Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. mars 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fótbóltur H E S A V I K U N A Meinhardt Joensen 5 Dagsins leikari Málverjin kom ofta væl út úr málinum og samlaði bóltar upp, umframt at hann hevði nógvar góðar bjargingar. Framúr avrik av KÍ málverjanum Gunnar Christiansen 3 Hevði gott tak á vinstru síðu hjá Víkingi, men tað komst eisini eitt sindur av at spælið hjá Víkingi fyri tað mesta koyrdi gjøgnum høgru síðu. Jonas F. Rasmussen 4 Sær út til at vera stýrimaðurin í verjuni, sum KÍ hevur manglað í nøkur ár. Var avgerandi móti endanum av dystinum, tá hann vann allar bóltarnir, ið komu í feltið. Sørmundur Kalsø 3 Leikti ein góðan dyst, men gjørdi tó ein feil í fyrra hálvleiki, ið var nær við at kosta mál. Tórður Justesen 2 Hevur fyrr spælt sum miðvallari, so leikluturin sum vinstri bakkur er nýggjur. Hann stríddist væl, men Víkingar komu til fleiri innlegg úr høgru síðu. Atli Danielsen 3 Stríddist væl á miðvøllinum, hóast Víkingur var meira á bóltinum enn KÍ. Ndende Adama Guéye 3 Stríddist væl. Hevur fyrr leikt betri dystir, men fekk veruliga víst hvussu høgt botnsstøðið hann inniheldur. Ein fongur fyri KÍ. Hjalgrím Elttør 4 Var við í øllum teimum farligu støðunum sum KÍ hevði. Hevði eitt innlegg á stongina, umframt at hann legði upp til málið hjá Páll Klettskarð við flottum avriki. Álvur Christiansen 2 Kom ongantíð veruliga til sín rætt. Inniheldur fleiri dygdir enn hann fekk víst í dag. Heðin Klakstein 2 Arbeiddi væl í síðuni, men av tí at KÍ hevði so ringt við at fáa skipað álopsspæl í dystinum, kom hann heldur ikki veruliga til sín rætt í dag. Páll Klettskarð 3 Tóktist heldur einsamallur í álopinum og hevur leikt betri dystir. Men hann fekk veruliga víst klassan, tá hann 10 minuttir fyri leiklok avgjørdi dystin. Jóhan Jacobsen 2 (72.) Er ein skjótur leikari, ið stríddist væl tí løtuna hann kom inn. Ivan Joensen Var inni ov stutt til at gera eina meting Ísak Simonsen Var inni ov stutt til at gera eina meting Avrik: tøl 1 til 6 Andre Olsen Tað var ein stórur gleðis­ rómur rundanum leikvøllin í Djúpumýru í gjár, tá Dagfinn Forná bríkslaði fyri seinastu ferð. KÍ vann dystin 1-0 móti Víkingi, hóast gestirnir úr Víkingi høvdu fleiri vanda­ miklar møguleikar enn KÍ í dystinum. Og júst tað at fáa 3 stig á einum degi, har allir ikki spæla upp til sítt allar besta, er ein sterk dygd at hava. Í fjør var trupulleikin alt ov ofta at KÍ liðið spældi væl, men stóð eftir uttan stig. Profil­arnir, ið KÍ hevur keypt inn til kappingarárið síggja út til at vera leikarir, ið veruliga lyfta liðið og taka ábyrgd. Víkingur trýsti – KÍ avgjørdi Tað fyrstu løtuna í dystinum hendi tó ikki nógv í Klaksvík í gjár. Tað sá út sum at liðini høvdu stóra virðing fyri hvørjum øðrum og tí bleiv hildið á hondbremsuni eitt lítið sindur. Men eftir eini 20 min­utt­ um kom glið á dystin. Fyrsti stóri málmøgu­ leikin kom eftir 25 minuttir tá Súni Olsen sparkaði eitt fríspark á stongina. Bólturin stakk útaftur í spælið og beint fyri føturnar á Erlingi Jacobsen, men tíverri fyri Erling, so rakti bólturin ein við­leikara hjá sær á veg inn í málið. Víkingur fekk ein annan risa møguleika stutt fyri hálv­leik, tá Sørmundur Kalsø fór skeivur av einum bólti. Sølvi Vatnhamar slapp leysur og trillaði bóltin fyri føturnar á Finni Justinussen, ið hevði tómt mál at skjóta í, men rakti tvørtræðið. Heimaliðið hevði í fyrra hálvleiki torført við at spæla seg fram til teir heilt stóru mál­møguleikanir. Onkra hendingar ferðirnar royndu teir seg við langskotum, ið Geza Turi tó hevði tamar­ hald á. Tað var eisini Víkingur, ið byrjaði 2 hálvleik betri. Víkingur hevði ein góðan møguleika eftir 60 min­ uttum, tá Súni Olsen drøn­ aði eitt fríspark avstað á tvør­træðið. Síðsti hálvi tímin var besta løtan í dystinum hjá KÍ. Fyrsti stóri málmøguleikin til KÍ kom aftaná 65 minuttir, tá Hjalgrím Elttør royndi seg við einum lumpisligum inn­ leggi, ið rakti stongina. KÍ fekk eisini ein risa møgu­leika aftaná 73 min­ uttir, tá eitt frísparks innlegg datt fyri føturnar á Jonas Flindt Rasmussen, ið tó bleiv møtt meistarliga av Geza Turi í Víkinga málinum. Og júst tá øll sótu og tos­aðu um at dysturin fór at enda uttan mál, slegði KÍ til. Í eyðkendum KÍ stíli dróg liðskiparin Hjalgrím Elttør gjøgnum vinstru síðu og legði eitt inn­legg fyri føturnar á KÍ topp­skjútt­ anum Páll Klettskarð ið fekk tað forloysandi málið í Klaks­vík. Eitt mynstur, ið vit hava sæð nógv av hjá KÍ hesi seinastu tvey kapp­ ingarárini. Fótbóltsfeburin í Klaksvík er í hæddini, nú KÍ er oddalið í Effo-deildini við fullum stigatali. Byrjanin hjá Víkingi er harafturímóti alt annað enn góðkend ­fepur í Klaksvík ítróttur KÍ fær ofta góða byrjan Fyri 3 ferð uppá 4 kappingarár stendur KÍ eftir við fullum stigatalið aftaná 2 umfør. Tað einasta árið, har KÍ ikki hevði fult stigatal aftaná 2 leikumfør var í 2012, tá liðið bert hevði 1 stig aftaná 2 umfør. 2012 er tó tað besta kappingarárið hjá KÍ, síðani liðið kom aftur í bestu deildina í 2011. Fótbólts- (0-0) 1-0 1-0: Páll A. Klettskarð 80. Dómari: Dagfinn Forná