Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. mars 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt -Álitið um føroyskt fátækar­ mark skal ikki vera ein amboðskassi við uppskotum um ítøkilig átøk, sum kunnu lætta um hjá teimum, sum eru fíggjarliga illa fyri. Heri Petersen er formaður í arbeiðsbólkinum, sum hevur skrivað álitið um føroyskt fátækramark. Hann er grund­leggjandi ósamdur við Sonju Jógvansdóttir, sum í tólvta tíma áðrenn álitið varð liðugt tók seg burturúr arbeiðsbólkinum og noktaði at seta sína undirskrift á álitið og harvið arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum. - Alt ov fá amboð eru í hesum álit­in­um um før­ oyskt fá­tækramark. Funda­ mentið er alt ov veikt. Onkurs­vegna haldi eg ikki, at man hevur tikið støðuna hjá borgarum, sum eru í fíggjarligari trongstøðu, í nóg stórum álvara, segði Sonja Jógvansdóttir, ið umboðaði Samtak í arbeiðsbólkinum. Sambært Hera Petersen er tað eitt púra tilvitað val, at álitið ikki hevur ítøkilig tilmæli um átøk. - Tað vildi verið at rakt mitt inn í hjartað á politikk­ inum. Hvat kann borgarin krevja av samfelagnum, og hvat eigur samfelagið at krevja av borg­arunum. Hetta eru grund­leggjandi, ideo­logisk­ir spurn­ingar, sum politik­arar skulu taka støðu til, ikki vit sum arbeiðs­ bólkur, sigur Heri Petersen og tveitir fleiri spurningar upp í loft: - Skal samfelagið geva fólki fleiri pengar? Skal ábyrgdar­býtið millum foreld­ur og sam­felag broyt­ast? Skal sam­felagið stuðla undir kjarnu­ familjuna? Skulu foreldur tryggj­ast eina minstuløn? Skulu vit hava eitt slag av borgaraløn? Skulu vit innføra inntøkugrundaðan barnakekk? Sambært Hera Petersen eru hetta politiskir spurn­ ing­ar, ið ikki hoyra heima í einum arbeiðsbólki. - Tað er ikki tí, at vit sum arbeiðsbólkur ikki tora at koma við tilmælum. Men tilmæli um slík, grund­leggj­ andi viðurskifti gerast skjótt eldfim, júst tí tey raka inn í hjartað í politikkinum, nevniliga hvussu vit lyfta okkara veikastu borgarar. Okkara arbeiði snýr seg um eitt fátækramark, og blanda vit politikk uppí, so vildi tað eftir mínum tykki verið beinleiðis skaðiligt fyri arbeiðið at áseta eitt føroyskt fátækramark. Fundamentið Tá álitið um føroyskt fátækra­mark varð lagt fram, eftirlýsti Sonja Jógvansdóttir ítøkilig tilmæli um, hvussu til ber at bøta um støðuna hjá teimum, ið eru ringast fyri í okkara samfelag. - Álitið leggur bara upp til fleiri, akademisk øvilsi. Í staðin burdi arbeiðsbólkurin brúkt sína orku til at farið niður í trupulleikarnar hjá teimum í okkara samfelag, sum vit longu nú vita, hava tað trupult, segði Sonja Jógvansdóttir. Samskiparin hjá Samtak eftirlýsti greið tilmæli frá arbeiðsbólkinum: - Tað var væl tað, sum vit í arbeiðsbólkinum vórðu sett til at gera. Vit høvdu ein arbeiðssetning, og hann haldi eg ikki vera útintan á fullgóðan hátt, segði Sonja Jógvansdóttir. Heri Petersen er ósamdur: - Vit hava í áravís kjakast um fátækramark, og kjakið hevur mangan borið brá av misskiljingum og gitingum. Nú hava vit definerað eitt fátækramark, og harvið fingið eitt felags fundament at byggja víðari arbeiðið á. Heri Petersen stað­festir, at ósemjan um arbeiðs­upp­ gáv­una hevur merkt arbeiðið í arbeiðs­bólkinum. Men for­ maðurin heldur fast í sín leist: - Skuldu vit komið við ítøkilig­um tilmælum, so vildi tað gruggað myndina so­mikið nógv, at arbeiðið at áseta eitt føroyskt fátækra­ mark eftir mínum tykki vildi verið nærum burturspilt, sigur Heri Petersen. Hann