hósdagur 20. mars 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 34 · 21. mars 2014
8
VIKUSKIFTI
LURTA LES & UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Eitt av mongum tingum
argentinar gera krøv uppá
er, at teir eiga tangodansin
Á ferð í Uruguay 8. partur
Men faðirin at tango-dansinum,
Carlos Gardel var uruguay-búgvi.
Uruguay er deilt í 19 landslutir, har
stuttlig vegaskelti eru at finna. Og
fyri stuttum fekk ein føroyingur
stemplað passið í Uruguay
við áskriftini »32. februar«.
Í argentinska høvuðsstaðnum,
Buenos Aires verður reypað óført
av, at faðirin at tango-dansinum,
Carlos Gardel menti hendan ser
liga dansin í argentinska høvuðs
staðnum. Teir yvirstoltu argentin
arnir, sum eisini gera krav uppá alt
Eldlandið og Falklandsoyggjarnar,
eru ógvuliga ernir av tí mentanar
liga arvinum teir hava givið
heiminum við tí serliga tango-dans
inum, sum í eina heila øld hevur
gingið eina sigursgongu gjøgnum
allan heimin. Men við vilja, ella
við óvilja gloyma argentinar ein
týdningarmiklan lut í søguni um
tango, og upprunan til dansin.
Gardel var uruguay-búgvi
Faðirin at tango-dansinum, Carlos
Gardel var nevnliga uruguay-búgvi.
Hvar hann enn kom, so fortaldi
hann fólki, at hann var borin í heim
í býnum, Tacuarembó í Uruguay í
árinum 1887. Mamman, Berthe
var vaskikona, og flutti við Carlos
til argentinska høvuðsstaðin,
Buenos Aires, tá Carlos var ein
lítil smádrongur. Carlos Gardel
fann skjótt útav hvussu stoltir
argentinar vóru av, at hann hevði
ment tann serliga tango-dansin
í høvuðsstaði teirra. Speiskliga
plagdi Carlos Gardel at taka til:
– Eg var føddur í Buenos
Aires, tá eg var tvey ára gamal.
Gardel hevði nevnliga uruguay
anskan ríkisborgararætt, áðrenn
hann fekk argentinskan ríkis
borgararætt seinni í lívinum.
Gjøgnumbrot í 1917
Gardel fekk sítt stóra gjøgnumbrot
í 1917, tá hann seldi 10.000
lakkplátur í øllum Latín-Amerika,
sum var nógv tá á døgum. Aftaná
1917 gjørdist talan um eina sanna
sigursferð við framførslum í øllum
Latín-Amerika, Fraklandi, USA, og
í Spania, har nógvar plátur vóru
seldar, og filmar eisini vóru inn
spældir, sum vístu hansara stóru
evni, sum sangari og dansari. 24.
Thomas Dybdahl
kann í næstum
upplivast í Havn
Svenskur tónleikabólkur ger tiltak, sum er
teirra uppskot um tann fullkomna festivalin
Smáar hendingarnar leggja seg sum skuggar yvir
forholdið millum Chantel og Jean-Marc
Eitt av stóru tónleikanøvnunum
í Svøríki seinastu árini er rock
bólkurin Kent, ið hevur selt
2,5 milliónir eintøk av sínum
útgávum, sum eru 10 í tali.
Nú tekur Kent eitt óvanligt
stig, tí bólkurin skipar fyri
Kentfest í summar. Talan er
um tveir festivalar – annar
á Ullevi leikvøllinum 1. juni
og hin á Gærdet 15. juni.
Á heimasíðuni sigur bólkurin,
at Kentfest er uppskotið hjá
Kent um, hvussu tann fullkomni
festivalurin í teirra hugaheimi skal
verða. Umframt tónleik bjóðar
Kentfest eisini mat, drykkjuvørur,
aktivitetir og framúr tænastu.
Kent verður sjálvandi høvuðs
navn á sínum egna festivali, men
eisini Nina Persson, Junip og Tove
Lo skulu framføra á Kentfest.
Kent gevur í apríl nýggja
fløgu út, og teir skulu eisini
spæla nakrar konsertir í Norður
londum í mai mánaði.
Eitt miðaldrandi
franskt par skal
hittast við strondina
í Normandínum.
Chantel kemur fyrst
til gistingarhúsið og bíðar á
strondinum eftir manninum. Tá
ið Jean-Marc kemur til býin, fer
hann at leita eftir Chantel og
heldur seg finna hana. Men tá
vísur tað seg at verða ein eldri
kvinna. Samstundis kennir Chantal
á sær, at menninir á strondini
ikki longur hyggja at henni.
Hesar báðar hendingarnar
leggja seg sum skuggar yvir
forholdið millum Chantel og
Jean-Marc, og tær fáa eisini stórar
avleiðingar fyri teirra gerandis-
dag.
Milan Kundera, sum varð føddur
í Kekkoslovakia, men flýggjaði til
Fraklands í 1975, verður roknaður
sum ein av stóru europeisku
rithøvundunum í 20. øld.
Hann hevur skrivað bókina
L’Identité (á donskum Identiteten)
um Chantel og Jean-Marc í 1998.
Ein stutt og sterk skald
søga, sum bert Milan
Kundera kann skriva hana!
Í Noregi verður
hann sammettur
við Nick Drake
og Jeff Buckley
og telist millum
stóru tónleikanøvnini.
29. mars fer Thomas
Dybdahl á pall í Føroyum.
Thomas Dybdahl er stór stjørna
í heimlandinum Noregi og hevur
vunnið fleiri Grammy heiðurslønir.
Hansara nýggjasta útgáva
»What’s Left Is Forever« kom út í
september 2013 og er framleidd
av legendariska Larry Klein, sum
millum annað er kendur fyri at
hava framleitt fyri Joni Mitchell.
Útgávan hevur fingið sera góð
ummæli, bæði heima og úti. Til
dømis skrivar New York Times,
at hvør sangur er sum ein spent
og viðkvom kikkan eftir ondini.
Thomas Dybdahl trínur á
pall saman við bólki sínum
í Norðurlandahúsinum,
leygarkvøldið 29. mars.
Niels Uni Dam
UPPLIV!
LES!
Rockbólkur ger egnan festival
Menninir hyggja ikki longur
Viðkvom
kikkan
eftir
ondini
Tango,
departa-
mentini og
32. februar