Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-20, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2014síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 34 · 21. mars 2014 10 VIKUSKIFTI lívinum... Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í bókini »Edelweiss og sólarkaffi«, sum Monika Stauss Joensen gav út fyri jól, eru stuttligir minnisibitar, forkunnug ommuráð, nemandi hugleiðingar, ítriv og uppskriftir. Alt er kryddað við familju­myndum og øðrum myndum. Í bókini viðger Monika eisini ymisk evni úr sínum lívi, og í fyri einum mánaði síðani tosaðu vit við hana um lagnur í sínum lívi. Hesaferð er evnið at vera fremmandur. Monika er uppvaksin í Sveis og hevur búsett seg í Føroyum, og hon hevur upplivað, hvussu tað er at koma sum fremmandur í nýtt land at seta búgv, liva og møta nýggjum mentanum. – Tað er ikki altíð lætt at flyta úr einum landi í annað, og serliga í fyrstani kann tað hava fleiri avmarkingar við sær. Mær dámar ógvuliga væl at hugna mær saman við vinum við at práta, samskifta og skemta. Men tá tú knappu­liga ikki skilur eitt einasta orð, sum verður sagt, kanst tú kenna teg uttan­fyri og avbyrgda, sigur Monika og heldur fram smílandi: – Kanska var tað heppið, at týska sangarinnan, Nicole, árið fyri, sum eg flutti til Føroya, vann altjóða sang­ kapp­ingina Eurovision við sanginum »Ein bisschen Frieden«. Fleiri ferðir, tá eg fór til handils og skuldi keypa ost ella okkurt annað og spurdi »Do You under­stand English or German?«, kom svarið alt fyri eitt: »Ein bisschen Frieden«. Tað var jú í og fyri seg deiligt; tað er bara tað, at »Frieden« ikki er so lætt er at keypa, um tað so bara var »ein bisschen«. Hitti føroyskan mann Orsøkin til, at Monika kom til Føroya at búgva, var, at hon hitti føroyskan mann. Tey giftust í Føroyum og búsettust her. – Eg hevði gott arbeiði í Sveis, nógvar góðar vinir og sjálvandi tosaðu vit aftur og fram, hvar vit vildu búsetast og um møguleikarnar hjá okkum báðum á hvørjum staði, Sveis og Føroyum. Tað hevði ikki verið lætt hjá manni mínum at fáa arbeiði í Sveis sum útlendingur og útlærdur skipsførari. Hann sigldi tá við einum Mærsk – skipi og hevði hildið fram at sigla úti. Í Sveis er ikki vanligt, at mennirnir eru leingi burtur, og vikuskifti plagar man at hava saman sum familja. Mær dámdi einki tankan, at eg skuldi vera so nógv einsamøll, serliga ikki um vikuskiftini, um hann til dømis var 3 mánaðir burtur. Tí ynksti eg at royna – í øllum førum eina tíð – at búgva í Føroyum. Eisini ynskti eg at læra tað føroyska málið og at koma at kenna hansara bakgrund. Hevði eg ikki funnið meg til rættis her í Føroyum, høvdu vit ivaleyst flutt til Sveis. Tað var eitt heilt annað samfelag enn dagsins, ið Monika flutti til í Før­ oyum fyrra partin av áttatiárunum. – Tað er púra víst, at samfelagið er nógv broytt. Á øllum økjum er ein stór broytin hend. Í musikkskúlanum var t.d. einkin barsilskipan, tá eg fekk mítt fyrsta barn. Eg fekk at vita, at eg bert skuldi koma aftur til arbeiðis, tá eg orkaði. Lítið vitandi um slík viðurskifti, og hvussu tað var, at hava lítið barn, var eg við ringara samvirka í nakrar vikur heima og fór so aftur til arbeiðis eftir eina heldur ringa føðing. Men aftaná eg hevði fingið næsta barnið, var barsil­skipanina ornað, greiðir hon frá. Dummaði seg Skiftið frá sveisiska samfelagnum til tað føroyska kundi eisini skapa trupulleikar, tá ið Monika fór til handils. – Her dummaði eg meg mangan. Ein dagin fingu vit døgurðagestir, og eg ætlaði mær at gera nakað ser­ligt og hugsaði at gera lasanju. Í handl­inum royndi eg at greiða frá, hvat lasanju­ plátir var fyri nakað og vísti á ein pakka av spaghetti og segði, at lasagne­plátur var mest sum lík hesum, men saman­ hang­andi og í plátuformi. Men lítið hjálpti, og eg mátti bara staðfesta at sumt, sum eg var von við at keypa heima í Sveis, var ókent í Føroyum mitt í 80- unum. – Lasanjan, sum vit fingu tann lærdi Moniku føroyskt Emil úr Lønnibergi – Tá ið tú sum fremmandur kemur til eitt nýtt land, ræður um at læra seg málið sum skjótast, sigur Monika Stauss Joensen, sum er ættað úr Sveis og flutti til Føroya fyri tredivu árum síðani Monika Stauss Joensen er ættað úr Sveis og býr í Leirvík, har hon er gift og eigur 4 børn. Hon starvast dagliga á Føroya Musikkskúla. Í fjør gav hon gjøgnum Bókadeild Føroya Lærarafelag út bókina »Edelweiss og sólarkaffi – eitt sindur av hvørjum úr Sveis og úr Føroyum«. Í hesi greinarøð taka vit nøkur evni úr bókini, ið vit varpa meira ljós á. Fremmandur Úr »Edelweiss og sólarkaffi« við Monika Stauss Joensen mynd: Kristfríð Tyril, momo