hósdagur 20. mars 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 34 · 21. mars 2014
6
VIKUSKIFTI
myndir: privat
Ein bleiv til 12
Joan Jacobsen og maður hennara vóru
alt fyri eitt glað fyri nýggju kettuna,
og tey blivu uppaftur glaðari, tá Joan
brádliga fekk eina innbjóðing til at
luttaka í eini kettuframsýning.
– Eg lat meg yvirtala og fór við á
hesa kettuframsýningina, uttan veru
liga at vita, hvat tað var. Kettan vann
framsýningina, og eg helt tað var heilt
fantastiskt, at fleiri dómarar og onnur
høvdu so nógv positivt at siga um mína
kettu. Upplivingin var framúr góð, eg
kom í samband við nógv fólk, sá nógvar
ymsar kettur og sum heild var tað bara
ótrúliga áhugavert, sigur Joan Jacobsen.
Umleið eitt ár seinni keypti hon eina
aðra kettu og síðani ein frens. Bæði eis
ini norsk skovkat.
– Vit fingu kettlingar í fleiri um
førum, og ta einu tíðina høvdu vit 12
kettur tilsamans, sum allar vóru hundr
að prosent rasukettur og sum heild
ógvuliga væl fyri. Eg vandi nakrar
av kettunum og fór við teimum til
framsýningar og aðrar kappingar, og
tær kláraðu seg framúr væl, fortelur
Joan Jacobsen, sum hevur fleiri steyp,
medaljur og annað, sum prógva, at
hennara kettur eru serstakliga væl fyri.
Hava innrættað
eftir kettunum
Í dag hevur Joan Jacobsen tilsamans
fimm kettur og ein frens. Av tí at hetta
kettuslagið er rættiliga stórt av vøkstri
er eisini neyðugt við góðum plássi í
húsinum hjá Joan og manninum.
– Vit hava innrættað nøkur øki
inni í húsinum, sum er serliga ætlað
kettunum. Tær hava millum annað
klatritræð, heingikoyggjur og onnur
støð, har tær kunnu liggja í húsinum.
Eisini hava vit gjørt kettunum eina
stóra innhegnaða grasplenu uttan fyri
húsini, soleiðis at tær ikki kunnu rýma,
tá tær eru úti, fortelur Joan Jacobsen,
sum tó eisini fer út um garðin við
onkrum kettum.
– Eg havi vant nakrar av kettunum
við at ganga í sela, so onkuntíð gangi eg
ein lítlan túr við onkrari kettu, júst eins
og tú vildi gjørt við ein hund. Ketturnar
venja seg skjótt við selan og tykjast at
trívast væl, sigur Joan Jacobsen.
Í løtuni hevur hon ikki ætlanir um
at fáa sær fleiri kettur.
– Tað er umráðandi, at vit ansa eftir,
at flokkurin ikki verður ov stórur, tí
so kunnu ketturnar gerast strongdar
av hvørji aðrari, og tí haldi eg meg í
fyrstu atløgu til hesar, sum eg havi nú,
sigur Joan Jacobsen.
Nógv umbidnar
Ketturnar hjá Joan Jacobsen eru rætti
liga populerar millum kettuvinir og
fólk, sum eru áhugað í at hava rasu
kettur og luttaka í ymsum framsýn
ingum og kappingum. Javnan fær
hon fyrispurningar frá fólki úr eitt nú
Amerika, Japan, Australia, Hollandi,
Grønlandi, Noregi og Svøríki.
– Eg havi selt nakrar til eitt nú
Finlands, Frakland og sjálvandi eisini
her í Danmark og í Føroyum, sigur Joan
Jacobsen og heldur fram:
– Mær dámar best at hitta fólkini,
áðrenn tey keypa ein kettu frá mær,
tí ketturnar skulu ikki fara til ein og
hvønn. Eg tosi altíð leingi við fólkini,
sum vilja keypa, og eg seti teimum eis
ini nógvar spurningar fyri at tryggja
mær, at tey eru egnað at hava eina slíka
kettu, sigur Joan Jacobsen, sum í fjør
seldi fimm kettur. Hvør kettan kostar
millum 4000 og 7000 krónur.
– Hesar ketturnar eru so ómetaliga
væl fyri í allar mátar, so eg gangi úr frá,
at tað er tí, at eftirspurningurin er so
stórur, sigur Joan Jacobsen, sum sjálv
luttekur í kappingum í eitt nú Dan
mark, Italia, Hollandi, Belgia og Týsk
landi fleiri ferðir um árið.
– Til onkrar av kappingunum lut
taka upp í 500 kettur, so tú kanst ætla,
at eg eri errin, tá ein av mínum kettum
klárar seg væl ella kanska enntá vinnur,
sigur Joan Jacobsen.
Gera seg minni strongda
Eingin ivi er um, at ketturnar hjá Joan
Jacobsen hava stóran týdning fyri hana
og fylla nógv í gerandisdegnum.
– Ketturnar fylla ikki alt, tí familjan
er nummar eitt, men tær liggja so heilt
greitt á einum øðrum plássi, sigur Joan
Jacobsen og flennir. Hon vísir á, at
ketturnar hava stóra ávirkan á seg.
– Onkursvegna gera tær meg minni
strongda. Tá eg hyggi í sjónvarp, koma
tær og leggja seg í mín favn, og tá
slappi eg fullkomiliga av. Somuleiðis
er, tá eg leggi meg at sova, tí tá koma
tær við mær inn í kamarið. Onkur fer
undir dýnuna, onkur vil liggja oman á
dýnuni, meðan ein heilt onnur vil liggja
við koddan, greiðir Joan Jacobsen, sum
als ikki er í iva um, at til ber at knýta
sterk bond millum fólk og kettur.
– Ketta »tosar« til eitt menniskja
upp á ein annan máta, enn hundur
ger. Ketta merkir alt fyri eitt, um tú ert
í ringum lag og kemur tá yvir til tín
fyri at ugga. Tær ávirkast ótrúliga nógv
av sinnalagnum hjá menniskjum, sigur
Joan Jacobsen og vísir samstundis á, at
í fleir førum kunnu hennara kettur tað
sama, sum hundar gera.
– Eg kann spæla við tær, júst eins
og tú vildi spælt við ein hund. Eg kasti
eitt træpetti, og tær koma aftur til mín
við tí. Eisini havi eg lært onkra av teim
um at geva meir eitt »high-five«, so jú,
tær eru klókar og næmar, sigur Joan
Jacobsen.
Sjálv kann hon illa ímynda sær eitt
lív uttan tær stóru, vøkru ketturnar.
– Eg eri heimagangandi, so eg havi
tíð til at taka mær av teimum. Tað
hevði ivaleyst verið einsligt her uttan
ketturnar. Ikki tí, tær eru ikki erstatn
ingur fyri nakað sum helst, men eru eitt
ítriv – eitt dýrt ítriv. Men eg vil helst
ikki vera ketturnar fyri uttan, sigur
Joan Jacobsen.
Les meir um Joan og ketturnar á
www.morgunstralan.dk
Úti í garðinum hava ketturnar eitt inn-
hegnað øki, har tær viðhvørt halda til