Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. mars 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Johan Dahl Landsstýrismaður í vinnumálum Eg tók lut í sendingini Rad­ arin 19. mars, har eg legði nøkur sjónarmið fram um trupulleikar, sum kundu standast av, at lands­stýris­ menn ikki kunnu fáa ráð­ geving í sambandi við mál av politiskum slag, uttan at tað skal verða endurgivið í fjølmiðlunum dagin eftir. Harumframt førdi eg fram, at fyrisitingin nýtir nógva tíð og orku at svara áheitanum um alment skjalainnlit og øðrum upplýsingum. Hetta hevur onkur fingið til, at eg ætli at skerja rættin til alment innlit, og Felagið Føroysk Miðlafólk hava sam­ bært Sosialinum fingið tað til eitt álvarsligt álop á fólka­ ræðið, sum eg ikki eri samdur við teimum í. Eg skal tí i stuttum her royna at lýsa míni sjónar­ mið. Meginreglan um almenn­ ing er ein víðarimenning av fólkaræðinum, og atgongd til skjøl í almennu fyrisitingini er í dag ein sjálvsagdur part­ ur av einum opnum fólka­ ræðisligum samfelag. Tað er eisini ein sjálv­ sagdur partur av einum fólka­ræðisligum samfelag, at spurningar kunnu verða settir við, og at tað verður tikið upp til umhugsunar og umrøðu, hvørt tær skipanir, sum skulu vera stuðlar undir fólkaræðinum, virka nóg væl og eru tíðarhóskandi. Ein av trupulleikunum við verandi innlitslóg er, at hon ikki í nóg stóran mun tekur hædd fyri, at í dag er almenna fyrisitingin í stóran mun løgd til stovnar undir aðalráðunum, sum eisini hava tann sakkunnleika, sum annars hevði verið í aðalráð­ unum. Landsstýrismenn hava brúk fyri kvalifiseraðari ráðgeving í trúnaði og hjálp frá embætisverkinum eisini í málum, tá sakkunnleikin er á einum stovni undir ráð­num ella í einum øðrum stjórnar­ ráði. Eisini hava embætisfólk í aðaráðunum og stovnum undir aðalráðunum tørv á, at tey óformelt og frítt saman kunnu gera teirra metingar og gera teirra fyrireikandi arbeiði viðvíkjandi málum, sum landsstýrismaðurin skal taka støðu til, uttan tað trýst, sum kann liggja í, at teirra metingar, sum eru partur av einari viðgerðartilgongd, seinni verða kunngjørdar alment. Her kann innlitslógin verða ein trupulleiki. Tí eftir innlitslógini eru øll inn­ anhýsis arbeiðsskjøl, sum verða send millum aðalráð og stovnar undir ráðnum, fevnd av almennum innliti og somuleiðis alt samskifti frá fundum millum somu partar. M. a. hetta er tað, sum eg havi roynt at vísa á. Í Danmark er komin nýggj innlitslóg, og har er tikin hædd fyri hesum. Í nýggju donsku inn­lits­ lógini er ásett, at tað sum útgangsstøði ikki er inn­lit í innanhýsis skjøl, sum verða latin millum eitt departe­ment og stovnar undir departe­ mentinum ella millum ymisk ministeriir, tá tað má roknast við, at ein ráðharri hevur brúk fyri, ella fer at fáa brúk fyri ráðgeving og hjálp frá embætisverkinum. Eisini í Danmark er ásann­að, at innlitslóggávan kann verða tíðar- og orku­ krevj­andi, sbr. eisini § 9 er stk. 2, nr. 1 í nýggju donsku innlitslógini: “Behandlingen af en anmodning om akt­ ind­sigt efter § 7 kan, uan­ set at betingelserne i stk. 1 er opfyldt, afslås, i det om­ fang behandlingen af an­ modningen vil nødvendig­ gøre et uforholdsmæssigt res­sourceforbrug eller .....” Almenn partafeløg Almenn partafeløg eru ikki