hósdagur 20. mars 2014síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 34 · 21. mars 2014
12
VIKUSKIFTI
Samrøða
Simona Weihe
simona@sosialurin.fo
Ein av teimum yvir 100 teilendingunum
í Føroyum er 37 ára gamla Saijai Absa
lonsen. Saijai er gift Ragnari Absalonsen
og tey hava síðan seinasta summar
búð í Havnardali í Havn. Tey giftust í
Teilandi í mai 2011, har tey høvdu búð
saman í nøkur ár. Tey eiga tvey ára
gamla sonin Connor, og vænta næsta
barn sítt um ein góðan mánað. Ragnar
siglir. Tað gjørdi hann eisini, tá tey bæði
búðu í Teilandi. Hann er burtur í fýra
vikur og so heima í fýra. Tá hann er
umborð tosa tey um Skype.
Eg eri rættiliga forvitin at vita,
hvussu tað er hjá Saijai at finna seg til
rættis í hesum lítla, kalda landinum.
Hvussu umstøðurnar eru at læra seg
málið og hvørjar dreymar hon hevur í
sínum nýggja heimlandi.
Eg vitji hana í hennara hugnaliga
heimi. Tað angar so væl í køkinum
av góðum kryddi. Dúkar, myndir og
brúkslutir bera boð um aðra mentan.
Grøna teið, sum Saijai skeinkir mær, er
so frískt og leskiligt. Lítli sonurin hevur
krím, so hann er ikki í vøggustovu
hendan dagin. Hann situr so fittur og
fylgir við øllum. Tað er so friðsælt hesa
løtuna.
– Í Teilandi búgva 65 milliónir fólk.
So tú kanst ætla, at har er ein øgiligur
meldur. Veðurlagið er gott og landið
vakurt við framúr flottum strondum,
fortelur Saijai, og heldur fram:
– Men mær dámar væl her í Før
oyum. Landið er vakurt og her er so
friðarligt og trygt. Fólkið er fyrikom
andi, men kuldan skal eg venja meg
við. Teilendskir vinir hava sagt mær, at
tað tekur bara eini 2-3 ár at venja seg
við veðurlagið, so tað er ikki so galið.
Eg spyrji Saijai, um hon hevur
hugsað um at fáa sær eitt arbeiði?
– Eg eri við barn, so eg hugsi ikki
um at fara út á arbeiðsmarknaðin júst
nú. Høvuðsorsøkin til at vit fluttu
vesturum, er tí vit vilja at børnini
skulu vaksa upp í Føroyum, tí her er
so trygt og frítt, og at tey kunnu fáa
góða skúlagongd og útbúgving. Eg síggi
fyri mær, at tá børnini verða størri, fari
eg út aftur á arbeiðsmarknaðin. Eg havi
arbeiðsroyndir frá sjálvtøkuhandlum í
Teilandi. Hvat tað so verður til, tað fer
tíðin at vísa.
Undirvísingin í føroyskum
Tað stendur útlendingum í boði at fáa
í minsta lagi 40 tímar undirvísing í før
oyskum. Hesum tilboði tók Saijai av. Í
flokkinum vóru fleiri tjóðir umboðaðar
og undirvísingarmálið var enskt. Hóast
Saijai dugir væl at málbera seg á ensk
um, so er ikki altíð so lætt at skilja
alt, tá enskt verður brúkt sum undir
vísingarmál. Hon gavst, tá hon hevði
gingið einar 30 tímar. Hon helt tað var
ov trupult at fylgja við og fekk ov lítið
burturúr. Hon ætlar sær tó í gongd við
undirvísingina seinni.
Annars heldur hon, at nógvir før
oyingar duga væl at tosa enskt, so hon
klárar seg á tann hátt.
Saijai ynskir annars, at sonurin,
sum eins og børn flest er skjótur eftir
føroyska málinum, eisini skal duga
móðurmál hennara.
Í Teilandi eru fýra ymisk mál. Tai er
høvuðsmálið, sum tey flestu duga.
Maturin
Saijai flennur, tá hon hugsar um,
hvussu tað var at koma til Føroya:
– Her kann eg ikki verða, her fái eg
ikki onki at eta, hugsaði eg.
Men ráð vóru fyri tí. Hon sigur at
tað er lætt at fáa hendur á frukt og
grønmeti, men tá tað kemur til serligar
sósir, kryddarí og annað, sum hoyrir
teilendskari matgerð til, so er lítið at
fáa. Men tann trupulleikan hava tey
loyst við at fáa útlendskar kokkar
í Føroyum at bíleggja servørur úr
Danmark. Hon kennir fleiri teilend
ingar, so tey hugna sær viðhvørt saman
við sínum lívrættum.
Eitt ár í senn
Saijai greiðir frá, at hon eina ferð
um árið skal biðja um loyvi at vera
í landinum. Tað skal hon helst gera
tríggjar ferðir, til hon fær varandi
uppihaldsloyvi. Hvussu nógv ár ganga,
áðrenn tú fært uppihaldsloyvi og um tú
fær tað, tað hevur nakað at gera við, um
tú ert giftur, hevur arbeiði osfr.
Heimlongsul
Eg spyrji Saijai, um henni leingist eftir
heimlandinum?
– Jú, sjálvsagt eru løtur, har mær
leingist eftir øllum har heima. Men
eg havi tað gott her, so tað er ongin
trupulleiki.
føroyingar
Tað búgva fólk úr 53 ymiskum tjóðum í Føroyum. Av teimum vóru í november,
tá teilendski sendiharrin Í danmark vitjaði í Føroyum, 102 teilendingar.
Sendiharrin nýtti høvið at hitta landsmenn sínar og
at hoyra um teirra umstøður her í landinum
Nýggir
Góð verforeldur
Elsa og Absalon Absalonsen,
verforeldrini hjá Saijai,
avmyndað á gullbrúdleyps
ferðini í Teilandi í 2012
Tað hevur ómetaliga nógv
at siga, tá tú kemur til eitt
fremmant land, at tú hevur
góð og hjálpsom fólk rundan
um teg. Foreldrini hjá Ragnari,
Elsa og Absalon, eru glað fyri
verdóttrina. Ragnar er jú nógv
burtur, so tað hevur nógv
at týða fyri hann at vita, at
foreldrini eru har og stuðla
Saijai í gerandisdegnum.
Connor gongur í vøggustovu í dagstovninum í Havnardali
Sósir og soya av ymsum slagi
hoyra heima í køkinum hjá Saijai