mánadagur 24. mars 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35
ferðsludagar
Sjálvur tók Hjálmar ongan
tíð koyrikort, og hevði
hvørki súkklu ella prutl
sum ungur og smádongur,
og tað var kanska gott,
heldur hann.
– Tí tá eg var yngri,
dámdi mær væl at taka
kjansir. Tá eg fekk mær
súkklu fyri 10 árum síðani,
súkklaði eg 100-150 km um
vikuna uttan hjálm. Og eg
súkklaði skjótt, minnist
hann.
Eygleiðari
Hjálmar eygleiðir nógv
ferðsluna til gongu. Hann
heldur, at tá veðrið er ill
fýsið, sum tað ofta er í
Føroyum, tykist tað sum
bilførarar kroka í bilinum
og skulu skunda sær og
hyggja minni fyri seg.
Hann hatar at vera til
gongu ella á súkklu í ring
um veðri, tí hann kennir
seg ótryggan.
– Eg havi lítið álit á bil
førarunum. So eg brúki
eygnasamband við bilfør
arar, at tryggja mær at teir
síggja meg.
Telefonir í ferðsluni
Bilførarar eru tíðum at
síggja við fartelefon í
hond, heldur Hjálmar.
– Tað er eingin ivi, at
tað hetta er vandamikið.
Uppmerksemið hjá tær er
skert. Eg leggi ikki pettið í,
um fólk halda seg duga at
multitaska.
Visakort
heldur enn lykil
– Tað átti at verið so, at
mann setti visakortið í
bilin í staðin fyri billykil.
So kundi mann bara verið
trektur hvørja ferð mann
koyrdi ov skjótt ella ikki
brúkti trygdarbelti. Fyri
mong riggar tað bara at
ávirka pengapungin.
Avbjóðingar
í ferðsluni
Hvat
heldur
tú
vera
størstu avbjóðingina at
røkka nullhugsjónini?
– Fólk, sum halda at tað
er fjas at røkka nullhug
sjónini. At umvenda tey,
svarar Hjálmar at enda.
Hjálmar um ferðslu
Hjálmar Dam, 34 ár, sjónleikari.
Hevur unnustu og 5 vikur gamla dóttur
Myndir: Álvur Haraldsen
rúsdrekka og ábyrgdina av
okkum sjálvum og okkara
vinfólkum.
– Tey ivast ofta, og tað er
fínasta lagi, tí spurningarnir
seta kortini tankarnar í
gongd. Tað er umráðandi,
at tey sjálvi koma til niður
støðuna. At tey hava eina
ábyrgd, tá tey eru ein partur
av ferðsluni. Bæði fyri sær
sjálvum og fyri hinum. Tí ein
sannleiki er ikki ein sannleiki
fyri tey, um tey ikki hava
gjørt meiningina til sína
egnu – so liva tey ikki eftir
tí. Tí er tað neyðugt, at tey
sjálvi koma fram til svarið,
og ikki vit vaksnu, heldur
Hjálmar.
Hvat er endamálið?
– Endamálið er at fyrireika
framtíðar ferðandi at vera
ábyrgdarfull. So tey kunnu
seta seg inn í bilin við einari
sunnari dosis av virðing og
kanska einum veti av ótta.
Hvussu taka næmingarnir
ímóti?
– Eg haldi, at tey taka
øgiliga væl ímóti tí. Hetta
skal vera eitt trygt forum.
Summi siga einki, og tað er
í fínasta lagi, um tey bara
lurta. Eg haldi, at øll eru ein
partur av kjakinum kortini.
Eg fái tey ikki til at lova mær
nakað sum helst um at vera
ábyrgdarfull í ferðsluni. Men
ivaleyst setur hetta tankar í
gongd hjá øllum.
Hví vildi tú vera við til at
betra um ferðslutrygdina?
– Eg haldi, at hetta er eitt
privilegium at sleppa at tosa
við allar landsins 8. floks
næmingar. Tað gevur stóra
meining at royna at gera
ferðsluna tryggari í Føroy
um. Og eg ivist ikki í, at um
nøkur ár sæst tað aftur.
Heldur tú, at hetta ger
mun?
– Eg veit ikki, hvar hesir
tankarnir um avleiðingar av
ósketnari atferð í ferðsluni
skuldu komið frá, um tey ikki
fáa tað hendan vegin nú. Í
Perluni, har Ferðsludagarnir
eru,
hanga
hagtøl
uppi,
hvussu nógv eru deyð. Fyri
tey flestu er tað bara hagtøl,
men summi kunnu seta
nøvn og andlit á tølini. Men
tað má ikki vera soleiðs, at
onkur skal doyggja, aðrenn
tey skilja tað. Vit skulu gera
nakað við tað nú. Men tað
er ilt at máta, hvønn mun
hetta ger, tí hvør kann máta
vanlukkuna sum ikki hendi?
spyr Hjálmar.