hósdagur 20. mars 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Bitrætturin snýr seg í prin
sippinum um rættin hjá
seyðinum
í
yvirliggjandi
haganum at fáa vetrarbit í
niðari liggjandi bønum um
veturin.
Bjørn Patursson kennir
sjálvandi til hetta málið, sum
endaði við hesum dóminum
í Yvirlandbúnaðarstevnuni á
heysti í fjør.
– Hetta málið er eitt sind
ur serligt við tað, at tað eru
ikki somu eigarar, sum eiga
yvirliggjandi hagan og bøin
undirliggjandi, sigur Bjørn
Patursson.
Hann sigur, at tað hevur
verið vanligt, at menn hava
nýtt bøin ella trøðna at sláa,
og at tað honum vitandi ikki
hevur verið vanligt at lati
seyðin koma inn á bøin eftir
sláttur.
– Í hesum førinum er
tað enda við sak, tí at tann,
sum átti vetrarbitið hevur
kært festaran av trøðni, tí
einki hevur veirð eftir at
eti, tá vetrarbitið byrjaði 25.
oktober, sigur Bjørn Paturs
son.
Festarin av trøðni heldur
seg hava sin rætt, og tað ger
eigarin
av
vetrarbitinum
eisini.
Í hesi tilgongdini hevur
Búnaðarstovan verið inni í
málinum.
– Har hava vit sagt, at
vanliga mannagongdin er,
at tað er undirforstaðið, at
bøurin verður sligin, og eftir
sláttur liggur bøurin meira
ella minni brak til 25. oktober,
tá hagaseyðurin sleppur inn
á vetrarbitið, sigur Bjørn
Patursson.
Hann sigur, at hann helt
tað verða vanlig manna
gongd, at seyður ikki var á
bønum eftir slátturin var av.
Skilir ikki
Hann sigur seg ikki skilja,
at Yvirlandbúnaðarstevnan
kundi koma til eina slíka
niðurstøðu, sum hon kom
til.
– Tað undrar meg, at Yvir
landbúnaðarstevnan kundi
koma til eina slíka niður
støðu, og sum kundi døma
soleiðis, sigur Bjørn Paturs
son.
Hann viðgongur at dóm
urin í stuttum merkir, at
traðarmonnum nú stendur
frítt fyri, hvussu teir nýta
sína trøð.
– Og tað hevur so ongan
tíð verið mín fatan, at tað var
ætlanin við traðarbrúkinum.
Tað hevur so altíð ligið í luft
ini, at traðirnar skuldu nýtast
til sláttur um sumrarnar, og
ikki til at hava seyð á. Men
hesin dómurin gevur so øll
um traðarmonnum rætt til
frítt at ráða yvir sínari trøð,
sigur Bjørn Patursson.
Og tað kemur ógvuliga
óvart við hjá honum.
– At tað í hesum serliga
føri er fest í lógina, at traðar
festarin ikki má brúka fest
ið til bit eftir slátturin, er
nakað heilt serligt. Men tað
staðfestir eisini, at traðar
festarin frítt kann ráða yvir,
hvussu hann brúkar festið
millum 14. mai og fram til 1.
september, sigur Bjørn Pat
ursson.
Rætt at kæra
Hann sigur seg vita, at
traðarfestarin hevur valt at
kært avgerðina um at nýta
eina fundarfrágreiðing, har
boðað verður til nýggjan
fund, sum grundarlag fyri,
at seyður ikki mátti ganga á
trøðni frá sláttri og fram til
25. oktober.
– Tað havi eg frætt, og vit
skriva eisini altíð í okkara
samskifti, at um festari ikki
er samdur í okkara avgerðum,
so stendur honum frítt at
kæra til Fiskimálaráðið, sum
umsitur landbúnaðin, sigur
Bjørn Patursson.
Hann sigur, at tað er so
stutt liðið síðani, at teir hava
fingið úrskurðin frá Yvir
landbúnaðarstevnuni,
at
teir hava ikki havt stundir at
gjøgnumgingið hann rætti
liga.
– Men eg kann í hvussu
er siga, at tað kom ógvuliga
óvart á okkum, at traðarmenn
frítt kunnu nýta sínar traðir,
sum teir meta best. Tað
hevur í hvussu er altíð verið
mín fatan, at trøðin fyrst
og fremst skuldi nýtast at
hoyggja
um
sumrarnar,
men tað staðfestir hesin úr
skurður, at so er ikki, sigur
Bjørn Patursson.
Hann dugir iki at siga, hvat
nú fer at henda í málinum.
