Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. mars 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur H E S A V I K U N A Suni Ernstsson 1 At kalla onga bjarging og fimm mál ígjøgnum. Endar helst á beinkinum, tá ið Mark Ryutin verður klárur. Jákup Jacobsen 2 Ikki størsti syndarin í verjuni, men ov nógv slapp ígjøgnum í vinstru síðu. Teitur R. Joensen 3 Ljóspunktið í Skála-verjuni og átti ikki lut í flestu málunum. Pætur Dam Jacobsen 2 Royndir og dygdir havt í huga livdi hann ikki upp til sín leiklut sum ein av ábyrgdarunum. Rói av Fløtum 1 Ógvuliga ivasamt avrik hjá umskúlaða fyrrv. frammrættaða havnamanninum. Ikki nóg avgjørdur og opið hús fleiri ferðir – varð eisini útskiftur. Holgar Durhuus 3 Ein av fáu heimamonnunum, sum kundi fara av vøllinum og siga, at hann gav alt og framdi eitt gott persónligt avrik. Edvin Jacobsen 2 Ikki serliga eyðsýndur og er flestu mótstøðumonnunum undirlegin. Andras Frederiksberg 2 Saknaði Pætur undir liðini á sær og datt burtur ímillum í dystunum á miðvøllinum. Ólavur Mikkelsen 2 Eiheldur ein av teimum eyðsýndu leikarunum og varð eisini útskiftur lutfalsliga tíðliga. Jákup Johansen 3 Ferðmikil og gott íkast hjá einum annars tannleysum Skála-liði. Misnýtti tó ein fríleypara. Brian Jacobsen 4 Tekniskt ógvuliga væl fyri og átti ein fót í øllum uppspølunum. Uttan iva dagsins leikari hjá Skála. Avrik: tøl 1 til 6 Pætur Albinus NSÍ fekk eina góða byrjan upp á Effodeildina eftir at teir fingu øll trý stigini í tepr­ um 1-0-sigri heima ímóti B68 í fyrsta umfari. Skála fekk hinvegin ikki ynsktu byrj­ anina eftir 0-2-tap á útivølli ímóti B36, og hava teir fyri neyð­ini at vinna sær nøkur stig skjótast møguligt fyri at vinna sær stig til botnstríðið, har flestu vænta teir fara at vera á stigatalvuni. NSÍ hevur – um nakar – fingið eina bleyta byrjan og í fyrstu tveimum umførunum hava teir møtt báðum upp­ flyt­arunun. Fyrst B68 og nú Skála. Setningurin má tískil hava verið greiður: seks stig. Veðrið var ógvuliga ringt tá ið tey vaknaðu á Skála­fjørðinum sunnu­ morgunin, men út á dagin batnaði veðrið munandi og tað var – hóast tað var kalt – dýrdarveður tá ið Rúni Gaardbo bríkslaði dystin í gongd kl.14. Dreymabyrjan hjá NSÍ Tað var púra greitt frá dystar­byrjan, at NSÍ ætlaði sær øll trý stigini. Teir vóru ógvuliga álopskendir og tá ið bólturin kom í føturnir hjá teimum, var leiðin bara ein, nevniliga frameftir. Hetta tóktist at nerva Skála- verj­una eitt sindur, sum var broytt í tann mun, at ein smáskaddur Petur Pauli Mikkelsen var á beinkinum og Pætur Dam Jacobsen var fluttur frá miðvøllinum aftur í verjuna. Serliga teir minni royndu vongverjarnir vórðu settir til roynd og NSÍ breyt ígjøgn­ um á veingjunum. Tað var eisini soleiðis, at fyrsta NSÍ- málið kom longu tá ið níggju minuttir vóru spældir. Andy Olsen varð spæld­ur leysur aftanfyri Skála-verjuna í spískum, haðani hann legði bóltin upp á tvørs til Klæmint A. Olsen, sum úr stuttari fjarstøðu sendi bóltin í málið. Á dómara­ seðl­inum er Skála-málverjin, Suni Ernstsson, skrásettur fyri at hava gjørt sjálvmál. Stutt eftir leiðslumálið hevði NSÍ stóran møguleika at økja til 2-0, men skotið hjá Andy Olsen úr stutt­ari fjarstøðu endaði onkurs­ vegna omanfyri málinum. Eis­ini Skála fekk ein risa møguleika at javna, tá ið Jákup Johansen slapp at renna púra leysur mótvegis mál­inum. Hann var tó óneyvur og sendi bóltin fram­við málinum. NSÍ slær til Tað tóktist eins og NSÍ fekk eina ávaring við frí­leyp­ ar­anum hjá Skála, tí teir tóku sær um reiggj restina av fyrra hálvleiki og dýktu á mót­vegis málinum hjá heima­liðnum. Tá ið 32 minuttir vóru leiktir var tað eftir fan­tast­ iskt innlegg úr vinstru frá Andy Olsen, at Klæmint A. Olsen setti høvdið á bóltin og stútaði hann í mál til 2-0. Síðani gingu bara fimm minuttir áðrenn NSÍ gjørdi tað til 3-0 og í grundini eisini avgjørdi dystin longu í fyrra hálvleiki. Enn eina einaferð, og fyri triðju ferð, var Andy Olsen uppleggjarin. Hesaferð var tað hegnisliga væl spælt við halinum til Magnus Olsen, sum setti innaru síðu á bóltin og sendi NSÍ á greiða sigurs­kós. 3-0! Løtuna til hálvleiks var ikki nógv veiggj í dystinum og heimamenninir líktist monnum, sum høvdi tørv á einum hálvleikssteðgi at fáa hvílt seg og tosað um hvat nú skuldi gerast. Skála bítir frá sær Nógv skuldi vendast áðr­enn Skála aftur skuldi gera seg galdandi í hesum dyst­inum. Okkurt bendi tó á, at teir vóru væl ávegis inn aftur í dystin, tí NSÍ til­spældi sær ikki teir stóru mál­møgu­leik­ arnar, sum teir fingu í fyrra hálvleiki. Møguliga var tað tí at NSÍ fór niður í ferð eftir at hava vunnið sær trygga NSÍ hevur framvegis fult stigatal í Effodeildini eftir knúsandi 5-1-útsigur ímóti uppflytarunum av Skála á Skála ítróttur Einki hattrikk hjá Klæminti Mong mundu halda, at Klæmint A. Olsen gjørdist trífaldur málskjútti. Men tey fingu annað at síggja tá ið dómaraseðilin var at síggja á eitt nú Faroesoccer. Har sást nevniliga, at Rúni Gaardbo metti, at Silas Ernstsson gjørdi sjálvmál í fyrsta málinum. (0-3) 1-5 0-1: sjálvmál 9. 0-2: Klæmint A. Olsen 32. 0-3: Magnus Olsen 37. 1-3: Brian Jacobsen 68. 1-4: Árni Frededriksberg 88. 1-5: Klæmint A. Olsen 90.+3. Dómari: Rúni Gaardbo stórsigur NSÍ vann