mánadagur 24. mars 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Í Fuglafirði er rættiliga nógv
framleiðsluvirksemi, og á
virkjum og umborð á skipum
er eitt stórt tal av ársverkum
- ja, helst eitt nógv størri tal,
enn nakar dugir at ímynda
sær. Men, fuglfirðingar ætla
sær ikki at helma í her.
Samstundis, sum stór út
fylling í løtuni fer fram niðan
fyri Havsbrún til útbygging
av virkinum, er rættilig gongd
eisini komin á byggingina
av uppsjóvarvirkinum hjá
P/F Pelagos, ið ætlandi skal
byrja at taka ímóti rávøru í
summar.
Men, heldur ikki hetta
er alt, sum er í gongd og
annars er í stoypiskeiðini í
Fuglafirði. Gongst, sum trol
virkið Vónin ætlar, verður
nýtt og nútímans trolvirki
eisini bygt nakað uttan fyri
tungoljuterminalin.
Anfinn
Olsen,
reiðari,
segði nøkur orð við høvi, tá
Norðoya Sparikassi hevði
verið í Fuglafirði í eitt ár, og
her gjørdi hann eisini í stutt
um upp, hvussu nógv árs
verk eru kring um á havnar
lagnum og umborð á skipum,
heimahoyrandi í Fuglafirði.
Í stuttum kunnu vit siga,
at tá arbeiðsplássini, sum P/F
Pelagos fer at skapa, eru tald
við, eru umleið 550 ársverk
knýtt at virkjunum kring
havnarlagið og skipunum,
sum eru heimahoyrandi í
Fuglafirði.
Sosialurin kann leggja
aftrat, at tá eru bert tey fólk,
sum arbeiða hjá Vónini í Fugl
afirði, tald við - og ikki tey,
sum arbeiða á øðrum virkj
um hjá Vónini. Hinvegin eru
øll starvsfólkini hjá KJ-Hyd
raulik á bedingini í Fuglafirði
og á virkinum á Kambsdali
tald við í uppgerðini.
Eftir stødd eru hesi árs
verk knýtt at virkjum og
skipum í Fuglafirði:
Bedingin/Kj-Hydraulik
(92), Laksavirkið hjá Bakk
afrost (90), Pelagos (70-80),
Framherji (75), Mjølvirkið
hjá Havsbrún (50), Sand
grevstur/5 skip (45), Vónin/
Fuglafjørður
(30),
Fóður
virkið hjá Havsbrún (25),
Ólavur Nolsøe (20), Útróðr
armiðstøðin (15), Petur Lar
sen (12), Bergfrost (12), Bakka
frost/Sjógvaling (6), Pilot (4)
og EFFO Tungolja (3).
Fuglafjørður osar av framleiðslu
Ikki færri enn 550 fólk eru knýtt at vinnuligum framleiðsluvirksemi
og skipum, sum eru heimahoyrandi í Fuglafirði
Stór útfylling fer fram við Havsbrún í Fuglafirði
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vilmund Jacobsen
Línuskipið
Kambur,
sum hevur roynt á
Flemish Kap, kom á
Fuglafjørð um viku
skiftið
við
200-210
tonsum av toski, sum
teir hava fryst.
Veiðan verður løgd
upp til Bergfrost, sum
eigur og rekur tríggjar
av frystitunlunum í
Fuglafirði.
Kambur gjørdi fleiri
góðar túrar á Flemish
Kap í fjør, tá teir vóru á
ísfiskaveiði. Í ár verður
túrurin bert hin eini, tí
kvotan har vesturi er
uppfiskað.
Kvotan á Flemish
Kap er felagskvota, og í
ár hava føroysku djúp
vatnstrolararnir, sum
hava verið har yviri,
fiskað meginpartin av
henni.
Kambur
landað í
Fuglafirði
Vilmund Jacobsen
Sandstrondin í Nólsoy, sum
hevur verið avmarkað í longd
undir
Malarendavegnum,
verður nú vaksin munandi.
Gamla kaiin á Malarenda
var farin so illa, at okkurt
mátti gerast. Tí tók Tórs
havnar kommuna stig til,
at strondin í Nólsoy skuldi
gerast størri.
Fyrst varð stoyptur ein
kantur fram við, har kaikant
urin hevði verið, og so varð
sandur lagdur út.
Verkætlanareiðarin hevur
sagt, at nólsoyingar kunnu
fáa so nógvan sand, sum tey
vilja.
Í síðstu viku vóru lastbilar
fleiri ferðir í Nólsoy við sandi
til strondina. Teir vippa
sandin út um garðin, teir
hava gjørt, og so lata teir
náttúruna syrgja fyri rest
ini.
Nólsoyingar fegnast um
strondina, og tað er ikki sørt,
at onkur nú hevur hug at
rópa bygdina Costa del Nóls
oy.
Kvinnur í Nólsoy hava
í longri tíð svomið á Mal
arenda í vikuskiftinum, og
óhugsandi er ikki, at hetta
hevur havt sína ávirkan á, at
Tórshavnar kommuna nú vil
gera umstøðurnar betri - og
sandstrondina nógv størri.
Sandstrondin verður nógv størri
Í síðstu viku vóru lastbilar fleiri ferðir í Nólsoy
við sandi til strondina á Malarenda
Tað sær spennandi út á Malarenda í Nólsoy, har kvinnur plaga at
svimja á sjónum í vikuskiftinum. Mynd: Evy T. Nielsen
Heini Reinert, sum hevur
ført garnaskipið Anitu sein
astu tíðina, er limur í FSN.
Tað ger Føroya Skipara-og
Navigatørfelag greitt á síni
heimasíðu leygardagin
Mikumorgunin vaknaðu nólsoyingar við, at Polar
Nanoq "blásti" í lúðurin út fyri bygdini. Tað vóru
nólsoyingar, sum eru við skipinum, ið vildu heilsa
sínum kæru - ávegis til Íslands at landa