Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. mars 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 F øroyskur fótbóltur hevur ein stóra avbjóðing. Flestu vøllirnir eru ikki lagdir við verður og vindi í huga. Tí blívur tað ein risa avbjóðing, tá nógvur vindur er, at fáa avgeitt allar dystirnar. Hetta ger tað torført at fyrireika hjá feløginum, venjarunum, áskoðarunum og fjølmiðlunum. Men her í Føroyum eru vit so von við, at tiltøk verða útsett vegna veður. Vit kunnu bara taka flogferðsluna og festivalarnar. Vit duga at hugna okkum alíkavæl og mugu bara finna okkum í, at vit búgva í Føroyum. Tí er tað eisini rætt, tá feløgini flyta dystirnar alt eftir hvussu verðurforsøgnin er. Á Argjum var ónøgd við, at Petur Reinert útsetti dystin. Tað var av onkrum mett, at tað var til fyrimuns fyri B36. Tað vilja altíð verða slíkar tankar og illgitingar um at annað liðið fær fyrimun, men alternativi er, at vit spæla í ótolandi veðrið. Hví leygardag? Tað er langt síðani, at eg havi verið ein dystin leygardag, har tað hava verið nógvir áskoðarar. Eg skilji ikki ordiliga hugskotið við at spæla Effo- fótbólt leygardag. Tá havi eg nógv betri royndi av fríggjakvøldi og klokkan 17 sunnudag. Eg skal ikki siga, at onkur einkultur dystir kann verða leygardag, men tað tykist sum fólk hava annað at gera ein leygardag enn at hyggja eftir fótbólti. Áskoðaratølini eru heldur lægri og onkursvegna haldi eg heldur ikki, at fólkið savnar seg um fótbóltin eins nógv tá. Fleiri dystir fríggjakvøld og sunnudagin klokkan 17 heldur enn leygardag. Rætt at avlýsa og flyta Ítróttar klumman Tróndur Arge ■ Atlantic Airways hevur avlýst alla flúgving uppá Føroyar í dag og morgin, tí Klaksvíkskingar flúgva so høgt í løtuni ( KÍ - Víkingur ) Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2: ítróttur ítróttartoymi Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur E. Jensen Kann kosta 6.000 krónur Tað sigur Joan Petri Olsen, tannlækni. – Tað kann kosta alt millum 2.000 og 6.000 krónur. Alt ann upp á hvat er gali, sigur Joan. Fyribils fær Alex ein plast tannfylling. Síðani verður kannað um hann eisini skal hava rótviðgerð, tí talan er um ein ordans stoyt. Ein annar møguleiki er, at Alex fær eina krúnu, sum er ein stoypt tonn. Trý stig, tríggjar brotnar tenn og met í »likes« Tróndur Arge Alex Mellemgaard skal í dag til tannlækna. Hann fær ikki eti og má má brúka súgvurør fyri at fáa vatu í kroppin, eftir at hann kom ringast frá einum samanstoyti við einum viðspælara og einum mótspælara. Úrslitið varð, at Alex Mellemgaard fekk eina gaggu sendandi í andlitið. Aftaná kundi fyrrverandi AB spæalrin spýta ikki færri enn tríggjar tenn úr út. Tað var miðskeiðis í seinna hálvleiki, at Christian í Garði tvísporar við bólt­ inum á síðulinjuni í høgru. Símun Joensen, liðfelagi hjá Alex, eltir skjóta vongin, tá Alex Mellemgaard taklar. – Eg taklaði, men tað endar við at teir báðir renna inn í meg. Eg fái eina gaggu beint í andlitið og føldi beinan­vegin, at at fleiri tenn brotnaðu, tí eg hevði fleiri petti í munninum, greiðir alex Mellemgaard frá. – Eg spýtti tey út, men fann tey ikki aftur, leggur Alex afturat. Í løtuni tá tað hendi fekk Alex ilt, men í dag er pínan ikki so nógv. Hann hevur tó trupulleikar við at eta og drekka, og so er hann farin at lespa eitt sindur. »Áh góðasti« Tað gekk rúm tíð, áðrenn Alex Mellemgaard fekk møgu­leika at eftirmeta skaðan sjálvur. – Eg føldi við tunguni, at her vóru fleiri tenn brotn­ aðar. Tá eg kom á bonkin, so hugdi Sámal Erik Hentze upp á meg og so segði bara; »áh góðasti«, greiðir Alex frá. Alex bleiv sitandi á bonk­ inum til dysturin var liðugur, men longu á veg móti AB húsinum kom látur í millum spælararnar hjá B36. – Teir flentu allir eftir mær, sigur Alex, sum fyrst slapp at síggja úrslitið av saman­toytinum, tá hann kom oman í skiftirúmið. – Eg vóni at fáa alt gjørt sum áður. Tannlæknar duga sína ting, so tað ivist eg ikki í, sigur Alex Mellemgaard áðrenn hann ger klárt at fara til tann­lækna. Nógv »likes« á Facebook Alex dugdi eisini at síggja tað stuttliga í hendingini. Hann tók eina sokallað »selfie«, har tú avmyndar teg sjálvan við fartelefonini. Myndin hevur í skrivandi stund fingið 228 likes og 46 viðmerkingar eru undir myndini. – Eg havi ongantíð fingið so nógvar reaktiónir upp á eina mynd á Facebook, men tað er bara stuttligt, sigur Alex Mellemgaard. Ein vinmaður skirvar, at Alex nýtist ikki at gera nakað við tað, tí hann hevur sett nýtt met í »likes«, meðan onkur annar skemtiliga spyr um teir skulu fara ein túr oman á Hvonn. Serligt at spæla móti AB Alex Mellemgaard er argja­ maður og hevur bara spælt við AB í bestu deildini undan hesum kappingarárinum. Fyri Alex var talan um ein ser­ligan dyst. – Tað er eitt sindur serligt at spæla móti AB. eg eri jú av Argjum og havi altíð spælt við AB. Eg kenni øll fólk­ini í felagnum og flestu spæl­ ararnar, sigur Alex Mellem­ gaard, sum eftir ein steðg frá fótbóltinum valdi at byrja aftur í B36. Hóast talan var um barn­ dómsfelagið hjá Alex, so var fokus á at vinna fyri B36. – Eg hugsaði bara at vit skuldu vinna hendan dystin. Fótbóltur er fótbóltur og tað ræður um at vinna, sigur Alex Mellemgaard at enda. Trý stig, tríggjar brotnar tenn, 228 likes og eina avtalu við tannlæknan. Tað var hvat Alex Mellemgaard fekk burt­ ur úr leygardagin á Argjum. trondur@sosialurin.fo Tað var úrtøkan, sum Alex Mellemgaard fekk burtur úr vitjanini á Argjum, tá B36 leygardagin í útsetta dystinum vann 2-1 á AB Alex Mellemgaard eftir dystin á Argjum Mynd: Privat