hósdagur 20. mars 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vitanin setti
okkum í tvístøðu
altjóða down syndrom dagur
Marjun Dalsgaard
Mona kendi seg einsamalla og
í dýrastu neyð, tá hon hevði
fingið vitanina um, at barnið,
sum hon bar, sannlíkt hevði
Down Syndrom. Tók hon
eina roynd av fosturvatnið
ella móðurkaku, vórðu eins
stor sannlíkindi fyri at missa
barnið, sum at tí feilti nakað.
Men hon orkaði heldur ikki
at liva við óvissuni restina av
tíðini, hon var við barn.
– Vit fingu beinanvegin
ráðgeving, ein jarðarmóður
kom og tosaði við okkum,
men hon segði bara fakta
og restin var upp til okkum.
Sjálvandi kann hon ikki ann
að, men tað hevði verið ein
lætti um onkur segði - hygg
her, tú skalt velja hetta, sigur
Mona Ziskason.
Hon var búsetandi í Keyp
mannahavn, tá hon gjørdist
við barn fyri sløkum tveim
um árum síðani við manni
num, Bo Knudsen.
Eins og allar aðrar kvinn
ur, sum gerast við barn í
Danmark, fekk hon bjóðað
ein sokallaðan "triple test".
Og eins og 98 prosent av
donsku kvinnunum, tók hon
av tilboðnum.
Royndin vísti, at stór
sannlíkindi vóru fyri, at
barnið hjá Monu og Bo hevði
Down Syndrom. Tí fingu tey
bjóðað at gera eina roynd
av fosturvatninum ella av
móðurkakuni fyri at stað
festa endaliga, um barnið
hevði Down Syndrom.
Váðin fyri at missa barnið
við hesari kanningini er 1
til 100. Sostatt var næstan
líka stór sannlíkindi fyri at
missa barnið, sum at tí feilti
nakað.
- Vit ivaðust øgiliga nógv,
tí hvat nú, um vit mistu
barnið? Kundu vit liva við tí?
Harafturat vóru tey ósamd
um, hvat tey skuldu gera, um
tey fingu at vita, at barnið
hevði Down Syndrom. Bo
vildi ikki hava hesa vitan, tí
hann vildi ikki velja tað frá,
um so var. Mona vildi vita
tað, tí hon megnaði ikki eitt
barn við Down Syndrom
og tað ábyrgdina, sum tað
innibar.
Orkaði ikki ivan
Tvístøðan, sum parið kom
í, varð avgjørd av, at Mona
ikki
orkaði
at
liva
við
ivanum restina av tíðini,
hon var við barn. Tey valdu
tí at taka ímóti tilboðnum
um eina móðurkakubiopsi.
Royndin vísti, at barnið ikki
hevði Down Syndrom, og
kanningin viðførdi heldur
ongan skaða á móður og
barn, men um svarið varð
positivt, hevði Mona viljað
fingið eina abort. Tað vildi
Bo ikki, og so høvdu tey havt
ein stóran trupulleika, sigur
Mona.
– Eg havi tvey børn
frammanundan, og eg visti,
at eg ikki orkaði ta ábyrgdina,
sum tað er, at seta eitt barn í
verðina, sum ongantíð verður
sjálvhjálpið. Tað er ein nógv
størri byrða enn eitt barn,
sum verður vaksið og tá tað
er 18 kanst tú líta á, at tað
klárar seg sjálvt. Og hvussu er
samfelagið skrúvað saman?
Tað hevur nógv at siga fyri,
um tú kanst kenna teg vissa
í, at barnið fær tað gott, sigur
Mona og leggur aftrat.
– Men tað veit man ikki
- kanska hevði eg ikki gjørt
tað, tá tað kom til stykkis
– tað er ógjørligt at vita,
áðrenn tú veitst tað við
vissu. Haraftrat kann barnið
altíð feila okkurt við tíðini og
tað lærir tú at liva við, sigur
Mona.
Maðurin Bo, vildi helst
einki vita, tí hann kundi ikki
liva við valginum.
– Bo vildi ikki vita tað, tí
hann vildi ikki velja barnið
frá, men eg trúgvi, at hann
hevði lagað seg eftir mær, tí
tað er mín kroppur, og tað
hevði nokk verið upp til mín
í síðsta enda, sigur Mona.
Tá Mona Ziskason gjørdist við barn fyri
umleið tveimum árum síðani, var hon enn
búsitandi í Keypmannahavn og fekk, eins
og allar aðrar kvinnur, sum eru við barn í
Danmark bjóða eina nakkafoldskanning ella
ein "triple test".
Mona er gift við Bo, og tey eiga bæði tvey
børn frá øðrum hjúnalagi. Tey tosaðu ikki so
nógv um, um tey skuldu gera hesa royndina,
tí kanningin er púra ófarlig, og gevur einans
eina mynd av sannlíkindum fyri at barnið
kann hava ymiskar sjúkur - m.a. Down
Syndrom.
Tey flestu fáa at vita, at sannlíkindini
eru lág, og so er ikki meira í tí. Men so
var ikki hjá Monu og Bo. Royndin vísti,
at sannlíkindini fyr at barnið hevði
Down Syndrom vóru 1 til 130, og so
var spurningurin, um tey skuldu fara
víðari og taka ímóti tilboðnum um eina
fosturvatnsroynd ella móðurkakubiopsi,
sum kann staðfesta, um barnið hevur Down
Syndrom við 100 prosents sannlíkindi.
Mona og Bo
- Tá vit fingu at vita, at stór sannlíkindi vóru fyri, at barnið hjá okkum hevði Down Syndrom, komu vit
í eina rættiliga tvístøðu. Váðin við víðari kanning var stórur, og vit vóru slett ikki samd um, hvat vit
skuldu gera, um tað vísti seg, at barnið hevði Down Syndrom, fortelur Mona Ziskason, sum fekk tikið
ein sokallaðan "triple test" í Danmark. Hon er tó ikki í iva um, at tað var vitan, sum hon vildi hava
Mona og Bo komu í tvístøðu, tá tey fingu vitan um, at tað
var sannlíkt, at barnið hevði Down Syndrom