hósdagur 20. mars 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit enda við einum samfelagi, sum verður meira og
meira sensitivt yvirfyri hvat er normalt. Samfelagið
verður minni tolsamt, og vit góðtaka færri frávik
Okkara
samfelag
verður
alsamt minni tolsamt. Vit
góðtaka ikki, at fólk eru
øðrvísi - tað er uttan mun til,
um fólk eru tjúkk ella roykja
ella bera brek.
Samfelagið er seinastu
árini blivið til eitt samfelag,
har man heldur, at fólk bara
skulu taka seg saman, um
tey eru óv feit. Alt snýr seg
um, at alt sær so gott út og
við facebook hava vit ein
pall, har vit kunnu sýna
hetta fram. Vit halda, at vit
skulu dømast eftir útsjónd,
úrslit og hvussu væleydnaði
børn vit hava. Tí er tað ein
katastrofa, um tú fær eitt
barn, sum feilar okkurt.
Men hetta er ikki haldbart
- hetta krakelerar fyrr ella
seinni, sigur Armgarð Arge,
teologur.
Hon heldur, at tað gerst
verri hjá fólki at velja eitt
barn,
sum
hevur
Down
Syndrom. Tað er ein byrða
fyri samfelagið, og tú hevur
sum mamma valið, at taka
fosturtøku, so samfelagið
ikki skal stríðast við hesa
byrðu.
Hon óttast, at mammur,
sum velja at fáa eitt barn
við Down Syndromi, verða
hildnar at vera ábyrgdar
leysar, av tí, at tær hava havt
í boði at velja tað frá.
- Sum samfelag fara vit at
hava minni tolsemi yvirfyri
tí, sum er annarleiðis - tað er
lættari at hyggja niður á fólk,
sum velja eitt barn við Down
Syndrom, um tað er gjørligt
at velja tað frá. Í síðsta enda
stendur mamman púra einsa
møll vil hesum, sigur hon, og
leggur aftrat.
- Tað er tað sama um fólk
eru tjúkk, fólk hugsa í dag,
at tey mugu bara taka seg
saman!
Eingin niðurstøða
Men hvat er niðurstøðan á
tað etiska dilemma, sum er í
okkara lóggávu í dag. Mótsatt
okkara grannalondum hava
vit ikki lógarfesta fostur
tøku. Tað merkir, at mótsat
til dømis Danmark loyva
vit bert fosturtøkum, um
barnið er sjúkt, ella hevur
onkran feil. Tað er beinleiðis
sortering - lógarfest. Men í
praksis eru nógv færri fostur
tøkir í Føroyum, og ógvuliga
fáar kvinnur taka ímóti
tilboðnum at fáa kanna um
barninum feilar nakað.
Orskin til hetta er, at tær
ætla ikki at fremja fostur
tøku, heldur Armgarð Arge
- Hvat skulu tær brúka ta
vitanina til? Tað er uttan iva,
tí, at tær ikki hava í hyggju
at at gera nakað við tað, sigur
hon.
- Eg haldi tað er okkara
etikkur, sum sigur, at lívið
er
heilagt.
Læknavísund
skal bjarga lív, tað er tað,
sum ger, at vit hava ilt við
at velja eitt barn frá, tí tað
feilar tí nakað. Tí hvør skal
døma, hvør hevur rættin til
lív? Hvør skal meta um, hvat
skal til fyri at eitt menniskja
er eydnusamt?
Men vit mugu eisini virða
tey, ið velja nakað annað.
Sum ikki kenna seg før fyra
at hava eitt barn við breki.
Tað ber ikki til at gera eina
niðurstøðu um hetta og
døma onnur.
Manglandi kunning
- Tøknin er formidabul og
gevur okkum nøkur val.
