mánadagur 24. mars 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35
ítróttur
leiðslu, men ein sannroynd
var tað, at Skála var betur
við í seinna hálvleiki.
Tá ið seinni hálvleikur
var hálvrunnin kom eisini
hol á hjá Skála. Tað var
eftir
hornasparksinnlegg
úr høgru, at eyðsýndi Brian
Jacobsen stútaði bóltin í
málið til 3-1. Hesa løtuna var
Skála ógvuliga væl við í dyst
inum og megnaði í grundini
at leggja eitt lítið trýst á NSÍ,
sum serliga í verjupartinum
sá út til at vera skelkað.
NSÍ avgjørdi
Andras Frederiksberg, sum
áður hevur spælt við NSÍ,
men nú spælir við Skála,
hevði góðan møguleika at
minka enn meiri um munin,
men heldur enn at heima
menninir fingu meiri at
fegnast um, so var tað NSÍ,
sum avgjørdi dystin væl og
virðiliga.
Í fyrsta lagi var tað tveir
minuttir undan leikloki, at
Klæmint A. Olsen eftir mót
álop spældi bóltin tvørturum
til ein púra leysan Árna
Frederiksberg, sum gjørdi
tað til 4-1. Tveir minuttir inn
í yvirtíðina hjá dómaranum
sló Klæmint A. Olsen sigurin
fastan, tá ið hann púra til
vildarliga kom at standa
púra leysur og ikki sveik
álitið og gjørdi tað til 5-1,
sum eisini gjørdist endaliga
úrslitið.
NSÍ hevur harvið fram
vegis fult stigatal, men tað
var kanska ikki meiri enn
væntað eftirsum mótstøðu
liðini higartil bæði hava
verið uppflytarar.
Skála hevur framvegis
fyrstu stigini til góðar og
hevur fyri neyðini at fáa
stig skjótast gjørligt, men
ikki verður tað lætt á útivølli
ímóti EB/Streymi í triðja
umfari.
Eliesar:
Ilt at siga hvat
gekk galið
Eliesar Olsen, blaðungi venj
arin hjá Skála, hevði ilt við
at siga hvat gekk galið í fyrra
hálvleiki, tá ið teir fingu heili
trý mál ímóti sær.
– Tað er ilt at siga júst
hvat gekk galið. Eg helt tað
var rímiliga javnt og áðrenn
teir koma á odda hava vit
ein rímiliga stóran møgu
leika. Vit missa síðani bóltin
í verjuketuni, og tað verður
man revsaður fyri ímóti ein
um liði, sum hevur so góðar
álopsleikarar. Vit hava ein
stóran møguleika at javna,
men so fáa teir bæði eitt og
tvey mál afturat. Keðilig mál
í einari keðiligari tíð, segði
Eliesar Olsen, sum segði seg
ikki skelda leikararnar í hálv
leikinum.
– Vit vóru allir samdir um,
at henda kundi koma afturí
aftur. Møguleikarnir vóru
har og vit vildu bara hava ta
fyrsta málið, tí so kundi alt
henda. Vit høvdu eisini ein
ógvuliga stóran møguleika at
gera tað til 2-3, men vit máttu
tá satsa og tá hendi tað, sum
so ofta hendir. At hinir fara
fram og skora, segði Eliesar.
Helgi:
Klæmint perfekti
áleyparin
Helgi L. Petersen, hjálpar
venjari hjá NSÍ, var væl
nøgdur við úrslitið, men
minni væl nøgdur við nakrar
løtur í dystinum.
– Sjálvandi eru vit fegnir
um at vinna 5-1, men tað er
ein løta í fyrra hálvleiki, sum
vit ikki eru so nøgdir við,
og ein løta í seinna hálveiki,
sum vit ikki eru so nøgdir
við. Men størra partin av
dystinum eru vit nøgdir við,
segði Helgi.
Hann sigur, at teir avtal
aðu í hálvleikssteðginum at
ikki fara niður í støði.
