mánadagur 24. mars 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Í sambandi við altjóða Down
Syndrom dagin, hevur Sosial
urin viðgjørt evnið fostur
kanning. Í Danmark verða
fosturkanningar
bjóðaðar
til allar kvinnur, sum eru við
barn, og hetta hevur ført við
sær, at munandi færri børn
við Down Syndrom verða
fødd. Í Føroyum eru tað bert
kvinnur yvir 35 ár, sum fáa
bjóðað kanningar, um ikki
serligar umstøður gera seg
galdandi.
Karsten Hansen, heilsu
málaráðharri, hevur ongar
ítøkiligar ætlanir um at
broyta verandi skipan í Før
oyum, men hann ivast í, um
tað yvirhøvur er gott fyri
kvinnuna, at hava ta vitan
ina, sum fosturkanningarnar
geva.
- Eg ivist í, hvussu jaligt
tað er fyri kvinnuna at hava
hesa vitan. Summi hava víst
á, at vitanin kann oyðileggja
ta tíðina, sum er eftir at
bera barnið, sigur Karsten
Hansen.
Hann
hevur
ongar
ítøkiligar ætlanir um at
broyta mannagongdirnar í
Føroyum, hvørki so ella so.
Minnir um sortering
Hóast fosturkanningar fyri
kromosomfeilir bert eru í
boði til kvinnur, sum eru
yvir 35 í Føroyum, hava allar
føroyskar kvinnur í nógv ár
fingið bjóðað skanningar
av fostrinum í 18. viku, har
barnið verður kannað fyri,
um tað er vælskapt. Men
hetta er ikki tað sama, sigur
heilsumálaráharrin.
- Her fert tú eftir einum
serligum bólki, og tað liggur
líkasum í tí, at tað er fyri
at taka fostrið burtur. Tað
kann blíva til, at tú áleggur
samfelagnum eina byrðu,
um tú velur at eiga tað, sigur
Karsten Hansen.
Hann heldur, at lógarfesta
fosturtøkan
í
Danmark
hevur ført ein serligan hug
burð við sær.
- Um umstøðurnar ikki
eru til vildar, so velur man
barnið frá. Tað er blivið
náttúrligt at velja tað frá,
sigur
Karsten
Hansen.
Hann er persónliga ímóti
lógarfestari fosturtøku. Um
kvinnurnar endiliga skulu
vera yvir 35 ár fyri at fáa
fosturkanning, hevur hann
ikki tikið støðu til.
- Eg havi ikki sett markið
- eg veit ikki, um vit skulu
hava nakað mark yvirhøvur,
og eg veit ikki um man skal
gera
kanningarnar
yvir
høvur, sigur hann.
Bert eitt tilboð
Innan heilsuverkið er grund
gevingin fyri fosturkann
ingunum, at man vil geva
komandi foreldrum eitt so
gott grundarlag í viðgongu
tíðini, sum gjørligt. Hetta er
bert eitt tilboð, og tað eru í
roynd og veru ikki nógvar
føroyskar kvinnur, sum taka
av.
- Tað er eitt tilboð, sum
fólk kunnu taka ímóti, ella
lata vera, sigur Steintóra
Samuelsen,
yvirlækni
á
deildini fyri gynæokologi
og obstritik. Hon leggur
dent á, at tað ikki bert er
Down Syndrom, sum verður
kannað, men eisini aðrir
kromosomfeilir.
- Tað er av týdningi, at
komandi foreldrini fáa so
gott grundarlag sum gjørligt
at taka støðu út frá. Summi
ynskja so nógva vitan sum
gjørligt,
áðrenn
barnið
kemur, sigur hon. Hon leggur
áherðslu á, at menningin á
hesum øki altíð er grundað á
heilsustøðuna hjá kvinnuni.
- Vit eiga at minnast til,
at lógarfesta fosturtøkan er
gjørd fyri alt sleppa undan,
at kvinnur fremja fostur
tøku undir vánaligum og
ólógligum umstøðum. Eisini
menningin
innan
fostur
kanningar eru grundaðar
á heilsuna hjá kvinnuni.
Triple testin er komin fyri
at sleppa undan teimum
kanningunum, har tú setur
barn og kvinnu í váða, tá vit
at taka royndir av fosturvatni
ella
eftirburðinum,
sigur
Steintóra Samuelsen.
Ivast um
fostur
kanningar
Heilsumálaráharrin ivast í, um tað
er rætt, at kvinnur í Føroyum fáa
fosturkanningar, meðan tær eru við barn
- Eg havi ikki sett markið, at kvinnur
skulu vera 35 ár fyri at fáa bjóðað
fosturkanning. Eg veit ikki, um vit skulu
hava nakað mark yvirhøvur, og eg veit
ikki um man skal gera kanningarnar
yvirhøvur, sigur heilsumálaráharrin.
Talið av børnum við
Down Syndromi er
lækkað munandi í
Danmark. Samanborið
við grannalondini Noreg
og Svøríki er tað nógv
lægri í Danmark.
Í Føroyum vera fødd
eitt til tvey børn við
Down Syndrom av
umleið 600 um árið.
Tað verða fødd eitt til tvey børn við Down
Syndrom um árið í Føroyum. Í Danmark er
talið niðri á 23 í ár - tað er lækkað niður í ein
triðing síðan 2004, síðani danir fóru undir at
bjóða kvinnunum ein sokallaðan "triple test".
Triple testin verður bjóðað øllum kvinnum,
sum eru við barn. Eru sannlíkindi í minsta mát
1 til 300, fyri at barnið hevur kromosomfeil,
fáa tær bjóðað at taka roynd av eftirburði ella
fosturvatni fyri at fáa endaliga vissu. Triple
testin ger tað munandi lættari at staðfesta
kromosomfeilir hjá børnum, tí tað er gjørligt at
geva øllum kvinnum royndina uttan at seta tær
ella fostri í váða. Áðrenn at tað var gjørligt at
bjóða triple testin, var tað í Danmark, eins og
í Føroyum, bert kvinnur yvir 35 ár, sum fingu
kannað fostrið. Váðin fyri móður og barn var
mettur at vera lutfalsliga stórur samanborið við
sannlíkindini fyri, at barninum feilti nakað, um
mamman var yngri.
Í Noreg og Svøríki verða
nógv fleiri børn fødd
við Down Syndrom
enn í Danmark
4 av 10.000
14 av 10.000
12 av 10.000
Danmark
Noreg
Svøríki
Børn fødd við Down Syndrom