Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. mars 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35 ítróttur fótbóltur – Tað er eingin ivi um, at hann kann menna seg til at gerast ein lyklaleikari hjá FC Midtjylland í Superliguni, metir fjølmiðlamaður hjá donsku heimasíðuni bold.dk Sonni Ragnar hevur ótrúlig evni Pætur Albinus Danski fjølmiðlamaðurin, Henning Andersen, sum starv­ast hjá viðurkendu fót­ bólts­heima­síðuni bold.dk, er ógvuliga hugtikin av før­ oyska miðverju­leik­ar­anum hjá FC Midtjylland, Sonna Ragnari Nattestad. Henning var mánadagin í arbeiðs­ ørindum til dyst ímillum eyka­liðini hjá Viborg FF og FC Midtjylland, og har fekk hann aftur eyga á Sonna Ragnar. Henning hevur nevn­iliga sæð hann spælt fleiri ferðir, og hann hevur bara rósandi orð at bera risa stóra vágamanninum. Einki undan­tak var til henda dystin. – Tað var eitt fram­úr­skar­ andi avrik. Hann tapti so at siga ongar nærdystir, rudd­ aði upp tá ið trýst varð lagt á og dugdi eisini væl at seta upp­spælið í gongd, sigur Henning Andersen. Henning var ikki tann einasti, sum metti avrikið vera gott. Hann legði nevn­ iliga tilmerkis, at venjarin hjá Sonna Ragnari eisini var væl nøgdur. – Glen Riddersholm var sera væl nøgdur við avrikið og rósti honum týðiliga. Tað hoyrd­ist frá síðulinjuni, sigur Henning. Profilur í Superliguni Sonni Ragnar Nattestad fekk í fjør vetur sín fyrsta dyst frá byrjan á besta liðnum hjá FC Midtjylland, og var avrikið tá somikið gott, at fyrrverandi leikarin og núverandi um­ mælarin hjá Viasat, Jesper Grønkjær, úttók hann til sokallaða »Rundens Hold«, sum eru teir 11 bestu í deildini ta umfarið. Hesum var Henning Andersen samdur í og er hann samstundis púra vísur í, at Sonni Ragnar aftur fær møgu­leikan í superliguni. – Tað er eingin ivi um, at hann kann menna seg til at gerast ein lyklaleikari hjá FC Midtjylland í Superliguni. Henning hevur sæð Sonna Ragnar spælt fleiri ferðir, og hann metir, at 19 ára gamli miðverjuleikarin hev­ur nógvar styrkir. – Hann hevur betrað sítt spæl eftir jørðini síðani fyrstu ferð eg sá hann. Tá ið ein spæl­ari er somikið væl vaksin, sum Sonni Ragnar jú er, so er størsta styrkin tó í luft­bóltunum, metir Henning. FC Midtjylland vann dystin 1-0 og Sonni Ragnar spældi allan dystin í mið­verj­ uni saman við Kolja Afriyie. Hesin seinni nevndi hevur áður verið á týska U21-lands­ liðnum, og legði Henning Andersen at enda afturat, at hann metti tað vera eitt ógvu­liga gott tekin, at Sonni Ragnar ikki smæddist burtur og var mælskari og meiri stýr­andi enn Kolja Afriyie. albinus@sosialurin.fo Serfrøðingur: Fyrrverandi Chelsea leikarin, Jesper Grønkjær