ásannar í sama við­fangi, at arbeiðsbólkurin kundi hugsað sær at kanna og út­greina nærri støð­una hjá teim­um, sum liggja undir og rundan um fátækra­ markið. - Tað hevði verið gott, um vit kundu gjørt eina størri kanning av støðuni hjá teimum, sum liggja undir og á fátækramarkinum. Men tað hevði tó neyvan givið alla myndina, tí støðan hjá fólki er so ymisk. Summi hava júst sett búgv og hava tí stórt sethúsalán at gjalda hvønn mánað. Onnur dragast við gamla skuld, ið tyngir teirra privatbúskap, og uppaftur onnur eru í aðrari støðu. - Ein útreinandi kanning hevði sjálvandi verið góð at havt við sær. Men eg haldi fast um, at sjálv definitiónin av fátækramarkinum stend­ ur góð einsamøll, sigur Heri Petersen. Framtíðin Álitið um føroyskt fátækra­ mark, ið varð handað lands­ stýriskvinnuni í almanna­ málum fríggjadagin 15. mars, verður nú viðgjørt í lands­ stýrinum. Sambært formanninum í arbeiðs­bólkinum, ið skrivaði álitið, so skal tað fyrst og fremst brúkast sum eitt stýringsamboð. - Skal man gera ein heil­ hjartaðan innsats, so eiga vit at finna fram til tey fólkini, sum hava størsta tørvin, og so fremja politisk átøk fyri tey. Tí í síðsta enda snýr tað seg væl um at brúka peng­arnar rætt, sigur Heri Petersen og skundar sær at leggja afturat, at hetta er ikki nøkur løtt uppgáva: - Til dømis vísa tøl frá ”Í menniskjum góðum tokki”, at stórur partur av teimum, sum fáa hjálp frá hesum hjálparfelagsskapi, eru fólk úti á arbeiðsmarknaðinum. Fólk við lágum lønum ella sum av ymsum orsøkum arbeiða niðursetta tíð. So problematikkurin er kom­ pleksur, staðfestir Heri Petersen. Formaðurin í arbeiðs­bólk­ inum heldur tað tó vera eina gongda leið at kanna nærri inntøkukeldurnar hjá teim­ um, sum liggja undir ella rundan um fátækramarkið, ið nú er ásett. Hetta er grein­ ingararbeiði, ið kann gerast á Hagstovuni. - Aðrastaðni verður fátækra­markið fyrst og fremst brúkt sum eitt mát fyri, um politisk átøk hava nakran virknað, staðfestir Heri Petersen fyri at undir­ strika sítt poeng um, at ásetan av fátækramarki er ein uppgáva, meðan politikk­ur er ein heilt onnur uppgáva. Vit skulu ikki føra politikk - Okkara uppgáva er stutt og greitt at áseta eitt føroyskt fátækra­mark. Tað er upp­gávan hjá politikar­unum, ikki arbeiðs­bólkinum, at koma við ítøkilig­um átøkum, sum kunnu bøta um korini hjá ávísum samfelags­ bólkum. Tað sigur Heri Petersen, sum vísir aftur at­finningar móti álitinum um føroyskt fátækra­mark - Skuldu vit komið við ítøkiligum tilmælum, so vildi tað gruggað myndina somikið nógv, at arbeiðið at áseta eitt føroyskt fátækramark eftir mínum tykki vildi verið nærum burturspilt. Tað sigur Heri Petersen um atfinningarnar móti tí álitinum, ið hann sum formaður fyri arbeiðsbólkin um fátækramark hevur handað landsstýriskvinnuni í almannamálum Eitt fátækramark skal stuðla landsstýrinum í at eyðmerkja fátækradømi, og harvið geva landsstýrinum betri grundarlag at eyðmerkja og seta í verk átøk at fyribyrgja fátækradømi. Arbeiðsbólkurin skal hava til endamáls at: • eyðmerkja og lýsa orsøkir til at fólk liva í fátækradømi, • nágreina, hvat eitt fátækramark skal brúkast til, • lýsa ymsar hættir at áseta fátækramørk, • greina og meta um, hvør háttur og hvørjar dátur skulu vera grundarlag fyri einum føroyskum fátækramarki og harvið gera tilmæli um, hvussu eitt føroyskt fátækramark skal ásetast. Kelda: Brot úr arbeiðssetninginum hjá bólkinum, sum hevur arbeitt við at áseta eitt føroyskt fátækramark FAKTA