Men tað, sum manglar, er, at
vit kunna betur - vit mugu
alla tíðina kunna um, hvat
merkir hetta her. Tað er
bæði galdandi fyri fostur-
diagnostik og geving av
gøgnum og ørðum etiskum
spurningum, sigur Armgarð
Arge. Hon eftirlýsir meira
kjak um etik, meira kunning
og kjak.
- Ofta leypa vit lætt og
elegant yvir at kjakast um
hesi ting, tí tað er so ringt
at tosa um. Kjakið verður
polariserað, og tað kemur
kanska at snúgva seg um
átrúnað.
Viðvíkjandi nakkafolds-
kanning mugu vit syrgja fyri
at mammurnar fáa so nógva
og sakliga kunning, sum
yvirhøvur gjørligt, tí tað er
teirra kroppur, og tær standa
einsamallar við valginum í
síðsta enda, sigur Armgarð
Arge.
marjun@sosialurin.fo
Vit góð
taka færri
frávik
Í Danmark bjóðar man øll
um kvinnum, sum eru við
barn, eina sokallaða triple
test, har aldurin á mammuni,
konsentratiónin av gravidi
tetshormonum, sum verður
staðfest við eini blóðroynd
og støddin á nakkafoldini,
sum verður mátað við einari
skanning, verður brúkt til at
meta um sannlíkindini fyri at
eitt fostur hevur kromosom
feil.
Um sannlíkindi eru 1 til
300 fyri, at barnið hevur
kromosomfeil - harímillum
tann kromosomfeilin, sum
gevur Down Syndrom, fær
kvinnan bjóðað at taka eina
móðurkakubiopsi, ella eina
fosturvatnsroynd.
Báðar
hesar royndir innibera stóran
váða fyri, at kvinnan missur
barnið, nevniliga 1 til 100.
Hendan royndin staðfestir
við 100 prosents vissu, um
barnið hevur hevur eitt nú
Down Syndrom.
Áðrenn 2004 vóru allar
kvinnur yvir 35 bjóðaðar eina
roynd av fosturvatninum ella
móðurkakuni
beinanvegin
- tilboðið til allar um triple
testin var upprunaliga bjóð
aður fyri at sleppa undan at
seta kvinnurnar í váða.
Tað eru umleið sama tal
av kvinnunum, sum fáa tikið
eina móðurkakubiopsi í dag,
sum áðrenn 2004 men av
tíð, at tað eru nakrar aðrar
- nevniliga eisini tær undir
35 ár - raka royndirnar fleiri
kvinnur, sum bera barn við
kromosomfeili.
Síðan
nýggja
tilboðið
varð innført í 2004, er talið
av børnum, fødd við Down
Syndrom fallið úr umleið 60
árliga niður í ein triðing og
liggur á umleið 20 í dag.
Royndin
fangar
aðrar
skaðiligar
kromosomfeilir
enn Down Syndrom, men
tað hevur verið serliga nógv
fokus á, at tað vera fødd so
fá børn við Down Syndrom í
Danmark í dag.
Samanborið við Svøríki og
Noreg verða nógv færri børn
fødd við Down Syndromi í
Danmark.
Í Føroyum fáa allar kvinn
ur yvir 35 ár bjóðað eina
roynd av fosturvatninum
ella móðurkakuni, sum kann
staðfesta um fostrið hev
ur kromosomfeil. Tað er tó
eisini møguligt at fáa triple
testin heldur enn biopsi, fyri
at kanna um sannlíkindi
er fyri, at barni hevur kro
mosomfeil.
98 % av kvinnunum í
Danmark taka av triple
testini, meðan sera fáar før
oyskar kvinnur taka av til
boðnum.
marjun@sosialurin.fo
Les meira á síðu 13
Fosturkanningar í Føroyum og Danmark
altjóða down syndrom dagur
– Ofta leypa vit lætt og elegant yvir at kjakast um hesi ting, tí tað er
so ringt at tosa um. Kjakið verður polariserað, og tað kemur kanska
at snúgva seg um átrúnað, sigur Armgarð Arge, teologur