hósdagur 20. mars 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 34 · 21. mars 2014
7
VIKUSKIFTI
Starv?
– Sølu & marknaðarleiðari í Miðlahúsinum.
Besta við starvinum?
– Nógvar bóltar í luftini í senn. Kontakt við
nógv fólk og góðar starvasfelagar.
Hvør hending
í starvinum er
minnisrík?
– Nógvar. Men tá
vit keyptu Rás2 og
Vikublaðið hava
verið mest spenn
andi, tað bleiv ein
nýggj avbjóðing.
Tað er tað, mær
dámar best.
Hvønn tónleik dámar tær best?
– Allan føroyskan tónleik, men eingin
er sum Hallur, Evi og Kristina.
Hvat ger teg í góðum lag?
– Tá eg spæli við oldboys fríggjakvøld í høllini. Vit
eiga fýra børn og fimm abbabørn, eri serliga glaður
fyri øll teirra frambrot, so sum tá tey klára eksamiur,
uppgávur og onnur ting. Dagliga gleðist eg um, tá
Hilmar Jan, Heri Simonsen og Maggi eru til arbeiðis,
teir gera dagin stuttligan. Mínir starvsfelagaðar
á søludeildini hava altíð eitt gott gullkorn, so
vit hava tað simpulten so stuttligt á deildini.
Hvat gert tú í fríðtíðini?
– Saman við familjuni. Um summarið gangi eg
nógv í haganum. Lesi nógv, serliga persónssøgur
og fakbøkur, men stundir eru eisini at fáast
við okkurt í garaguni, tað njóti eg.
Ferðast tú í egnum landi?
– Ja, heilt nógv. Vit plaga at lána okkurt summar
húsið og bjóða børnum og abbabørnum við.
Síðan vit fingu húsvogn er ferðingin kring
landið blivin heilt nógv. Tað eru stuttligar løtur
saman við øllum hinum, sum eiga húsvogn.
Aktiva feriu ella
sleikja sól?
– Dámi best at nýta
góða veðrið við at
sleikja sól. Okkara
seinasti Kretatúrur
var fantastiskur.
Hvat hyggur tú at í sjónvarpinum?
– Onnur eru avhengig av sigarettum, eg eri avhengigur
av tíðundunum í útlendskari TV-pressu. Føroyskur
og útlendskur fótbóltur, dokumentar sendingar og
danskur politikkur er tað, eg brúki sjónvarpið til.
Lívrættur?
– Ongin serligur rættur, men svensk pølserett,
alt av føroyskum seyði og susji.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
– Fleiri, eitt nú Obama, Pia Kjærsgaard og Kristiansund
trålerne, ein bók um trolarnar í Kristiansund í 50'unum.
Fjølmiðlar, undirhaldsbransjan,
infotainment, plaga at spyrja
fólk um alt møguligt, sum eingin
blívur klókari, glaðari ella ein
betri samfelagsborgari av at fáa
at vita.
Týdningarleysir spurningar og
týdningarleys svør.
Men fólkið vil hava undirhald.
Og fjølmiðlarnar er til fyri fólkið.
Tí fólkið betalur tað, sum onnur
ikki betala.
Fólk verða so spurd um besta
hetta og næstbesta hatta, yndis
bæði eitt og ikki minst annað. Og
tey svara fegin.
Í einum av hasum spurna
øðinum hjá fjølmiðlunum varð
spurt, um fólk høvdu ein óvana,
tey vildu sleppa av við.
Nógv svaraðu, púra og sera
óvæntað, royking og køkur.
Nær verður ein vani ein
óvani? Hvussu nógv ár skulu fólk
roykja, áðrenn roykingin gerst
ein óvani?
Føroyingar eiga heimsmetið í
at arbeiða minni enn fulla tíð.
Tey, sum roykja, arbeiða til
dømis ikki fulla tíð. Tey arbeiða
ikki í roykipausunum, sum
annars eru í arbeiðstíðini.
Eg fekk ongantíð spurningin,
handan um nívandi óvanan.
