Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. mars 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Berthldsen Føroyingar skulu taka væl í­móti Sea Shepherd – Vit skulu ikki taka okkum so nógv av tí, teir sokallaðu um­hvørv­is­fel­ags­ skap­ir­nir s­iga og gera. Tað var boðskapurin hjá Ó­lav­i Sjúrðarbergi, formanni í Grind­a­manna­felagnum. Grindamanna­felag­ið hevði aðalfund í gjár, men tað er synd at siga, at frá­ boð­anin frá Sea Shepherd um, at tey koma til Føroya í summ­ar, fekk nakra sum helst umrøðu. Nøkur fá orð frá for­mann­ i­num, var einastu ferð, at Sea Shep­herd, varð tikin upp á tung­una á aðalfundinum hjá Grind­a­manna­felagnum. Ólavur Sjúrðarberg stað­ festi, at sokallaðu um­hvørv­ is­vernd­ar­fel­ags­skap­ir­nir hava ress­ast eitt sindur við aft­ur hetta seinasta árið. – Fyri at varðveita lima­ gjald­ið, og peningastreymin inn í felags­skap­ir­nar, noyðast jú at vísa, at teir gera okkurt, sig­ur hann. – Umhvøvisfelagsskapir eru stór­ídn­að­ur við nógvum peng­um. At vera ímóti er at vera ein lívsstílur fyri at út­ vega pening til hesar fel­ags­ skap­ir. Og nú tað aftur er greitt, at Sea Shepherd kemur aftur til Før­oya í summar, skulu vit taka væl ímóti teimum, ljóðar á­heit­an­in frá formanninum í Grinda­mann­a­fel­agn­um­. – Vit skulu práta við tey og greiða teimum frá, hvat vit gera. Og vit skulu greiða teim­um frá, at vit hava lóg­ lig­an rætt at veiða á sama hátt sum at onnur hava rætt at veiða, vit á okkara hátt, tey á teirra hátt. – Men vit halda, at teir áttu at havt okkurt størri mál at fing­ist við, nú ídnaðardálking er við at kvæla alt lív í heims­ høvu­num, sigur Ólavur Sjúrð­ar­berg. – So tá ið umhvørvisfólk, og út­lendskir miðlar, ávara okk­um ímóti at eta grind tí at hon er so illa dálkað, bera vit altjóða samfelagnum tann boð­skap, at tey skulu heldur halda uppat at dálka. Tað eru einir 1200 limir í Grind­a­mannafelagnum. End­a­mál­ið er at arbeiða fyri, at vit skulu fáa frið at drepa grind í Føroyum og stuðla øðr­um í burðardyggari veiði av hvali og kópi. Endamálið er eisini, at all­ ir føroyingar skulu fáa lut í grindini – ikki hvørja ferð, men eftir greiðum skip­an­ um. Á aðalfundinum stóð Ólav­ur Sjúrð­ar­berg fyri vali, men hann varð einmælt aft­ ur­vald­ur til formann. Skulu taka væl ímóti Sea Shepherd Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, og Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum á aðalfundi felagsins leygardagin Aki Bertholdsen – Tað hevur ógvuliga stór­an týdn­ing, at vit fáa prógva fyri um­heim­inum og okkum sjálv, at okk­ara grindadráp er burð­ ar­dygt. Tað heldur Bjarni Mikk­ el­sen, lívfrøðingur á Nátt­ úr­u­grip­a­savninum. Á að­al­fund­inum hjá Grinda­ manna­fel­ag­num vónaði hann at fáa onkrar grindir at merkja í ár. Og nú Sea Shepherd hev­ur boð­að frá, at tey verða í Før­ oy­um í heilar fýra mánaðir í ár, verða tað kanska onkrar grind­ir, sum fáa frið, legði hann skemt­iliga afturat. Hann sigur, at vanliga hava tey mest fingist við at telja hval. Men endamálið við at merk­ing­u­num ­nú, er at royna at staðfesta, hvussu stórt økið er, vit fáa okkara grind­ir úr. – Tað er sera týdn­ing­ar­ mik­ið at