Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur vita, hvat skal til, um úrtøka skal fáast burturúr ímóti NSÍ: – Teir eru góðir í álops­ partinum, meðan verju­part­ urin ikki er so sann­førandi. Tí mugu vit steðga teimum longri frammi á vølliunum og harvið fáa flutt spælið, so trýst verður lagt á teir í verjuni. Vit hava 26 umfør at vísa, hvør dugur er í okkum, og hetta er fyrsti møguleikin, sigur Skála venjarin. NSÍ avrikið í fyrsta um­ fari, sum eisini var granna­ upp­gerð, var ikki serliga sann­førandi. Tað var ikki so langt burtur, at undirtippaða B68 tiltuskaði sær stig. Men hetta kom ikki óvart á NSÍ venjaran Trygva Mortensen, sum eisini roknar við tættari uppgerð á Skála: – Hjá okkum var tað týdn­ ingar­mikið at vinna ímóti B68, og vit eru fegnir um brots­sparksmálið, sum bar 1-0 sigurin við sær. Tað ræður um at hanga í fyrstu 3-5 um­ førini. Um tað eydnast, so verð­ur tað lættari, og vit verða eins fegnir, um tað enn eina ferð eydnast at vinna tepran sigur í granna­upp­ gerð, sigur NSÍ venjarin. Mugu finna hvønn annan At tapa 1-0 á útivølli í fyrsta umfarinum er í sjálvum sær ikki nøkur katastrofa hjá upp­flytara, og sum tíðin leið stóð B68 síðsta sunnudag ikki nakað aftanfyri NSÍ. Men Jógvan Martin Olsen held­ur, at hansara spælara kunnu vísa betri avrik, enn teir gjørdu í fyrsta umfari: – Fyrst og fremst so mugu vit vera betri til at raka hvønn annan í saman­ spæl­inum. Kanska var tað fjáltur á spælarunum í fyrsta dyst­inum, men tað mugu vit arbeiða av okkum. Um vit skulu spæla okkum til mál­møgu­leikar, so er fyrsta treytin, at samanspælið riggar betri, enn tað gjørdi í fyrsta um­farinum, sigur Jógvan Martin Olsen. Hóast tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku í fyrsta umfarinum á heimavølli, tá ið úrslitið ímóti HB var 1-1, so vóru teir í EB/Streymi ikki so misnøgdir: – Tað gekk ikki væl undan vindinum, men ímóti vind­ inum fleyt samanspælið betri, og hóast vit síðstu løt­ una høvdu møguleikar at av­gera okkum til fyrimunar, so var úrs­litið á góðari leið, sigur veteran­urin Gert Hansen. Tá ið EB/Streymur vann FM í 2012, vunnu sunda­lags­ menn við 2-1 og 1-0 sigrum fulla úrtøku á Svangaskarði. Vinnari og tapari Í fyrsta umfari var KÍ úr­ tøk­an trý stig á útivølli, og Víkinga úrtøkan var tap á heima­vølli. Nú bresta hesi bæði liðini saman í granna­ upp­gerð í Klaksvík. – Hetta var tætt, og tað kundi koppa báðar vegir. Men avrikið hjá okkum var ikki nóg gott. Vit hava sagt, at vit ætla okkum at vera við í kappingini um fremstu plássini, og tað ætla vit okk­ um framvegis. Tað hava vit sagt, tí vit halda okk­um hava fólk til tað. Setning­ urin er nú at vísa, at tað er dugur í okkum, sigur Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen. Tølini siga, at Víkingur plagar at standa seg væl í Klaks­vík. Síðani KÍ í 2011 aftur var partur av bestu deild­ini hevur tað ongantíð eydn­ast at vinna fulla úrtøku á heima­vølli ímóti Víkingi. Í fjør var ein dystur í Klaksvík, og hann endaði 2-1 til Víking. Í 2012 var úrslitið 3-3, og í 2011 vann Víkingur tvær ferðir í Klaksvík – 1-0 og 4-1. KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør er fegin um sigurin á útivølli í fyrsta um­ fari. Hann heldur tó, at leik­ liga avrikið kann verða væl betri: – Vit fegnast um, at hug­ burð­urin var so góður. Út­ lendsku spælararnir vístu seg at hava ta styrkina, sum vit hava vónað, at teir fara at geva okkum. Víkingur tapti í fyrsta umfari, og harvið verð­ur tað ikki lættari hjá okk­um. Men vit skulu halda fram við sama hugburði, og so eru vit greiðir yvir, at leik­ liga avrikið kann verða betur, enn tað var í Fuglafirði, har vindurin eisini argaði. Men tað rokna vit við fer at koma, sigur KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør. joannes@sosialurin.fo fótbóltur VIT TIPPA Pætur Albinus tippar... Næsta umfar tippar Hilmar Jan Hansen 1: Heimasigur X: Javnleikur 2: Útisigur Fótbóltsserfrøðingarnir hjá Miðlahúsinum tippa skiftivís um umførini í Effodeildini Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 KÍ 1 1 0 0 3 1 +2 3 2 B36 1 1 0 0 2 0 +2 3 3 AB 1 1 0 0 2 0 +2 3 4 NSÍ 1 1 0 0 1 0 +1 3 5 HB 1 0 1 0 1 1 0 1 6 EB/Streymur 1 0 1 0 1 1 0 1 7 B68 1 0 0 1 0 1 -1 0 8 ÍF 1 0 0 1 1 3 -2 0 9 Víkingur 1 0 0 1 0 2 -2 0 10 Skála 1 0 0 1 0 2 -2 0 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 ÍF Skaðar: Høgni Zachariasen (Lærkrikin) KÍ Ikki við: Rodrigo Silva (Vantandi arbeiðsloyvi) NSÍ Skaðar: Jústinus R. Hansen (skurðviðgjørdur, 4 vikur) Ivasamur: Debes Danielsen (snudd ímóti B68, ikki vant í vikuni) Tøkur aftur: Jens Joensen (leikbann) Skála Ivasamur: Mark Ryutin (Arbeiða upp á arbeiðisloyvið) Víkingur Leikbann: Hans Jørgen Djurhuus (2 dystir, beinleiðis reytt) Leygardag Kl. 17:00 Dómari: Páll Augustinesen Sunnudag Kl. 15:00 Dómari: Dagfinn Forná Tað eru argjamenn við stór­um sjálvsáliti, sum bíða eftir, at hvítklæddu grannarnir í B36 í kvøld koma út á Argir til ársins fyrstu toppuppgerð í Effodeildini – Eins fegnir um enn ein tepran sigur í grannauppgerð – Betri til at raka hvønn annan í samanspælinum