Bjørn Kun­oy. Arbeiðið byrjaði i 2003 við at innsavna data sum kundi próvføra, at økið er eitt náttúrligt framhald av undirgrund Føroya. – Har verður savnaður ein hópur av jarðfrøðiligum data, sum síðani verður latin i ein løgfrøðisligan ham. Og samlað er tað so lat­ið inn i 2009 sum eitt krav til ST, sigur Bjørn Kun­ oy. Hann heldur, at hóast føroyingar mugu lata sær lynda við ein lítlan triðing av økinum, er tað als ikki so galið. – Hetta er hent eftir sam­ráðingar við Noreg og Ísland, og har skulu vit minnast til, at Noreg hevur tvinnar lutir at styðja seg til, bæði Noreg og so Jan Mayn. So tað verður mett at vera ei góð avtala, tá vit skulu deila rættingini við fýra síður og fáa lítlan triðing, sigur Bjørn Kunoy. Føroyar kunnu fegnast um at hava fingið so stóran lut av samlaða økinum. – Tað gevur okkum rætt at fáa hendur í øllum tí, sum er á havbotninum og undir havbotninum í hesum økinum, og tað kann umfata olju, gass og ymisk mineralir, sum kunnu vera í økinum, sigur Bjørn Kunoy. So føroyingar kunnu vera nøgdir við avgerðina hjá ST. – Ja, heilt avgjørt. Vit hava fingið hundrað pro­ sent av økinum, vit kravdu, og tað vekir als uttan­lands. Hartil var tað ein ein­mælt nevnd, ið tók undir við kravinum, og tað kunnu vit bert fegnast um, sigur Bjørn Kunoy, sam­ráð­ing­ar­ leiðari fyri før­oysku sendi­ nevndina. Avgjørt eitt gott úrslit Tað heldur samráðingarleiðarin fyri føroysku sendinevndini, Bjørn Kunoy, sum fegnast um, at føroyingar fingu hundrað prosent av kravi sínum góðtikið Leo Pousen Ein teirra, sum Bjørn Kun­ oy rósti nógv, var jarð­frøð­ ingurin, Finn Mørk. – Mítt arbeiði hevur verið tann meira jarðfrøðiligi parturin. At syrgja fyri, at tær dokumentatiónir sum krevjast í hav­rættar­sátt­ mál­anum eru uppfyltar, og tað snýr seg mest um jarð­ frøðiligu mennigina í økinum, tað vil siga tann formin, sum økið hevur norðan fyri, sigur Finn Mørk. Og tað, at hann svar­ar til tað ið krevst í hav­rættar- sáttmálanum. – So tað hevur veið mín høvuðsuppgáva, at loysa teir teknisku trupulleikarnar, sum hava verið, sigur Finn Mørk. Føroyar hava sostatt fingið tillutað hetta stóra økið, men spurningurin er, hvat kann finnast í undirgrundini har. – Tað fyrsta, ið kemur til hugs á einum landgrunni, er olja og gass. Men tann vitan, vit hava nú, tilskilar ikki, at tað skuldi verið so. Men tað kundi hugsast, at vit finna grundevnir við virðum í øki­ num, evnir, sum verða nýtt í hátøknis framleiðslu, eitt nú vindmyllur og fartelefonir, sigur Finn Mørk. Tey støðini, ið hesi evnir finnast, er úti á djúpum vatni. – Tað skal tó sigast, at tað liggur ikki beint til høgra beinið, tí tað er alt ov dýrt at útvinna sum nú er. Men tað kanska kemur, bæði sum prísurin á ráevnunum fer upp, og sum tøknin mennist, sigur Finn Mørk. Eisini hann hedur, at økið, Føroyar fáa tillutað, er nøktandi. – Ja, tað haldi eg. Noreg og Ísland hava eisini síni krøv. Noreg er longu góðkent og Ísland verður tað kanska longu í ár, so tað man vera á einari góðari leið, sigur Finn Mørk, jarðfrøðingur. Eitt øki fyri framtíðina Tað sigur Finn Mørk, sum av Bjørn Kunoy fekk heitið jarðfrøðingur í heimsflokki, og hevur staðið fyri jarðfrøðiliga partinum Gula linjan vísir landgrunsmarkið, sum Landgrunnsnevndin hjá ST hevur givið Føroyum. Í 2006 varð tríparta semja gjørd millum Føroyar, Ísland og Noreg um at býta økið. Sambært semjuni fáa Føroyar tillutaðar í minsta lagi 27.000 ferkilometrar av landgrunninum (grøna linjan) Kelda: Jarðfeingi Finn Mørk, jarðfrøðingur Bjørn Kun­oy