Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. mars 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35 ítróttur Víkingur royndi at trýsta tað sum eftir var av dyst­ inum. Millum annað við at flyta liðskiparin Atla Gregersen fram í álopið, men KÍ verjan var sterk og fekk rudda alt burtur, ið kundi blíva til ein málmøguleika. KÍ hevur fleiri dygdir Stóri trupulleikin hjá KÍ í fjør, var tað at liðið lat ov nógv mál ígjøgnum. Tí fór KÍ miðvíst út aftaná kapp­ ing­ingina eftir leikarum, ið vildu styrkja tann defensiva partin á liðnum. Tað eydn­ aðist KÍ at fáa fatur á Jonas Flindt Rasmussen og Ndende Adama Guéye til kapp­ ingarárið, og tað er eingin ivi um at KÍ hevur styrkt seg væl defensivt. Enn er bara 1 mál farið ígjøgnum hjá KÍ. Ein onnur avgjørd dygd hjá KÍ afturat er at málverjin, Meinhard Joensen sær út til at vera í góðum formi í ár. Málverjin hevði ikki sítt besta kappingarár í fjør, men leikti ein sannførandi dyst móti Víkingi í gjár og var besti leikarin á KÍ liðnum. Trýst á Víkingi Tað at Víkingur stendur utt­an stig aftaná 2 umfør er avgjørt ikki ein góðkend byrjan fyri felagsliðið, ið annars hevur stórar mál­setn­ ingar. Venjarin hjá felagnum, Sigfríður Clementsen hevur meldað greitt út at hann metir at felagið hevur nóg gott fólk til at vinna FM heitið í ár. Hóast Víkingur tapti dystin í gjár, so var tó nógv jaligt sum teir kunnu taka við sær frá dystinum. Liðið spældi seg fram til fleiri stórar málmøguleikar, men neyv­leikin manglaði. Tað skulu tó skjótt stig til á konto’ina hjá Víkingi, soleiðis at liðið ikki dragn­ ar ov langt afturút í odda­ stríð­num. Teir skulu fríggja­ kvøldið í Gundadal at leika móti B36, ið saman við KÍ og NSÍ hevur fult stigatal. Geza Turi 3 Hevði stýr á tí mesta í dystinum og kann ikki lastast fyri málið hjá KÍ. Bárður Hansen 3 Er eitt farligt vápn hjá Víkingi. Kom ofta væl framvið og legði góð innlegg. Ein leikari, ið bankar uppá a-landsliðsdyrnar. Málið hjá KÍ kom tó ígjøgnum høgru síðu hjá Víkingi. Atli Gregersen 4 Besti Víkinga leikari á vøllinum. Var róligur á bóltinum og hevði gott tamarhald á KÍ áleyparanum Páll Klettskarð. Erling Jacobsen 3 Leikti ein fínan dyst. Er sum oftast góður í verjustøðum og telist millum bestu verjuleikararnir í landinum. Dánial Pauli Lervig 2 Fór út við skaða aftaná 55 minuttir. Arbeiddi annars væl, men spælið koyrdi ov nógv gjøgnum høgru síðu hjá Víkingi. Súni Olsen 3 Hevði tvær frísparksroyndir, ið raktu ávíkavíst stongina og tvørtræðið. Var annars nógv við í spælinum hjá Víkingi. Hallur Hansson 3 Vísti í løtum sínar dygdir, tó uttan at tað nakrantíð bleiv veruliga vandamikið. Er tó ein stórur profilur at fáa Í Effodeildini. Sølvi Vatnhamar 3 Kom fram til tveir stórar kjansir í seinna hálvleiki. Arbeiddi væl og var nógv við í álopsspælinum. Hanus Jacobsen 2 Gav ein góðan innsats sum altíð. Spælið hjá Víkingi koyrdi tó ov nógv gjøgnum høgru síðu og kom tí ongantíð veruliga til sín rætt. Filip Djordjevic 2 Hevur fyrr leikt góðar dystir móti fyrrverandi liðfeløgunum úr KÍ, men kom ongantíð veruliga í gongd. Ein lyklaleikari fyri einum góðum kappingarárið hjá Víkingi. Finnur Justinussen 2 Kom fram til nógvar vandamiklar støður, men var ov óneyvur. Serliga í fyrra hálvleiki átti fyrrverandi toppskjúttin at lagt Víking á odda 0-1. Svein Justinussen 2 (55.) Royndi at stríðast og arbeiddi hart, tó uttan at tað nakrantíð bleiv veruliga vandamikið. Heðin Hansen Var inni ov stutt til at gera eina meting Ingi Sørensen Var inni ov stutt til at gera eina meting Avrik: tøl 1 til 6 Nógvir áskoðarir. Hóast tað var kalt í veðrinum, so vóru nógvir áskoðarir og hugdu í Klaksvík í gjár. Tað var ikki nógv at seta fingurin á til dystin. Tað einasta ið kundi verið betri, var um klokkan við endan av leikvøllinum hevði rigga, men tað er heilt vist nakað, ið teir arbeiða við í Klaksvík. »Atlantic Airways hevur avlýst alla flúgving uppá Føroyar í dag og morgin, tí Klaksvíkskingar flúgva so høgt í løtuni« Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: KÍ Meinhardt Joensen – Gunnar Christiansen – Jonas F. Rasmussen ■ – Sørmundur Kalsø – Tórður Justesen – Atli Danielsen (85. Ivan Joensen) – Ndende Adama Gueye – Álvur Christiansen (71. Jóhan Jacobsen) – Heðin Klakstein (90. Ísak Simonsen ■) – Hjalgrím Elttør(liðskipari) – Páll A. Klettskarð Víkingur Geza Turi – Bárður J. Hansen – Atli Gregersen (liðskipari) – Erling Jacobsen – Dánial Pauli Lervig (55. Svein Justinussen) – Súni Olsen – Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar (86. Ingi Sørensen) – Hanus Jacobsen – Filip Djordjevic ■ (86. Heðin Hansen) – Finnur Justinussen Ikki álvarsamt hjá Dánial Paula Tað sá álvarsamt út, tá vinstri bakkurin hjá Víkingi noyddist út á børu eftir 55 minuttum av dystinum í gjár. Vinstri bakkurin traðkaði skeivt, tá ein KÍ leikari fór framvið honum og lá leingi á vøllinum. Man kundi óttast at okkurt var hent við knænum hjá bakkinum, men tað vísti seg tíbetur at vera talan um eina keiking. Myndir: Álvur Haraldsen