Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. mars 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í hesum døgum eru Ferðsludagar í Perluni í Havn, har landsins 8. flokkar verða bodnir til ein fjølbroyttan dag um ferðslu sjálvi at koma til svarini Her greiða koyrilærari, løg­ reglu­fólk, sjúkra­flutnings­ tænasta frá sínum upp­liv­ing­ um í ferðsluni. Skift verður ímillum framløgur, samskifti, hagtøl, myndir og filmir. Eis­ ini sigur avvarðandi sína søgu, um brádliga at missa í ferðsl­uni, frá tá lívið við eitt broyttist. Hjálmar Dam, sjón­ leikari, hevur eisini eitt upp­ legg, har hann kjakast við næmingarnar. Fyrra partin av degnum fáa næmingar kunning um váða­faktorar og vanlukkur. Ítøkiligu avleiðingarnar av ikki at taka ábyrgd av sær sjálv­um og hvør øðrum í ferðsluni verða framlagdar, uttan at nakað verður ballað inn. Tað eru Trygd og Trygg­ ingar­felagið Føroyar, ið stuðla Ferðsludagarnar sum Ráðið fyri Ferðslutrygd skipar fyri. Eingin fremstifingur Hjálmar Dam, sjónleikari, sam­skiftir opið og erliga við næm­ingarnar um teirra atferð í ferðsluni. Endamálið er sostatt ikki lyftur fremsti­ fingur, men at fáa tey ungu at taka lut og grunda yvir sínar gerðir og síni val í ferðsluni. – Eg royni at skapa eitt trygt rúm, har eg við lættari men fastari hond stýri næm­ ingar­nar gjøgnum eitt kjak við støði í veruligum van­ lukkum og tvístøðum, sum tey ungu koma út fyri, tá tey skulu venda sær í ferðsluni. Tey skulu kunna siga sína meining við virðing fyri hvør øðrum, greiðir Hjálmar frá. Hvat er óviljað manndráp? Hjálmar lesur upp um eina veruliga hending, har ein 6 ára gomul genta varð yvir­ koyrd. Tey fáa innlit í søguna við stuttum tíðinda­stubb­um úr bløðunum. – Gongdin er at seta tey inn í støðuna frá fleiri sjónar­ hornum. Hevði tú vart tann, sum koyrdi gentuna yvir, um viðkomandi var vinmaður tín? Hevði tú farið til jarð­ar­ ferðina, um tú koyrdi gent­ una yvir? Hevði tú lovað tí, sum koyrdi gentuna yvir, at komið til jarðarferðina, um tú var beiggi gentuna? Næm­inarnir eru áhugaðir og fúsir at siga sína støðu, sjálvt um tað ofta vísir seg at vera sera truplar tvístøður, sigur Hjálmar. – Tey ungu halda oftast, at fongsulsrevsingin fyri óviljað manndráp ikki er tað ring­asta. Tað sum tyngir er gerðin – at liva víðari við gerð­ini, heldur Hjálmar. Neyðugt at tey sjálvi gera svarini Síðani verða næmingarnir bidnir at tosa tvey og tvey og deila sínar egnu upplivingar í ferðsluni – tað nýtist ikki at vera nakað dramatiskt. Men meiri enn so vísir seg, at tað millum næmingarnar ella lærararnar eru av­varð­ andi ella vitni til ferðslu­van­ lukkur. – Tey sleppa at fáa orðið og greiða flokkinum frá sín­ um upp­livingum – í tann mun tey sjálvi vilja, sjálvandi. At enda verður vent aftur til tann veruleika, at vit aloft­ast hava møguleikan at velja. Eisini í ferðsluni, tá tað snýr seg um til dømis ferð og ferðsludagar annars er tað ikki teirra veruleiki noyðast