hósdagur 20. mars 2014síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 34 · 21. mars 2014
9
VIKUSKIFTI
Eivør, ið leygarkvøldið vann
tvær FMA heiðurslønir, er nú
farin á konsertferð í Danmark,
Týsklandi og Eysturríki.
Mikudagin 26. mars legði Jyderup
Højskole pall til fyrstu konsertina á
várkonsertferðini hjá Eivør Pálsdóttir.
Konsertferðin telur 9 konsertir
í 9 dagar í trimum ymiskum
londum, slag í slag gongur leiðin
úr Jyderup til Tønder, til Køln,
til Halle, til Aschaffenburg, til
Hannover, til Erlangen, til Salzburg
til Ebenesee í Eysturríki, har Eivør
og bassleikarin Mikael Blak spæla
síðstu framførsluna. 4. apríl.
Eivør og Mikael hava áður ferðast
saman sum duo, og verður hetta
lýst sum ein intim duo uppseting.
Niels Uni Dam
Bjóðaði sjúkuni av
Eivør ferðast í Europa
Eivør hevur konsertir í Danmark, Týsklandi og Eysturríki
Fríggjadagin letur ein framsýning
við verkum hjá J. P. Gregoriussen og
Anne Marie Gøricke upp í Galerie
Focus í Lambagerði 1 í Havn.
Anne Marie Gøricke er fødd
í 1948 í Ringsted. Um verkini
hjá henni á framsýningini í
Galerie Focus er at siga, at eftir
herviliga, lívshóttandi sjúku, er
hon framvegis í fyribyrgjandi
viðgerð. Hesi viðurskifti, saman
við hendingum á lívsleiðini, hevur
leitt til, at hon brádliga aftur tók
málarakynstrið uppaftur, sum
ein greið avbjóðing mót sjúkuni,
sum als ikki skuldi vinna á henni.
Málað er við stórum mátti og
dirvi, móti sjúkrahóttan, hetta
endurspeglast í myndunum. Hon
er øðrum til fyrimyndar, sum
stríðast við hóttandi sjúku. Hon
dittar sær tí til, og nógv hava
eggjað hana til at lata hesa
framsýning upp í Galerie Focus.
J.P. Gregoriussen er føddur í
1932 í Havn. Hann er útbúgvin
arkitektur í 1960 og stovnaði
saman við øðrum Arkitektafelag
Føroya í 1981. Hann hevur sett
sín serliga dám á byggilistina í
Føroyum, bæði sethús, skúlar
og nógvar aðrar spennandi
bygningar til dømis Listaskálan
í Havn. Hann hevur sýnt fram
sínar tekningar síðan 1962,
millum annað ferðatekningar
úr útheiminum. Palli hevur altíð
verið sera góður við sín føðibý,
Tórshavn, og mangan teknað
Havnina. Palli hevur eisini útgivið
bøkur við egnum tekningum,
serliga kendar eru bøkurnar
um kirkjurnar í Føroyum.
Framsýningin er opin
fram til 3. apríl.
Tá ið Nick Carraway flytur inn í
eini hús á Long Island verður hann
granni hjá ríkmanninum Jay Gatsby,
sum heldur risastórar veitslur fyri
øllum, ið hava hug at verða við.
Eingin veit rættiliga, hví Gatsby
er blivin ríkur, men spakuliga
kemur Nick undir húðina á Gatsby
og finnur fram til, hvat tað er, ið
rímaðurin hevur í kvittanum.
The Great Gatsby, sum F. Scott
Fitzgerald skrivaði í 1925, er ein av
størstu bókunum í amerikanskum
skaldskapi. Bókin hevur yvirlivað
tíðarinnar tonn og fekk nýtt lív, tá
ið leikstjórin Baz Luhrman gjørdi
eina stórsligna endurinnspæling
av filmi um bókina.
Leonardo DiCaprio og Tobey
Maguire hava høvuðsleiklutin í
flotta filminum við sterku søguni,
sum dregur teg inn í jazztíðina
í USA, tá ið nógv bar til, og alt
var loyvt. Filmurin vann tvær
Oscar heiðurslønir – fyri bestu
framleiðslu og bestu sniðgeving.
