hósdagur 20. mars 2014síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 34 · 21. mars 2014
11
VIKUSKIFTI
dagin, var gjørd við heimagjørdum
platum og var meira líkt einum klumpi
av deiggi við eitt sindur av kjøtsós og
osti inn ímillum. Helst hevði mangt
verið eitt sindur lættari, um eg tá hevði
dugað at skemtast við tí, heldur enn
at gerast kedd og nipin, sigur Monika.
Málið avgerandi
Í bók síni greiðir Monika frá ymiskum
stuttligum hendingum, tí hon sum
fremmandur í Føroyum var óvitandi
um ymisk viðurskifti. Men hvørji
ráð kann hon geva øðrum fólkum,
sum flyta úr útlandinum til Føroya at
búgva?
– Tað er eitt sindur ringd at geva
»góð rað« til onnur. Men grundleggj
andi hevði eg sagt, at man skal vera
opin, positiv og royna at læra seg málið
skjótast gjørligt. Tað ræður ikki um at
tosa perfekt, men so tú kanst vera við í
tí, sum hendur og verður sagt og kanst
samskifta við fólk. Málið er ein partur
av mentanini og hevur stóra týdning,
um tú vilt kenna teg væl og heima á
nýggjum staði.
Tá ið Monika flutti til Føroya, var
ikki lætt hjá útlendingum at læra seg
føroyskt.
– Tíverri var eingin kvøldskúli fyri
útlendingar, tá eg kom til Leirvíkar. Eg
mátti bara finna upp á okkurt sjálv.
Eg helt, at besta mátin var at byrja
á barnastøði og keypti mær Emil úr
Lønnibergi á føroyskum og á týskum.
So sat eg fyri meg sjálvan, samanlíknaði
setningar og hevði nógvar spurningar
at spyrja, hvørja ferð maður mín kom
heim. Tá eg hevði fingið fyrsta barnið,
og hann mangan fann uppá ymiskt,
sum eingin annar hevði kunnað funnið
uppá, fekk eg mangan at hoyra, at nú
hevði eg sjálv fingið ein lítlan »Emil«.
Eftir hesi mongu árini í Føroyum,
kennir Monika seg framvegis sum
sveisara.
– Eg eri sveisari, havi sveisist pass
og kenni meg sum sveisara. Men
sjálvandi verður tú ávirkað av um
hvørvi og menniskjum, sum tú livur
ímillum. Viðhvørt plagi eg smílandi at
siga, at eg havi tað so gott sum ongin
annar, tí eg kann gera akkurat sum eg
vil – í Føroyum kann eg bert siga »at
soleiðis ger man í Sveis« og heima í
Sveis kann eg siga, at »soleiðis ger man
í Føroyum«.
– Men nei, nei, tað eru eisini løtur,
har tú kennir teg eitt sindur uttanfyri
og leingist og kann vera sárbær orsaka
av tí. Eg havi jú mínar røtur aðrastaðni,
og hagar leingist eg viðhvørt. Eg haldi,
at hetta er bara postitiv og eitt tekin
um, at eg hevði tað gott, haðani eg kom.
Í næstu greinini í hesari røð fara
vit at tosa um vár og páskir og frætta
okkurt um páskasiðir í Sveis.
Myndir: privat
Vísdómsorð
»Tað besta og vakrasta í
lívinum kann ikki síggjast
ella nertast við. Tað kann
bert kennast í hjartanum.«
H. Kellers
Vatnbakkilsi
Tú hevur brúk fyri:
½ l av vatni
150 g av margarini (ella smøri)
½ ssk av salti
9-10 egg
300 g av mjøli
Soleiðis gert tú:
• Koyr vatn, salt og margarin í eina grýtu og kóka, til margarinið er smeltað.
• Síla mjølið á ein talerk.
• Tak grýtuna av plátuni, stoyt alt mjølið í margarinvatnið og rør alt saman til ein klump, so skjótt til ber.
• Set grýtuna aftur á heitu plátuna og rør í uml. 1 minutt, til deiggið er leyst frá grýtuni.
• Koyr deiggið í eina skál og lat kølna.
• Lat eitt egg í senn í skálina og rør væl ímillum hvørja ferð; deiggið skal ikki vera ov tunt.
• Legg bakipappír á bakiskuffuna og skeiða við tveimum súpuskeiðum eggjastórt á pappírið.
Minst til, at tey vaksa undir bakingini.
• Verður bakað í 30 min. í 200 stigum. Lat ikki hurðina á ovninum upp, meðan tú bakar!
• Lat vatnbakkilsini kólna á rist.
Tú kanst fylla vatnbakkilsini við tí, tær og tínum dámar best
Eg plagi at:
• skera teir sundur, leggja eina lítla skeið av súltutoyi í niðaru helvtina.
• síðan eina súpuskeið av paffkremi og ovast eina súpuskeið av róma.
• legg síðan lokið á og síla eitt sindur av florsukri sum prýði oman yvir bollarnar.
Vilt tú geva vatnbakkilsunum serligt skap, kanst tú gera svanir
• Brúka sproytiposa og sproyta eitt ‘S’ umframt ein prikk til hvønn svanin á bakipappír. Baka hetta fyri seg.
• Hetta tekur minni tíð enn vatnbakkilsi; minst til ikki at lata ovnin upp, meðan bakað verður.
• Sker vatnbakkilsini í helvt, fyll tey sum vanligt.
• Ovaru helvtina sker tú í helvt og trýstir báðar helvtirnar sum veingir í róman,
somuleiðis ‘S’ið og prikkin sum háls og hala á svaninum.
mynd: Kristfríð Tyril, momo