Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur upptakt Jóannes Hansen Stórt sjálvsálit Tað eru argjamenn við stór­ um sjálvsáliti, sum bíða eftir, at grannarnir í B36 í kvøld koma út á Argir. 2-0 sigurin í Sarpugerði var søguligur, tí hetta var fyrsta ferðin nakran­tíð, at AB slapp úr fyrsta umfari í bestu deildini við fullari úrtøku. Upptøkurnar vísa, at tað reið um snarið, og at tað ikki hevði minsta týdningin, at AB málverjin fleiri ferðir bjarg­aði meistarliga. Hans Jørgensen hevur síðstu árini verið ein tann stinnasti millum stólparnar. Í fjør sat hann nógv á HB beinkinum, men nú er hann á Argjum, har fyrsta royndin var góð. Bill Jacobsen var sum vera man væl nøgdur eftir síðsta bríkslið í Sarpugerði, og hann hevur mót upp á, at tað skal eydnast at endur­ taka úrslitið, tá ið B36 í kvøld fer at vitja inni í Vika: – Tað eru nógvir nýggir á liðnum, og tí skal liðið fram­vegis samanspælast. Á heima­vølli er málið tað sama hvørja ferð, og tað er full úrtøka, sigur AB venj­ arin, sum fegnast um, at tað spældi so væl av síðsta leygar­dag, hóast tað upp undir dystin var neyðugt at gera broytingar, tí Jógvan Isaksen, sum var ætlaður til annað mið­verjuplássið, varð sjúkur. Spurningurin er nú, um Jógvan verður settur inn í miðverjuna, og harvið at Sorin Anghel verður fluttur fram á miðvallarplássið, sum hann upprunaliga var ætlaður at røkja ímóti Víkingi. Á sama hátt sum AB so eydnaðist tað B36 at fáa fult í fyrsta umfarinum. 2-0 heima­sigurin á Skála vísti seg at vera tryggur, og nýggja mið­verjan við Hørði Askham og superveteraninum Klæm­ inti Matras varð ongan­tíð rættiliga sett undir trýst. Gull og silvur Eftir 1-1 við Margáir fáa meist­arar­nir í HB hesa ferð vitjan av silvurvinnarunum í ÍF. Fuglfirðingar taptu 3-1 á heima­vølli ímóti KÍ í fyrsta umfari, og upptøkurnar vísa, at verjuspælið var ikki so sann­førandi. Eitt nú sást, at fyrsta KÍ málið var úrslit av, at loysn ikki var funnin upp á av­bjóð­ingina at finna nýggja skipan, tí eingin upp­ lagdur vinstri vongverji er. Í fyrsta umfarinum valdi Albert Ellefsen at tillaga skipanina soleiðis, at teir vóru tríggir í aftastu ketuni og fimm á miðvøllinum. Í tí skip­anini er neyðugt, at síðu­ skjótingarnar rigga væl, og at teir ytstu á miðvøllinum eru tilvitaðir um sín leiklut í verju­spælinum. Hetta rigg­ aði ikki heilt síðsta sunnu­ dag, og tí er sannlíkt, at ÍF fer at venda aftur til fýra spæl­arar í aftastu ketuni, nú teir fara undir størstu av­ bjóð­ingina, sum tað ber til at ímynda sær. HB er stórfavorittur, men tølini siga, at ein av orsøk­ unum til, at tað hevur gingið so væl hjá ÍF tvey tey seinastu árini er, at úrslitini í Gundadali ímóti HB hava verið góð. Í fjør var úrslitið málleysur javn­leikur, og fuglfirðingar minn­ast framvegis væl, tá ið tað í fyrraárið endaði við 4-1 sigri, og Clayton Soares skor­aði hattrikk, og Jan Ó. Ellingsgaard skoraði eitt mál. Hann er á veg aftur til Fuglafirðar. – Í 1. hálvleiki ímóti KÍ vóru vit greitt omaná, so vit hava ikki mist mótið, sigur verju­veteranurin hjá ÍF Bartal Eliasen. Javnleikur við Margáir er ikki so galið, men HB venjarin er ikki nøgdur við úrtøkuna