fevnd av lógini um alment innlit og eiga heldur ikki at verða tað. Hinvegin kunnu almenn partafeløg fylgja øðrum reglum um góð­an leiðslusið, brúka dygdar­skip­ anir o.a. og verða opin í øllum fyri kundan týðandi málum. Eisini hevur partaeigarin møgu­leika at seta spurningar um øll viðkomandi viðurskifti í felagnum. Annars virka almenn parta­feløg eftir eftir løg­tings­ lóg um parta og smápartafeløg (vinnufelagslógin). Tað gevur onga meining at tosa alment innlit í ein­ um felag, sum ikki fær játt­an á fíggjarlógini, men virkar á vinnuligum for­ treyt­um og hevur heilt onnur atlit at taka. Tá er rættari við øðrum leiðslu- og stýringaramboðnum fyri at standa seg væl í kappingini og hava góð viðurskifti við allar viðkomandi áhugabólkar - stakeholder management. Starvsfólka¬rættindi í einum partafelag kontra ein­ um almennum stovni hava onki við kjakið um alment innlit at gera. Tørvur á endurskoðan av lógini um alment innlit Lógin um alment innlit hevur nú virkað í nógv ár og tí er tørvur á einari endurskoðan - eins og gjørt verður í okkara grannalondum. Innlit í almennu fyrisitingina Kjak um innlit í almennu fyrisitingina P/F Skerd starvsfólkarættindi Selma Ellingsgaard Forkvinna Starvs­manna­felagið Umskipanin av almennum stovnum til almenn parta­ feløg er eitt stórt aftur­stig fyri rættindini hjá starvs­ fólkunum, t.d. tá tey verða uppsøgd. Lands­stýris­mað­ur­ in kann tó við einum penna­ stroki rætta mistakið, so at øll almenn starvsfólk verða eins viðfarin Er tað rímiligt, at starvsfólk hava fullkomiliga ymisk rættindi, tá ið tey arbeiða á almennum arbeiðsplássum. Bara tí, at summi av hesum arbeiðsplássum eru skipaði sum partafeløg, meðan onnur eru skipaði sum vanligir al­ mennir stovnar? Hesin spurningur troðk­ar á, nú almennu parta­feløg­ini aftur eru í fokus. Millióna­ lønin hjá m.o. stjóranum í Posta hevur skapt almenna undran, og vit hava fingið eitt kjak um baksíðuna av almennu partafeløgunum við stórum stjóralønum, ong­um almennum gjøg­num­ skygni og skerdum starvs­ fólkarættindum. Kjakið er neyðugt og tiltrongt. Serliga nú sam­ gong­an hevur havt ætlanir um, at skipa enn fleiri al­ menn­ar stovnar sum al­ menn partafeløg, og hava Rús­drekkasølan og Ferða­ ráðið verið nevnd í hesum sam­bandi. Myrkalagdar avgerðir Tá almennir stovnar verða umskipaðir til partafeløg, verð­ur øll serlóggávan, sum er galdandi fyri al­mennu stovnarnar, koplað frá. Lógin um alment inn­lit, sum tryggjar borgar­um og fjøl­ miðlum innlit í av­ger­ðirnar hjá almennum arbeiðs­gev­ arum, er ikki gald­andi longur. Og alt reglu­verkið, sum gevur teim­um almennu starvs­fólk­ unum serliga verju t.d. í upp­ sagnarmálum, verður eisini suspenderað. Rættarliga eru almennu partafeløgini privat. Tað einasta, sum er alment við teimum, er, at eigarin er tað almenna. Annars virka tey sum øll onnur privat partafeløg. Fyri gjøgnumskygnið og opinleikan er hetta eitt stórt afturstig. Fjølmiðlar og borgarar hava ongan møguleika at eftirkanna, um avgerðirnar, sum leiðararnir og stjórarnir taka, eru rættar og lógligar. Tað er í sjálvum sær ein demokratiskur trupul­leiki, tá ið havt verður í huga, at talan er um arbeiðs­ pláss, sum vit øll eiga, og sum ofta hava eina lyklafunktión í okkara samfelag. Starvsfólkini