– Men teir fáa so minkað
um munin og vit eru ikki væl
nøgdir við ta løtuna, men tá
ið alt kemur til alt seta vit
teir upp á pláss og vinna 5-1,
segði Helgi L. Petersen, sum
rósti trífalda málskjúttanum,
Klæmint A. Olsen.
– Hann má vera tann
perfekti áleyparin. Hann ar
beiðir knallhart, skorar nógv
mál, er positivur og fær hinar
við sær. Eg hevði ikki býtt
hann um við nakran annan
áleypara í Føroyum, tað skal
eingin ivi vera um tað, segði
Helgi L. Petersen at enda.
albinus@sosialurin.fo
Andras Gango 3
Ein kundi ynskt sær at hann ráddi
meiri í feltinum. Hevði hinvegin ikki
nógv at gera og átti helst ikki lut í
málinum.
Jónhard Frederiksberg 3
Royndur leikari og greiddi sínar
skyldur til fulnar.
Per Langgaard 3
Riggar væl í miðverjuni. Avgjørdur og
góður bóltspælari.
Einar Tróndargjógv 3
Svingandi avrik. Sá ikki gott út í
nøkrum støðum, men gott út í øðrum
støðum. Samanumtikið góðtikið.
Monrad Holm Jacobsen 3
Varð ikki sendur til roynd hendan
dystin. Greiddi sína skyldu.
Andy Olsen 5
Framúr avrik. Serliga í fyrra hálvleiki,
har hann legði upp til øll trý málini –
har av tvey av teimum vóru hegnislig.
Sjúrður Jacobsen 2
Minst eyðsýndu leikarunum hjá NSÍ
og misti bóltin nakrar ferðir.
Magnus Olsen 3
Fekk eitt mál og gjørdi tað neyðuga
gott á miðvøllinum.
Árni Frederiksberg 3
Ikki besti dysturin hjá kvika
vongleikaranum, men var drúgvur og
tað kastaði eitt mál av sær.
Jann Martin
Mortensen 3
Ikki eins eyðsýndur sum hann áður
hevur verið, men vendi spælinum væl
og setti ferð á.
Klæmint A. Olsen 6
Hattrikk og legði upp til eitt mál.
Eingin fingur kann setast á avrikið
hjá toppskjúttanum í Effodeildini.
Avrik: tøl 1 til 6
Nú er aftur
Effo
fótbóltur
og lív á Skála. Sera
góð uppmøting hjá
fólki báðumegin
Skálafjørðin.
Ein roynd at
bjarga bóltinum
hjá Skála-
málverjanum
endaði við at verða skrásett
sum sjálvmál. Klæmint
A. Olsen átti málið!
»Í NSÍ leguni kunna tey
saktans SKÁLA í dag«
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Skála Suni Ernstsson – Jákup Jacobsen, Teitur
R. Joensen ■, Pætur Dam Jacobsen, Rói av
Fløtum (Petur Pauli Mikkelsen, 56.) – Holgar
Durhuus (Hendrik á Fríðriksmørk, 75.), Andras
Frederiksberg ■, Edvin Jacobsen ■, Jákup Johansen
– Ólavur Mikkelsen (Poul N. Poulsen, 65.), Brian
Jacobsen
NSÍ Andras Gango – Jónhard Frederiksberg,
Per Langgaard (Meinhardt E. Olsen, 56.), Einar
Tróndargjógv ■, Monrad Holm Jakobsen – Andy
Olsen, Magnus Olsen, Sjúrður Jacobsen, Árni
Frederiksberg – Jann Martin Mortensen (Haraldur
R. Højgaard, 76.), Klæmint A. Olsen
Jens Joensen aftur klárur Eftir leikbann og smáskaða
er miðverjuleikarin hjá NSÍ, Jens Joensen, so smátt við at koma
seg. Í dag sat hann á beinkinum og eina løtu hitaði hann
eisini upp. Trupult verður tó at sleppa aftur í miðverjuna, har
Per Langgaard og Einar Tróndargjógv í løtuni spæla.
Myndir: Álvur Haraldsen