hósdagur 20. mars 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jákup Strøm farin
Nú mánadagin 18. mars
2014, bórust boðini um, at
Jákup Pauli Strøm, stjóri í
Tórshavnar Kvøld- Ungdóms-
og Listaskúla, var deyður. Í
apríl í fjør fekk Jákup boð
um, at hann var illa sjúkur,
og longu nú – minni enn eitt
ár eftir – andaðist hann, bara
58 ára gamal
Jákup Strøm vaks upp í
Vági, har hann varð føddur
tann 19. januar í 1956.
Hann var cand.mag. í sam
felagsfrøði og søgu, og í 1986
fór hann í studentaskúlan í
Hoydølum at undirvísa. Hann
var eisini lestrarvegleiðari í
Hoydølum í fleiri ár.
Í 2007 tók Jákup Strøm við
sum stjóri í Kvøldskúlanum í
Havn. Her skipaði hann við
sínum tiltikna ídni og nær
lagni fyri, at kvøldskúlin
gjørdist Føroya nógv størsti
skúli við umleið 2.400 næm
ingum tilsamans.
Jákup
strembaði
eftir
og kom á mál við at víðka
útboðið og tilboðið hjá Tórs
havnar Kvøld-, Ungdóms- og
Listaskúla, og hetta fevn
ir í roynd og veru um nógv
meira enn tað, vit eru von
at seta í samband við kvøld
skúlavirksemi.
Jákup Strøm var limur
í Tórshavnar Bátafelag tey
flestu árini, síðan felagið
varð stovnað í 1998. Hann
var altíð siðiligur og róligur,
men eisini har áhugaður í
gongdini hjá felagnum og
skipaði av og á sum kønur
siglari fyri fyrilestrum um
eitt nú sigling og trygd á sjó
num.
Jákup átti sín snøgga og
væl røkta bát, sum liggur í
Vágsbotni, og Jákup hevur
nú siglt sín seinasta túr.
Á Kvøldskúlanum í Havn
sigur leiðslan, ið tekur við
eftir Jákup, at har sakna tey
øll hann illa, og tómrúmið er
stórt. Hann var ein fyrimynd
og eitt virðiligt umboð fyri
skúlan.
Ærað veri minnið um
Jákup Paula Strøm.
Sonne Smith
11. mars fingu Allan Pauli og Hallgerð Signa ein lítlan
beiggja. Hann var 51 cm langur og vigaði 2880 gr. Foreldrini
eru Lív Vilhelmsen og Eyðun Gaard, Sandavágur.
7. mars fekk Birita eina lítla systur. Hon var 52 cm long og
vigaði 3580 gr. Foreldrini eru Annika á Borg og Ári Egason
Dam, Tórshavn.
8. februar fingu Sunrid Mørkøre og Svend Juel Rasmussen,
Klaksvík, ein son.
Tann 11 mars blivu Fróði Thomsen úr Sunnbø og Jessy
Atladóttur av Sandi foreldur at eini gentu. Hon var 55 cm
long og vá 4000 gram.
Føðingar
Magnus Holm farin
Nú jólatíðin nærkast – mót’ ársins enda ber – fer hugurin at
sveima um tað, sum farið er, fram rennur aftur løtan, sum
svár so mongum var, tá feigdin gjørdi um seg, og boð var
eftir tær.
Í silvitni tú sigldi og gleddist um títt far, eitt summarkvøld
so vakurt út hugurin teg bar, tað ongan mundi vara – tú bar
ei boð í bý – so eru Harrans vegir – vit skilja ikki hví? – Tað
kennist tómt á garði – nú tú ei hoyrist her, eitt lívsstykki er
farið, og sakn tað við sær ber. ___
Títt lætta, ljósa lyndið og skemtiliga tos – og hartil oftast
spældi á vørrunum eitt bros, slíkt kundi lyfta hugin upp um
alt strev og stríð, eitt gott orð við á vegnum stórt virði er í
tí. – - - Sum granni vart tú góður – og gott var vinalag, av
tiltøkum so mongum tit løgdu rygg til tað.
Men vanlukka teg rakti, og arbeiðsførið fall, tað tók tær fast,
at trygdin tær slepti upp á fjall, men nú teg feigdin rakti, so
frægt tú mentur var, at vón um ljósar løtur í barminum tú
bar. ___
Meg minnist nýggjársaftanskvøld í fjør um miðjunátt,
tá saman okur stóðu – árið fór um evstu gátt – og sóu
bálalogan, sum móti skýggjum dró, við minnum um tað
farna og ynskjum blíð og góð. Jú, mannabørn tey spáa, men
Harrin hann man ráða.
Við hesum fátæku orðum vilja okur lýsa frið yvir minnið
um grannan og vinmannin Magnus Holm.
Gjógvarávegur 11
NePtuN
80 ára føðingardagur
Mikudagin 2. apríl fyllir Nancy
Rasmussen, Lamba, 80 ára. Dagurin
verður hildin í Elim í Søldarfirði frá
kl. 17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin!
75 ára føðingardagur
1. apríl verður Martin Andreasen
í Vági 75 ár. Dagurin verður hildin
heima á Fossavegi 32 tann 5. apríl,
frá kl. 14.00 til 19.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
70 ára føðingardagar
Í sambandi við at Jens Christian og
Ingrid Hentze fylla sjeyti tann 28.
februar og 24±. mars verða dagarnir
hildnir í missiónshúsinum í Hvalba
leygardagin 29. mars millum kl. 13 og
18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Jens Christian og Ingrid