mánadagur 24. mars 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
Eftir tvey umfør hevur B36
fult stigatal. Fríggjakvøldið
vóru líkindini so mikið vána
lig, at tað bar ikki til at spæla
á Argjum. Tíðliga seinna
partin leygardagin bar betri
til, hóast lotið var rættiliga
frískt.
B36 vann 2-1, og stóri mað
urin millum sigursharrarnar
var
miðvallarin
Róaldur
Jakobsen, sum skoraði bæði
málini. Merkisvert var tað,
at bæði málini vórðu skorað
úr stórari fjarstøðu. Hitt
fyrra við framúr fluktara úr
25 metrum, og hitt seinna av
brotsteigarmarkinum.
Lítla løtu undan steðg
inum javnaði Jobin Dranga
stein fyri AB eftir innlegg úr
vinstru frá Beiniri Ellefsen.
Tá kendist tað sum um, at AB
var omaná, men eftir steðgin
var tað aftur B36, sum stýrdi.
Róaldur
Jakobsen
var
sum vera man fegin, tá ið
dómarin hevði bríkslað fyri
síðstu ferð.
– Tað er ikki á hvørjum
degi, at eg skori tvey mál og
haraftrat við langskotum. Eg
eri væl nøgdur, og sjálvandi
hevur tað alt at siga, at vit
hava vunnið øll stigini í tætt
ari uppgerð undir ikki serliga
góðum
umstøðum,
sigur
Róaldur Jakobsen.
Hvussu
upplivdi
tú
málini?
– Tað fyrra var úr 25
metrum.
Bólturin
varð
klareraður av baklinjuni og
datt í boga fyri føturnar á
mær. Tá ið eg smekkaði til,
hevði bólturin fyrst kós mitt
í málið, men so snarðai hann
út ímóti stólpanum. Í seinna
førinum var tað eftir fína frí
spæling frá Adeshina Lawal.
Í 1. hálvleiki hevði B36 eis
ini betri tak á, hóast heima
liðið hevði vindin undan. AB
venjarin Bill Jacobsen heldur
seg hava frágreiðingina upp
á, hví tað vignaðist betri hjá
gestunum enn hjá heima
liðnum:
– Teir hava fleiri royndir,
enn okkara menn hava. Teir
vita, hvat tað snýr seg um, og
teir hava spælarar, ið evna at
varðveita bóltin, hóast um
støðurnar ikki eru góðar. Eg
hugsi her um eitt nú Jákup á
Borg, Lukasz Cieslewich og
Adeshina Lawal. Vit gjørdu
mistøk
í
verjuspælinum,
og tað sektaðu teir. Í Róaldi
høvdu teir mannin, sum av
gjørdi. Vit kunnu ikki annað
enn staðfesta, at teir vóru
omaná hesa ferð, og so mugu
vit mánadagin fara at venja
meiri, segði AB venjarin.
Hvussu mundi tað verið,
um meiri spurdist burturúr,
tá ið Cristian í Garði legði
væl innfyri?
– Tað kunnu vit ikki
brúka til nakað uttan tað,
at vit kunnu fegnast um, at
vit spældu okkum til onkrar
møguleikar.
Róaldur
Jakobsen
var
samdur við AB venjaranum:
– Tað líkaði okkum væl, at
vit í 1. hálvleiki høvdu vindin
ímóti. At teir skoraðu dygst
undan steðginum harmaðust
vit um í eina løtu, men so
tóku vit okkum saman aftur,
og eg haldi, at vit í 2. hálvleiki
arbeiddu væl og nógv í øllum
ketunum. Tað bar sigurin við
sær, og tað fegnast vit um.
joannes@sosialurin.fo
Jóannes Hansen
Tað endaði 1-1 á Svangaskarði,
har B68 leygardagin hevði
vitjan av favorittunum í EB/
Streymi.
Seks
minuttir
undan
steðginum legði miðvallarin
Niels Pauli Danielsen EB/
Streym framum eftir langa
framlegging og eitt sindur
tøvandi B68 verjuspæl.
Støðan helt sær, inntil tað
restaði eitt korter. Tá javnaði
B68. Í fyrstu atløgu varð
hildið, at tað var vongverjin
Bergur Gregersen, sum hevði
skorað eftir frísparksfram
legging frá stinna miðverj
anum Mads Rosenberg, men
sambært
dómaraseðlinum
var tað EB/Streyma liðfor
maðurin Gert Hansen, sum
bólturin rakti í høvdið á veg
í málið.
Útjavnandi málið kom
ikki óvart á, tí tá hevði B68 í
eina góða løtu verið tætt við.
Í álopinum vóru sera skjótu
Jonleif Højgaard og Esmar
Clementsen, sum er komin
úr B71. Uppskriftin hjá B68
var at leggja bóltar fram um
verjuna, so teir báðir kundu
kapprenna við EB/Streyma
miðverjuna, og í fleiri førum
eydnaðist tað.