– Vit hava í hesum ítøki
liga málinum tikið eina fyri
sitingarliga avgerð, og eg dugi
ikki at siga, hvat nú fer at
henda í málinum. Tað verður
so upp til Fiskimálaráðið,
sigur Bjørn Patursson, stjóri
á Búnaðarstovuni.
Leo Poulsen
Málið um nýtslurættin á trað
unum endaði fyrst í Land
búnaðarnevndini og síðani í
Yvirlandbúnaðarnevndini.
Og alt stavar frá eini
fundarfrásøgn, sum sigur, at
Jarðarráðið ætlar at senda
tveimum festarum fundar
boð, og á tí fundinum leggja
fram nøkur krøv um avmark
aða nýtslu av trøðini.
Á Landbúðaðarstevnuni
fall avgerðin soleiðis:
»Vetrarbitsrætturin
hjá
Neshaga Norðrara Parti á
bønum undir hagapartinum
Neshagi Sunnari Partur er
lógligur.
Sum eigari/festari av bø
num á Morskranesi hevur
Jaspur Anthoniussen, í tíðini
14. mai til 25. oktober, óavm
arkaðan rætt at brúka bøin
soleiðis, sum hann metir best
sjálur. Sum rættindahavari
av sama bøi til vetrarbit,
hevur kærarin ikki nøkur
rættindi á økinum í tíðini 14.
mai til 25. oktober, og hevur
tí ongan rætt til at krevja
nakra ávísa nøgd av gresi
at standa til seyðin av bíti í
vetrarbitstíðini - 25. oktober
til 14. mai.
Tær útreiðslur, sum stað
ist hava av hesum máli, skal
stevnandi kærarin gjalda«.
Hendan avgerð varð nakað
broytt í niðurstøðuni hjá
Yvirlandbúnaðarstevnuni.
Har stendur i teirra niður
støðu:
»Avgerðin hjá Landbún
aðarstevnuni fyri Eysturoyar
sýslu frá 21. apríl 2013 verður
staðfest við tí broyting, at
kærarin skal skal viðurkenna,
at
Jaspur
Anthoniussen
hevur óavmarkaðan rætt at
brúka trøðina á matr.nr. 391a,
Morskranes, til seyðabit frá
14. mai til sláttur 1. september,
og at Jaspur Anthoniussen
skal viðurkenna, at hann ikki
hevur rætt at brúk trøðna á
matr. nr. 391a, Morskranes
til seyðabit frá sláttur 1.
september til 25. oktober«.
Ósamdir
Hetta merkir, at tað verður
staðfest,
at
traðareigarar
ella -festarar nú hava fullan
rætt at nýta traðir sínar,
sum teimum er hugur til.
Einasti traðarfestari, sum er
avmarkaður í sínari nýtslu
av síni trøð, er Jaspur An
thoniussen.
Og alt stavar frá einari
fundarfrásøgn, ið boðar Jasp
uri Anthoniussen og einum
øðrum festara á fund.
Orðaljóðið í fundarfrá
søgnini er soljóðandi:
»Formaðurin og skrivarin
greiddu
frá
fundi,
teir
høvdu havt við Poul Benny
Poulsen og Hans & Jaspur
Anthoniussen. Út frá hesum
varð samtykt, at bjóða Jaspur
og Benny at koma á fund, har
ráðið fór at leggja fram, at
festið fær ta innangarðsjørð,
ið er eftir á Strondum, meðan
Jaspur fær trøðna á Morskra
nesi, sum leiga ella festi
(matr. nr. 409) við teirri treyt,
at seyður ikki verður sleptur
á trøðna aftaná sláttur, og
at vetrarbitið verður sum
higartil hjá Neshaga, Norðr
ara parti«.
Tað er hetta notat, ella
fundarfrásøgn, sum nevndin í
Yvirlandbúnaðarstevnuni
leggur sum grund
fyri sínari av
gerð.
Men her er sak
førarin hjá Jaspur
A n t h o n i u s s e n ,
Bjørn á Heygum,
ósamdur.
»Mín løgfrøðisliga
meting av innihald
inum í hesum skjali,
daterað 20.10.1993, er:
TÍÐINDI
Eri púra ovfarin av
úrskurðinum
Tað sigur Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni, um dómin í Yvirlandbúnaðarstevnuni, sum
avmarkar brúksrættin hjá Jaspur Anthoniussen, men annars gevur traðarmonnum fríar ræsir
Málið endaliga
– Yvirlandbúnaðarstevnan er hægsti myndugleiki, og avgerðin hjá henni er
endalig. Tá gerst ikki meira, sigur Bjørn á Heygum, advokatur
Bjørn Patursson, stjóri
á Búnaðarstovuni,