mánadagur 24. mars 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35
ítróttur
Jóannes Hansen
Favorittarnir í HB vunnu
ársins fyrsta sigur, tá ið tað
á heimavølli endaði 3-1 ímóti
ÍF. Øll málini vóru skorað í
1. hálvleiki, og HB avgjørdi
síðstu løtuna undan steðg
inum.
Bogi R. Petersen legði
ÍF framum við brotssparki,
sum varð dømt, tá ið Bartal
Eliasen í hornasparksstøðu
var togaður niður. Andrew
av
Fløtum
javnaði
eftir
horna, og innanfyri tríggjar
minuttir skoraðu brøðurnar
Christian
og
Kristin
R.
Mouritsen málini, sum vístu
seg at bera trý stig til lHB við
sær.
HB var leikliga omaná í
1. hálvleiki, meðan ÍF eftir
steðgin vísti størri tyngd og
trýsti heimaliðið.
HB
venjarin
Heðin
Askham var bæði fegin og
lættur, tá ið Eiler Rasmussen
hevði bríkslað fyri síðstu
ferð:
– Tað kom illa við, at teir
løgdu seg framum, men vit
hildu høvdið kalt og spældu
væl í 1. hálvleiki. Eftir steðg
in fóru vit í panikk, tá ið
teir leypa á, og vit detta alt
longri á vøllin. ÍF liðið er
gott, og eg eri sera fegin um,
at vit vunnu øll stigini, var
viðmerkingin hjá HB venj
aranum, sum rósti veteran
inum Andrew av Fløtum,
sum bæði skoraði og var við
í uppspælinum til mál:
– Hann rennur alla tíðina
og bjóðar seg til og spælir
hinar. Vit hava eitt gott lið, og
vit skulu spæla upp á okkara
máta, siigur HB venjarin.
Undir liðini á honum stóð
ÍF venjarin Albert Ellefsen.
Eftir tvey umfør hava hann
og ÍF tapt tvær ferðir 3-1,
men tað fær ikki venjaran at
missa mótið. Hann heldur,
at úrslitið vísir ikki dystar
gongdina:
– Um vit sammeta við í
fjør og dystirnar ímóti KÍ og
HB, so hava vit mist tvey stig.
Mínir spælarar eiga rós uppi
borið fyri, at teir eftir steðgin
reistu seg so væl og spældu
HB út av vøllinum. Serliga tá
ið havt verður í huga, hvussu
tað gekk lítlu løtuna undan
steðginum, tá ið vit missa
høvdið og teir fáa málini. Vit
vónaðu, at tað beinanvegin
eftir steðgin skuldi eydnast
at minka um munin. Eg rokni
við, at tað hevði skelkað teir,
men tíverri fingu vit ikki
málið, hóast vit høvdu møgu
leikar. Eitt nú tá ið Dánjal
fyri opnum máli sendi oman
fyri tvørtræið, og so hevur
Clayton ofta fingið meiri
burturúr, tá ið hann kemur
í so góða støðu, sum hann
var, tá ið hann slapp inn um
verjuna.
Hjá ÍF kemur tað illa
við, at Jákup Mikkelsen og
Høgni Zachariassen, sum
vóru lyklaspælarar í fjør,
í løtuni ikki eru førir fyri
at spæla. Hesa ferð vóru
teir fýra í verjuketuni, og
Leivur Joensen og Fritleif í
Lambanum røktu vongverj
arnar.
HB
liðið
hevði
somu
manning sum í 1-1 uppgerðini
ímóti EB/Streymi. Tá ið
Christian
R.
Mourtisen
skoraði til 2-1, rakti bólturin
í Bartal Eliasen, og harvið
var Hallgrím G. Hansen prís
givin. Tá ið Kristin R. Mourit
sen skoraði til 3-1, varð hann
spældur leysur í vinstru av
Pál M. Joensen. ÍF málverjin
tøvdi eitt vet, og tá ið hann
so leyp út, lyfti Kristin bóltin
elegant upp um hann.
ÍF er aftast á støðutalvuni,
men avrikið í Gundadali var
so mikið gott í 2. hálvleiki, at
tað lætnaði hjá HB venjar
anum, tá ið dómarin hevði
bríkslað fyri síðstu ferð.
joannes@sosialurin.fo
lætnaði hjá Heðini
Albert Ellefsen sær ikki svart
upp á tað, hóast ÍF einki stig
hevur eftir tvey 3-1 tap
»Einki stig og Albert tvey mál«
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
(3-1) 3-1
fótbóltur
0-1: Bogi R. Petersen br 15.
1-1: Andrew av Fløtum 28.
2-1: Christian R. Mouritsen 42.
3-1: Kristin R. Mouritsen 45.
Dómari: Eiler Rasmussen
HB Teitur Matras Gestsson – René S. Joensen,
Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr
Joensen (Alex José dos Santos, 72. ■) – Tróndur
Jensen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal ■ –
Christian R. Mouritsen (Páll M. Joensen, 81.),
Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen
ÍF Hallgrím G. Hansen – Leivur Joensen ■, Bartal
Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Fritleif í Lambanum –
Bogi R. Petersen, Karl Løkin, Kristoffur Jakobsen
■ (Nenad Saric, 69.) – Ari Ó. Ellingsgaard ■ (Frank
Poulsen, 69.), Clayton Soares, Dánjal á Lakjuni
Myndir: Álvur Haraldsen