Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 96 - 22. mai 2004 C M Y K 22 Fótbólturin hevur fingið fastatøkur á Skála Fyri fyrstu ferð í meiri enn 60 ára longu føroysku fót- bóltssøguni hevur Skála lagt seg á odda í bestu deildini. Orsøk- irnar til góðu gongd- ina eru fleiri, og einki bendir á, at tað skal steðga upp hjá skála- monnum, sum hava fingið áskoðararnar at hoyrast og síggjast meiri á útivølli, enn teir higartil hava gjørt SPILDURNÝTT ODDALIÐ Jóannes Hansen Tað verður fótbóltssøga skrivað hvørja ferð eitt umfar í bestu deildini er á skránni. Skála fær ikki afturhald. Eftir trý tey fyrstu umførini vóru teir millum tey ovastu. Eftir fjórða um- farið er Skála einsamalt á odda. B36 er næstfremst, og nú er lagt upp til oddabrak, tá ið B36 hvítusunnuaftan fer at vitja á Skála. Støðan er spildurnýggj á Skála. Kvinnurnar hava áð- ur vunnið FM, og í hond- bóltinum hava tey á Skála staðið seg væl saman við strandingum. Í kappróðri hevur Skálabáturin ofta staðið seg væl, og 5-manna- farið Svanur hevur eisini staðið seg væl. Men nú er tað fótbólturin, sum tað snýr seg um. Tey plaga at vera trúgv at fylgja við sínum liði. Hósdagin vóru skála- fólkini væl fleiri, enn tey plagar at vera. Tað vóru iva- leyst fleiri viðhaldsfólk hjá Skála, enn tað vóru við- haldsfólk hjá B68 á Svanga- skarði. Í hvussu so er hoyrd- ist og sást meiri til skála- fólkini. Bæði venjarin, Johan Nielsen, og spælararnir vísa so staðiliga øllum tosinum um oddastríð og FM aftur. Tað verður aftur og aftur undirstrikað – og eisini eftir sera sannførandi 4-0 sigurin á Svangaskarði – at fyrsta uppgávan hjá Skála er at sleppa so mikið langt frá niðurflytingar strikuni, at tað spøkilsið ikki skal kenn- ast sum ein plága, tá ið tað fer at líða meiri út á árið. Higartil hava avrikini verið sannførandi. Skála hevur tíggju stig, og nú eru teir bara tvey frá teimum tólv stigunum, sum í fjør góvu teimum níggjunda plássið. VB endaði á átt- anda plássinum við sekstan stigum, og í løtuni er sann- líkt, at Skála fer at verða fyrsta liðið, ið fer at røkka hesum stigatalinum í ár. Hvussu ber tað til, at Skála, sum inntil fyrsta um- farið varð lagt afturum flaggdagin, varð roknað millum evnini at flyta niður, nú blomstrar. Soleið- is verður spurt. Spælararnir siga, at ein av orsøkunum er, at teir hava so góðan venjara, sum hevur fingið teir at arbeiða saman sum ein eind. Og venjarin rósar spælarunum: – Teir hava lært nógv av at hava roynt seg í bestu deildini tvey tey seinastu árini. Sjálvsálitið er økt, og tá ið teir tora at spæla, og tað eydnast, sum teir taka sær fyri, so verður sjálvs- álitið uppaftur størri, og so gongur tað aftur betri, sigur Johan Nielsen. Tað tykist ikki at vera vandi fyri manningartroti fyrstu vikurnar. Tríggir kvalifiseraðir 1. deildar spælarar vórðu skiftir inn sunnudagin, og harafturat eiga teir ein ungan mál- verja, sum pressar íslend- ingin millum stólparnar, og so eru tað aðrir, ið væl kunnu brúkast á besta liðnum. Útlendingarnir nógv at siga Hósdagin var Meinhardt Dalbúð, sum nú er hjálpar- venjari hjá B68, eygnavitni til stórsigurin hjá Skála. Meinhardt var í nøkur ár fyrrapartin av níti árunum venjari á Skála, sum tá stríddist fyri at vinna sær fast pláss í 2. deild. Mein- hardt heldur, at liðið hjá Skála sær spennandi út. – Har eru fleiri ungir og evnaríkir spælarar, sum eru svangir eftir at vinna. Tað er í sær sjálvum motiver- andi, og fyritreytirnar verða uppaftur betri, tá ið teir hava spælt saman í fleiri ár og harvið kenna hvønn annan rættuliga væl. Meinhardt Dalbúð var toppskjútti, tá ið ÍF í 1979 fyri fyrstu ferð og púra óvæntað vann FM heitið. ÍF var fyrsta meistaraliðið í Eysturoy yvirhøvur. Mein- hardt sær onkrar paralellir millum ÍF í 1979 og Skála liðið, sum nú er oddalið. – Eg legði til merkis, at teir hava fleiri rættuliga góðar útlendskar spælarar á liðnum. Eg hugsi um Dus- an Jaic í miðverjuni, Iulian Florescu í vinstru og ikki minst um Nenad Stankovic, sum er ein fínur miðvall- arspælari. Meinhardt minnist aftur á, hvussu stóran týdning tað hevði fyri ÍF í 1979, at teir høvdu ein góðan út- lendskan spælara á liðnum. – David jones var ein fínur álopsspælari. Hann gjørdi mun, og hann lyfti okkum upp. Vit gjørdu alt fyri at røkka støðinum hjá honum, og tað kom okkum øllum til góða. Eg haldi, at útlendingarnir á Skála hava gott árin á yngru menninar. Onkrir teirra