rinda høgan prís Fyri starvsfólkini er tað eitt stórt afturstig, tá ið ar­ beiðsplássið verður um­ skipað til eitt P/F og rikið eftir privatrættarligum regl­um. Prísurin fyri tað fríu kappingina er eittnú, at flestu rættindini í sambandi við uppsøgn verða sett úr gildi. Fyrisitingingarlógin, sum tryggjar, at starvsfólk verða hoyrd og at uppsagnirnar verða grundgivnar á lógligan hátt, er ikki galdandi fyri almennu partafeløgini. Krøvini um, at avgerðinar skulu vera neyðugar og lóg­ligar og fylgja góðum fyri­sitingarsiði, og at arbeiðs­gevarin skal fylgja starvs­fólka­politikki landsins, galda heldur ikki. Leiðslurnar í almennu partafeløgunum hava sostatt ikki einans fingið heimild at skrúva stjóralønirnar upp. Tær hava eisini fingið sera fríar ræsur at siga sínum starvsfólki úr starvi. Álvarin í støðuni verður undir­strikaður av, at starvs­ fólk í skrivstovuyrk­inum á privata arbeiðsmarknaðinum í Føroyum eru nógv verri vard enn í grannalondunum. Í Danmark staðfesta funk­ tioner­lógin og fleiri av høvuðs­avtal­unum, at upp­ sagnir á privata arbeiðs­ mark­naðinum skulu vera rímil­igar. Eitt krav, sum líkist sakligheitskravinum á almenna arbeiðs­marknað­ inum, og sum eisini er kjølfest í drúgvari rættarvenju. Men slíkar reglur og slíka verju hava vit ikki á privata arbeiðs­marknaðinum í Føroy­um, har lógin um starvs­menn stórtsæð hevur verið óbroytt síðani 1958. Hendan støðan ger, at afturstigið fyri starvsfólkini verður serliga stórt, tá ið arbeiðsplássið blívur til eitt P/F Lætt at broyta Avgerðirnar, at skipa stovnar til almenn partafeløg, bera brá av at vera tiknar við klaffi fyri annað eygað. Tað er tað vinnuliga sjónarmiði, sum hevur talt. Opinleikin og gjøgnumskygnið og tey skerdu starvsfólkarættindini tykist eingin at havt eyga fyri. Sum felag duga vit tó illa at ímynda okkum, at enda­ málið, við at leggja t.d. tele- og postvirkið í partafeløg, hevur verið, at taka starvs­fólka­ rættindini frá starvsfólk­ unum. Um enda­málið hevur verið at skáka sær undar lógarásettum reglum, so er hetta eitt álvarsmál. Eisini meta vit tað vera ógvuliga problematiskt, at starvsfólk hjá tí almenna vera viðfarin so ymiskt, alt eftir um arbeiðsgevarin er eitt partafelag ella ein stovnur. Tí eigarin er júst tann eini og sami: Tað almenna. Gongdin er ódámlig, og afturstigið er ikki júst eitt tekin um menning av arbeiðsrættarligum viður­ skift­um innan tað almenna í Føroyum. Tað góða er kortini, at politisku myndugleikarnir lættliga kunnu broyta hetta. Lógin um alment innlit og fyrisitingingarlógin lata upp fyri, at tær eisini kunnu galda fyri almenn partafeløg. Eisini ber til, at landið snøgt sagt setur í viðtøkurnar fyri almennu partafeløgini, at tær somu starvsfólkareglurnar galda í feløgunum, sum á teimum almennu stovnunum. Hetta kann gerast frá degi til annan, bara viljin er til tess. Tískil er tað í tøkum tíma, at viðgerðin av teimum almennu partafeløgunum gerst meira nuanserað, so at ikki bara tað vinnuliga sjónarmiðið verður tikið við. Vit hava gjørt tað áður og gera tað enn einaferð: Starvsmannafelagið heitir á landsins myndugleikar at bera so í bandi, at starvs­ fólkini hjá almennu parta­ feløgunum verða fevnd av somu lógum sum tey, ið starvast hjá landinum annars.