Men fekk eg hann tá, hevði eg
svarað, uttan at hugsa meg um:
skyldurøkni. Skyldurøkni. Pligt
uppfyllilsi.
Onnur halda, at skyldurøkni
er ein góður vani og siður, ja,
enntá ein dygd, ein óvanlig dygd,
tí ikki so nógv eru skyldurøkin
soleiðis heilt út á eggina.
Nei, skyldurøkni er ein stræv
in og keðiligur óvani. Og eingin
takkar tær fyri at vera skyldur
økin. Fyri at gera tínar skyldur.
Men hesin veturin, sum nú er
komin í helvt, hevur fingið meg
at broyta hugsan. Skyldurøkni,
tann, sum eg líði av, er eitt slag
av autismu, og eg eri autistur
light. Eg loyvi mær at skriva
politiskt ókorrekt um meg sjálv
an. So eg beri ikki autismu, eg eri
autistur.
Allar arbeiðsdagar eri eg
tíðliga á fótum, sera tíðliga.
Og var eg ikki so skyldurøkin/
autistiskur, var eg ikki farin
undan dýnuni síðani eina ferð í
desember í fjør.
Tí tað er ræðuligt at fara
upp og út í myrkur og illveður
og regn hvønn einasta ein
morgun, viku eftir viku, mánað
eftir mánað. Tað er drepandi so
líðandi. Hevði tú ein farra av lívs
neista, slóknar hann og verður
skolaður til havs gjøgnum turbin
urnar hjá SEV.
Men júst skyldurøknin, ringi
óvanin, noyðir meg at fara upp
og til arbeiðis. Hon vinnur á
tunglyndinum. Óvani, nei, ikki
longur.
Og tá dimmalættingin
endiliga av álvara er farin at
nærkast uppfaringartíðini, so
verður klokkan flutt, tí nú skulu
vit hava summartíð á hávetri. Og
so er aftur ein tíma myrkari um
morgunin.
Eg veit, hví vit flyta klokkuna,
tí tað gera tey í Danmark.
Alt, sum vit hava í Føroyum,
hava vit, tí tað hava tey í
Danmark – uttan garnatálgina.
Hví FM í garnatálg, tá eingin
annar í verðini hevur garnatálg
(tey hava gamaní garnatálg
kanska bara wannabe ella look
alike í Íslandi, men hon telur ikki
við)?
Hví ikki HM? Vit eru favo
rittar at fáa heimsmeistaran, ella
fimm heimsmeistarar, í garnatálg.
Og nú er garnatálgin góð
fyri heilsuna. Tjóðskaparroman
tikkurin vinnur á gomlu, donsku,
heilsuráðunum. Hjallurin í staðin
fyri pyramiduna.
Ferðavinna hevur nú í eitt
mannaminni verið vinnan, sum
skal bjarga Føroyum. Tað hevur
hon ikki gjørt enn.
Tað ber væl til. Setið eitt sølu
fólk, sum dugur at selja óveður
og her verður ikki verandi fyri
turistum.
Hví verður vígt kranavatn
slett í høvdið á børnum, sum
verða doypt? Tað er fyri at
heilsvaska tey.
Tey telgja sær framvegis
fanar(F) í fjølmiðlunum.
Latið bara søguna doyggja,
hon er einki at reypa av kortini.
Tí er hon heldur ongantíð
skrivað. Í staðin fyri níga vit
niður í bøn og takka veðurgudi
fyri veðrið í okkara alfagra landi.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
BIrgir Waag Høgnesen
lagt til rættis: Leo Poulsen
Rás2 og VikuBlaðið
mest spennandi
Tað heldur BIrgir Waag Høgnesen, sølu- og
marknaðarleiðari í Miðlahúsinum um minningar
ríkastu hendingarnar í húsinum. Hann ferðast
nógv í egnum landi við húsvogni sínum og dámar
væl føroyskan tónleik, tó eingin er sum Hallur, Evi
og Kristina. Og so dámar honum sera væl svensk
pølserett, alt av føroyskum seyði og susji
Skyldurøkið veður