hósdagur 20. mars 2014síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 34 · 21. mars 2014
5
VIKUSKIFTI
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Nakað burturi frá býnum Hvide Sande,
sum liggur tætt við Ringkøbing í Dan
mark, býr Joan Jacobsen saman við
manni sínum – og teirra seks stóra
kettum, sum eru av slagnum norsk
skovkat.
Seinastu 10 árini hevur Joan
Jacobsen verið kettualari. Tað vil siga,
hon alir kettur til onnur fólk, ið ynskja
eina rasukettu sum húsdjór ella til
víðari aling.
– Ketturnar skulu vera hundrað
prosent rasukettur, og tí gangi eg eisini
høgt upp í, at tær hava eina ættartalvu,
har í minsta lagi fýra ættarlið av kettum
eru á, sigur Joan Jacobsen, sum er fødd
og uppvaksin í Klaksvík. Síðani síðst í
90unum hava hon og maðurin búð í
Hvide Sande, sum liggur á Jyllandi. Og
tað var eisini her, at kettuævintýrið hjá
Joan Jacobsen byrjaði.
– Tá vóru børnini hjá okkum vaksin,
og vit høvdu líkasum yvirskot til at taka
okkum av eini kettu aftur. At tað so
skuldi blíva til tað kettulívið, tað er
blivið til, hevði eg ongantíð trúð, men
mær dámar tað ótrúliga væl, sigur Joan
Jacobsen.
Kettu ístaðin fyri flogferð
Joan Jacobsen hevur altíð verið hugtikin
og áhugað í kettum.
– Sum barn í Klaksvík plagdi eg
at banka upp á dyrnar hjá fólki, sum
áttu kettlingar, og so spurdi eg, um eg
kundi lána teir eina løtu. So trillaði eg
kettlingarnar í dukkuvogni og royndi
viðhvørt at lata teir í klæðir og so fram
vegis, fortelur Joan Jacobsen, ímeðan
hon flennir og heldur fram:
– Í barnaheimi mínum høvdu vit
kettu í tveimum umførum, men tað var
hetta her við, at tær fingu kettlingar í
tíð og ótíð, og so máttu teir avlívast,
og tað var ikki so stuttligt. So foreldur
míni valdu at steðga at hava kettu,
greiðir Joan Jacobsen frá.
Ikki fyrr enn hon var vaksin, hevði
fingið mann og børn, fingu tey sær
kettu aftur.
– Fyrstu kettuna av slagnum norsk
skovkat fekk eg í 2003. Áðrenn tað
høvdu vit havt eina vanliga, lítla kettu,
men hon bleiv yvirkoyrd og mátti av
lívast. Saknurin var so mikið stórur
aftaná, at eg var simpilthen noydd at
fáa mær eina kettu aftur. Og tað bleiv
so til eina kettu av slagnum norsk skov
kat, sigur Joan Jacobsen.
Kettlingin fann hon á netinum, og
tá hon fór til fólkini, sum seldu, fekk
hon ein hvøkk.
– Kettlingarnir kostaðu 4000 krónur
stykkið, og tað helt eg vera rættiliga
dýrt. Men har var einki at gera, eg var
so forlipt í kettlinginum, at pengarnir,
sum eg hevði savnað saman til eina
flogferð til Føroya tær páskirnar, fóru
allir til nýggju kettuna, fortelur Joan
Jacobsen.
ríka
mitt lív
– Ketturnar geva mær nógv og hava veruliga ríkað mítt lív. Tær hava knýtt
seg til mín, men líka so tætt havi eg knýtt meg til tær. Tað sigur Joan Jacobsen,
sum er kettualari og sjálv eigur seks kettur av slagnum norsk skovkat. –
Ketturnar fylla ómetaliga nógv í mínum lívi, sigur Joan Jacobsen, sum eisini
luttekur í ymsum kappingum við kettunum, har tær klára seg framúr væl
Ketturnar
Joan Jacobsen saman við kettuni Miss Money Penny
myndir: privat