eru mentir rættuliga nógv síðsta árið, og tað verður spennandi at fylgja við í, hvussu tað fer at roynast hjá teimum, heldur Meinhardt Dalbúð, sum samstundis undirstrik- ar, at enn er tað ov tíðliga at siga so nógv um, hvussu tað fer at roynast hjá Skála í FM kappingini. – Men vit hava fleiri dømi um, at tað hevur hiln- ast heilt væl hjá feløgum, sum ongantíð áður hava vunnið FM. Umframt ÍF eru GÍ og B68 dømi um hetta, og vit minnast, hvussu tað gekk hjá B71 í 1989, og hvussu tað hiln- aðist hjá VB í 2000, heldur Meinhardt Dalbúð. Útisetar vitja NSÍ 23. juli fer føroyska úti- setafelagið, ÍF-Føroyar at spæla venjingardyst móti NSÍ. Hetta skrivar heimasíðan hjá NSÍ. Á liðnum hjá ÍF spæla fleiri leikarar, sum fyrr hava gjørt um seg í bestu føroysku deildun- um. Millum teir, sum í ár spæla á liðnum, kunnu eitt nú nevnast Jan C. Dam, Jan Gutte- sen og Sunnvard Joen- sen, sum allir hava verið við í oddinum í føroysk- um fótbólti. Í løtuni er ÍF Føroyar á triðja plássinum í seriu 1, men málið er vinna sær uppflyting til Keyp- mannahavnarseriuna. -jm Bogi Gregersen og liðfelagarnir av Skála eru í hopla í hesum døgum Mynd: Álvur Haraldsen Nr. 96 • leygardagur • 22. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Frits fyllir 60: – Eg eri heppin og takksamur Lesið síðu 6–7 TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Jóannes Lamhauge var eitt mest sum óskrivað blað í føroyskum tónleiki og sjónleiki fyri nøkrum mánaðum síðani. Men so hendi nakað. Sangleikurin um Jósef og tað ótrúliga litfagra dreymakotið gjørdist ein brakandi succes, og høvuðsleiklutin í leikinum hevði Jóannes Lamhauge. Hann kláraði seg fantastiska væl í hesum leik- luti, og fagnaðurin mundi ongan enda tikið. Nú verður Jóannes Lamhauge aftur at uppliva í Norðurlanda- húsinum, men hesaferð verður tað ikki við fullsettum palli av tónleikarum og sjónleikarum. Nú verður tað sum popptónleikarin, sum skrivar og syngur sínar egnu sangir. Jóannes og William Jóannes Lamhauge og William Souvy Olsen hava í eitt ár havt ein bólk, har teir skriva og spæla sangir hjá sær sjálvum. – Tað er popptónleikur við tekstum um, hvussu tað er at verða ungur í Havn og annað, sigur Jóannes Lamhauge. Jóannes og William, sum teir kalla seg, hava spælt nógv á kaffistovunum í Havn, og tað hevur verið hugaligt. – Hetta er nakað heilt annað enn at spæla við í einum stórum sangleiki við nógvum fólkum á pallinum. Vit hava spælt til smærri tiltøk, og tað hevur verið stuttligt á ein annan hátt, sigur Jóannes Lamhauge. – Tá ið eg spæli tónleik á hendan hátt, kunnu fólk uppliva meg og mín tónleik, og tað er nakað annað enn at spæla ein leiklut sum Jósef til dømis. Blóð á tonna Jóannes Lamhauge ætlar sær eisini frameftir at fáast við tónleik og sjónleik, men hann viðurkennir, at tað kann verða trupult at fáa studentaskúlan og listina at passa saman, men hann roynir sum frægast. – Eftir hendan sangleikin eru møguleikarnir eisini fleiri hjá mær, tí fólk kenna meg betur nú, so eg ætli mær at halda fram við tónleiki og sjónleiki, hóast eg samstundis verði noyddur at passa skúlan, sigur hann. Stjørnubreyt Jóannes og William verða eitt av nøvnunum á Stjørnubreytini, sum fer at halda til í Norður- landahúsinum um vikuskiftið. Leygardagin og sunnudagin fara evnarík ungfólk at vísa síni kynstur á palli í mentanarmið- deplinum í Havn, og talan er um ung stjørnuskot, ið royna seg sum solistar og í bólki. Umframt Jóannes Lamhauge kunnu nøvn sum Brandur Enni, Kamilla Ravnsfjall, Konni Kass Jacobsen, Heini Gilstone Andersen, Benja- min Petersen, Mia Káradóttir, Heiðrun Petersen, Blásara- kvintettin, Dávur Juul Magnussen, Break Dance og Paradox upplivast. Húsorkestrið er Pauli Poulsen, Bjarni Lisberg, Bárður Poulsen og Búgvi Jónleifsson. Stjørnu- breytin 2004 verður leygarkvøld- ið 22. mai kl. 19.30 og sunnu- dagin 23. mai kl. 16. Jóannes syngur sínar sangir Hann fekk rættiligt gjøgnubrot sum Jósef í stórsligna sangleikinum um litfagra dreymakotið, men hann skrivar eisini tónleik sjálvur, og um vikuskiftið fer hann at framføra á Stjørnubreytini í Norðurlandahúsinum – Tá ið eg spæli tónleik á hendan hátt, kunnu fólk uppliva meg og mín tónleik, og tað er nakað annað enn at spæla ein leiklut sum Jósef til dømis, sigur Jóannes Lamhauge, sum verður ein av teimum, sum verður at hoyra á Stjørnubreytini í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið 23