í fyrsta umfarinum: – Tað verður sagt, at javn­ leikir á útivølli og sigrar á heimavølli bera langt, og vit kenna kontramaskinuna hjá EB/Streymi. Men hesa ferð áttu vit at havt vunnið. Vit vóru á odda ímóti vind­inum, men vit missa undan vind­ inum. Tað var ikki nóg gott, og nú mugu vit koma fyri okk­um aftur á heimavølli, sigur Heðin Askham. Kommunu- uppgerð á Skála Eftir 2-0 tap í Gundadali ímóti B36 skulu upp­flyt­ar­ arnir á Skála royna at reisa seg á heimavølli í kommunu­ upp­gerðini ímóti NSÍ. Í fjør hittust liðini á sama vølli í steypakappingini, og tá var eingin ivi, tí NSÍ vann 3-0. Í venjingardystunum sá tað hampuliga gott út hjá Skála, men í Gundadali síðsta sunnudag var tað ikki sann­ førandi. Eliesar Olsen, Skála venj­ arin, er greiður yvir, at tað verður neyðugt við øðrvísi av­riki, um nakað skal spyrj­ ast burturúr: – Vit mugu bara ásanna, at tað sást væl, at seks nýggir spælarar vóru á liðnum, og at tað var fjáltur á okkara monn­um, sum serliga fyrsta hálva tíman ikki vístu tað, sum teir eiga at megna. Tá ið teir so spakuliga vóru um at fáa fótin fyri seg, so skor­aði B36. Vit mugu venja okk­um við ferðina, og eg eri fegin um, at spælararnir vístu rætta hugburðin. Tá ið spælið ikki riggar, so er tað týdningarmikið, at tað verð­ ur arbeitt nógv. Eliesar Olsen heldur seg Rás2 sigur frá Um vikuskiftið er Rás2 aftur í fótbóltsessinum. Vit senda fríggjadagin, leygar­dagin og sunnudagin. Vit siga frá dystinum millum AB og B36 fríggjadagin. Leygardagin siga vit frá dystunum HB-ÍF og B68-EB/Streym. Sunnudagin taka vit samanum umfarið í Triða Hálvleiki, sum verður á Rás2 frá klokkan 16.50. Umfarmt hetta, so verður upptakt til viku­ skiftið í seinnapartssendingini fríggjadagin, sum byrjar klokkan 15 við Fótbóltspanelinum. Fríggjadagin: Kl: 15-16 Fótbóltspanelið Kl: 16-17 Upptakt Kl: 17.15 AB - B36 (Beinleiðis frásøgn) Leygardagin: Kl: 13-14 Fótbóltspanelið (Endursending) Kl: 14-15 Upptakt Kl: 15-17 HB - ÍF (Beinleiðis frásøgn) Kl: 17-19 B68 – EB/Streymur (Beinleiðis frásøgn) Sunnudagin: Kl 16.50-18 Triði Hálvleikur Og í Sarpugerði brynja teir seg av nýggjum, nú teir skulu til Klaksvíkar, eftir heimatapið ímóti AB, sum fer eftir øllum stigunum ímóti grannunum í B36, ið komu væl frá byrjan LIÐ TÍÐINDI á Argjum AB Skaðar: Morten Overgaard (2 vikur) og Andras Brixen Vágsheyg (3-4 vikur, lærkrikin) Tøkur aftur: Kári Nielsen (leikbann) B36 Skaðar: Karl Martin Danielsen (2 vikur, vøddaskaði) B68 Skaðar: Óli Højgaard Olsen (nakrar vikur aftrat) Ivasamur: Evrard Blé (fekk skaða ímóti NSÍ, men verður neyvan við, tí hann hevur ikki fingið vant í vikuni) Tøkur aftur: Kristian Joensen (Hevði ikki loyvi at spæla móti NSÍ, sum hann er útleigaður frá) EB/Streymur Skaðar: Arnbjørn Hansen (2 vikur, fibur) og Arnar Dam (3 mánaðir, fóturin) HB Skaðar: Símun Samuelsen (Hælsina, vikur), Jógvan Rói Danielsen (Langtíðarskaddur, fóturin) og Gunnar Haraldsen (Lærkrikin) Burturstaddur: Levi Hanssen (2 vikur) Sjálvsálitið er stórt Sjálvsálitið Fríggjadag Kl. 17:15 Dómari: Petur Reinert Leygardag Kl. 15:00 Dómari: Eiler Rasmussen Sunnudag Kl. 14:00 Dómari: Rúni Gaardbo – Venja okkum við ferðina