Netflix bjóðar nógvar
óneyðugar og líkagyldugar filmar
og sjónvarpsrøðir, men Netflix
hevur eisini sínar løtur, og í
vikuni gjørdist stórfilmurin The
Great Gatsby tøkur á Netflix.
Eitt gott val, um tú skalt
hyggja eftir filmi um vikuskiftið!
Anne Marie Gøricke málar við stórum mátti og dirvi móti
sjúkrahóttan, og hetta endurspeglast í myndunum
Nú ber til at síggja stórfilmin hjá Baz Luhrman á Netflix
juni í 1935 datt Carlos Gardel
niður við einum flogfari í Medellin í
Kolumbia. Alt Latín-Amerika syrgdi
deyða hansara. Men arvurin eftir
Carlos Gardel livir enn kring allan
heimin. Eisini í Dansifrøi í Havn.
Tango er ein heims-
arvur hjá báðum
UNESCO-felagsskapurin hjá
Sameindu Tjóðum hevur útnevnt
tango-dansin at verða ein heims
arv. UNESCO hava verið diplomat
iskir, og hava útnevnt dansin til at
verða ein arvur hjá bæði Argen
tina og Uruguay, sum eisini er ein
heimsarvur. Bæði londini gjørdu eitt
rímiligt krav uppá hetta. Argentina,
tí Carlos Gardel menti dansin í
teirra landi, og Uruguay, tí teir áttu
Carlos Gardel. Í Montevideo verður
eisini staðfest, at Carlos Gardel
helt við øðrum av teimum stóru
fótbóltsliðunum í Montevideo,
nevnliga Nacional. Á leikvøllinum
hjá Nacional, Estadio Gran Parque
Central er ein heiðursbonkur fyri
Carlos Gardel. Eg og Ivan Eginsson
Eysturland nýttu, sum myndin
sýnir høvið at njóta útsýnið yvir
Estadio Gran Parque Central saman
við Carlos Gardel. Í miðbýnum í
Uruguay sóust ikki so fá fólk, sum
royndu seg við tango-dansinum
afturvið klassiskum tango-tónum
frá fyrst í 20. øld, tá Carlos Gardel
var á døgum. Tango-dansurin er
veruliga í merginum hjá teimum.
»Departament« við
stuttligum vegaskeltum
Landslutirnir í Uruguay verða
nevndir »Departament«. Í Uruguay
eru 19 departament. Nógv av
departementunum fíggja sítt
veganet við vegaavgjøldum, sum
ein má rinda rættiliga ofta, tá ein
koyrir gjøgnum landið. Og tað eyka
útreiðsluna má ein so kalkulera við.
Í summum departamentum býr ikki
so nógv fólk, og tað kann verða
langt millum býirnar. Tí kunnu
vegaskeltingarnar verða rættiliga
stuttligar og tilfeldigar, sum dømi,
ið sæst á myndini, har ein tvær
ferðir innan nakrar heilt fáar metrar
verður biðin um ikki at yvirhála.
Stemplað »32. februar«
Fyri stuttum var Ivan Eginsson
Eysturland, fremsti vinurin hjá
Uruguay í Føroyum aftur á vitjan
í landinum. Her upplivdi Ivan enn
einaferð hvussu rólig fólk eru í
Uruguay, uttan at ganga ov høgt
uppí allar formalitetirnar. Ivan
hevur lutað eitt sera stuttligt
pass-stempul við okkum. Av
sonnum eitt stempul, sum ikki
er unt nógvum at fáa í sítt pass.
Seinast í sjeytiárunum gav skaldið
Jóanes Nielsen út yrkingarsavnið
»Trettandi mánaðin«. Men
undirritaði vil siga, at stemplið í
passinum hjá Ivan, sum hann fekk
í Uruguay slær tað heitið. Har
stendur nevnliga »32. februar«.
Heri Simonsen
Stóri Gatsby á Netflix