staðfesta, tí vísir tað seg, at grindirnar, vit drepa, koma úr einum ógv­u­liga lok­ al­um stovni beint rundan um Før­oyar, er tað iv­ing­ar­samt, hvussu burðardygt grind­a­ dráp­ið er. Men er talan um eitt stórt øk­ið um alt Norð­ur­at­l­ants­ hav, ella størri, er mynd­in ein heilt onnur. – Tá ið vit merkja grind, er tað sostatt eitt lið í roynd­ u­num at tryggja, at okkara grind­a­dráp er burð­ar­dygt. Bjarni Mikkelsen vísir á, at næsta ár er eisini ætl­an­in at telja hval. Men tað er ikki so nógv endamál í sær sjál­um at vita, hvussu nógv er til av grindahvali. Tað, sum er av­ ger­andi er, úr hvussu stórum øki, tær grindir, vit drepa, koma úr. – Tá ið vit vita tað, er ætl­ an­in at kanna neyvt, hvussu stór­ur stovnurin er í akk­urát tí øk­i­num, vit fáa okk­ara grind, sigur Bjarni Mikk­el­ sen. Hann sigur, at fyri at okk­ ara grindadráp skal vera burð­ar­dygt, skal stovnurin vera einar 100.000 hvalir fyri at bera tað, vit taka burtur av. – Eftir teimum teljingum, sum eru gjørdar, eru ongar reyð­ar lampur, sum blinka. Men tað er týdningarmikið at finna vísindalig prógv fyri hes­um, sigur lívfrøðingurin. Hann sigur, at Nátt­úr­u­ grip­a­savn­ið hevur merki á goymslu, og tey hava fígg­ing tøka til útvega fleiri merk­ir. Sostatt hann heitir á grind­ a­menn um at siga frá, um so er, at ein grind verður funnin, sum kann latast til vísindaligt end­a­mál. Burð­ar­dygt grind­a­dráp Eirikur Lindenskov Tað var Kringvarp Før­oya, sum fekk Winth­er­heið­ urs­lønina hjá Før­oysk­um Fjøl­miðl­a­fólk­um fríggj­a­ kvøldið, tá Kringvarpið, Dimma­lætting, Portalurin og Vágaportalurin kapp­ að­ust um, hvør teirra hevði besta journalistiska av­rikið og ársins mynd: – Dómsnevndin fyri miðl­a­heið­urs­løn­ina held­ ur, at avdúkingin av loyn­ i­ligu samráðingunum og loyn­i­liga sáttmálanum við danska íløgufelagið, var eitt sera týðandi journ­a­ list­iskt arbeiði. Her var talan um pol­itiskt hand­ verk, sum skuldi krógvast, til mill­iard­sátt­mál­in við danska íløgu­fel­ag­ið var und­ir­skrivaður. Men journ­al­ist­isku av­dúk­ing­ar­ nar vístu almenninginum, hvat var um at henda og noyddi hægstu pol­it­isku skip­anina til at end­ur­ skoða sínar ætlanir. Bjarni Mohr úr Kring­ varp­i­num vann Ársins Press­u­mynd fyri myndina "Súlu­veiða". Kringvarpið fekk Winthers­ heiðursløn Móttakararnir av ársins Wintherheiðursløn, sum starvast á tíðindarekasjónini í Kringvarpi Føroya. Frá vinstru Óluva Zachariasen, Liljan Weihe, Jan Lamhauge, Jógvan Eli Dam og Brynhild Thomsen Á midnátt leyg­ar­kvøldið var kvot­an á Flemish Kapp upp­fisk­að. Tað sum skipini fingu burt­urúr toskakvotuni í ár var býtt soleiðis: Brestir 753 tons, Phoenix 734 tons, Sjagaklettur 609 tons, Klakk­ur 406 tons, Vesturleiki 383 tons, Kambur 294 tons, Váða­stei­nur 208 tons Í gjár vórðu tveir bilførarir tiknir fyri at koyra við kenning. Annar varð tikin á hjólum í Kolla­firði og hin varð tikin eftir eitt ferðslu­óhapp í Havn. Við rund­ koyringina við Vestur­kirkj­una rendi ein bilur í gjárkvøldið á eitt ferðsluskelti og tá ið løgreglan kom á staðið, varnaðust tey, at bilførarin var ikki edrúur. Hann er tískil skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.