Tá ið dómarin bríkslaði
fyri síðstu ferð, var tað týð
uligt, at heimamenninir vóru
fegnir, meðan teir í gesta
leguni ikki vóru nøgdir:
– Vit eru ikki nøgdir við
hetta. Úrslitið kunnu vit ikki
finnast at, tí B68 stóð seg
væl. Men vit eru misnøgdir
við okkum sjálvar. Ætlanin
var at taga spælið sundur og
at leypa á í borðunum. Tað
eydnaðist ikki, og harvið var
tað lættari hjá toftamonnum,
tí teir eru stinnir í sentrala
partinum, segði EB/Streyma
venjarin Rúni Nolsøe.
Jógvan
Martin
Olsen,
sum
saman
við
Øssuri
Hansen hevur ábyrgdina av
B68 liðnum, var fegin um, at
teirra lið nú er komið á stiga
talvuna.
– Vit mugu rósa okkara
spælarum fyri góðan hug
burð. Eisini er tað hugaligt at
staðfesta, at leikliga avrikið
gerst alsamt betri. Ímóti
NSÍ var stórur fjáltur á og
grundleggjandi
sendingar
miseydnaðust. Tað var betri
í 2. hálvleiki í Runavík, og
í dag sá tað aftur betri út.
Vit megnaðu ofta at spæla
okkum úr fyrsta trýstinum
hjá teimum, og so løgdu vit
sendingarnar í borðini og inn
um verjuna.
Rúni Nolsøe ásannaði, at
tað var undarligt at leggja
ætlanir ímóti liði, sum er
mannað við fleiri spælarum,
sum eru púra ókendir, men
hann helt ikki, at hetta var
nakað, ið kundi brúkast sum
umbering um, at tað ikki
eydnaðist at vinna:
– Vit hava so roynt og
gott fólk, at vit eiga at
leggja til rættis eftir okk
ara
fyritreytum
og
ikki
eftir, hvussu B68 liðið er
samansett, og hvussu tað
ætlar at spæla.
Nú hava tit Skála við
Margáir?
– Har er einki sum eitur.
Vit skulu vinna fulla úrtøku
ímóti teimum, var greiði boð
skapurin hjá EB/Streyma
venjaranum.
Jógvan
Martin
Olsen
ásannaði, at tað verður stór
avbjóðing at fara til Fugla
firðar, men hann heldur, at
gongdin boðar frá góðum
– um tað framvegis fer at
ganga rætta vegin hjá B68
joannes@sosialurin.fo
gongur rætta vegin á Toftum
Róaldur tvey mál úr 41 metrum
EB/Streyma venjarin harmaðist,
og B68 venjarin fegnaðist
um 1-1 á Svangaskarði
»Fjórði hálvleikur hjá Jógvan Martin var
næstan betri enn Triði hálvleikur á Rás2«
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
»Tað var trupult at verda lokalur til dystin á
Argjum leygarmorgunin millum AB-B36, nú so
nógvir spælarar hava umboðað bæði liðini«
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
(0-1) 1-1
0-1: Niels Pauli Danielsen 39.
1-1: sjálvmál 76.
Dómari: Páll Augustinussen
B68 Kristian Joensen – Niklas Poulsen, Jóhan
Dávur Højgaard, Mads Rosenberg, Bergur
Gregersen – Janus W. Mortensen, Ovi Brim (Emil
Ronaldsson, 73.), Jann Ingi Petersen, Hákun
Edmundsson, Esmar Clementsen (Kristian Anton
Andreassen, 65.) – Jonleif Højgaard (Andrias á
Líknargøtu, 69.)
EB/S René Tórgarð – Jónas þór Næs, Egil á Bø,
Marni Djurhuus, Pól Jóhannus Justinussen
Gert Hansen, Høgni Madsen ■, Niels Pauli
Danielsen (Brian Olsen, 71.) – Leif Niclasen,
Gunnar Zachariasen (Jóhannes Hansen, 68.), Hans
Pauli Samuelsen ■
AB Hans Jørgensen – Jónas Stenberg, Sørin N.
Samuelsen, Sorin Anghel ■, Beinir Ellefsen – Jobin
Drangastein (Mikkjal T. Hentze, 82.), Bárður
Olsen, Hørður Mohr (Kári Nielsen, 55. ■) – Jógvan
Skeel Nolsøe ■ (Martin Midjord, 88.), Jóan Símun
Edmundsson, Cristian í Garði ■ (Jógvan Isaksen,
74.)
B36 Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Klæmint
Matras, Hørður Askham, Alex Mellemgaard
(Benjamin Heinesen, 66. ■) – Róaldur Jakobsen,
Símun Joensen – Jákup á Borg ■ (Tóki á Lofti, 86.),
Lukasz Cieslewicz ■, Rasmus Dan Sørensen (Eli F.
Nielsen, 74.) – Adeshina Lawal
fótbóltur
Við tveimum langskotum var B36 miðvallarin Róaldur
Jakobsen munurin, tá ið B36 vann 2-1 á Argjum
(1-1) 1-2
0-1: Róaldur Jakobsen 33.
1-1: Jobin Drangastein 44.
1-2: Róaldur Jakobsen 75.
Dómari: Petur Reinert
Myndir: Álvur Haraldsen