leygardagur 22. mai 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 96 - 22. mai 2004
Rúnar Reistrup
Ikki fyrr 6. juli komandi ár verð-
ur avgjørt, hvar olympisku leikir-
nir í 2012 skulu haldast. Men
umsøkjarabýirnir eru longu nú í
harðari kapping um at tekkjast
olympisku nevndini. Ein av
favorittunum er New York City,
sum við heilum hjarta satsar
uppá at hýsa stórslignu leiku-
num.
New York bjóðar seg fram sum
ein býur, har olympiski andin
livir hvønn dag. Býurin hevur frá
byrjan verið eitt fjølmentað
samfelag, og kappingarlyndið
gjøgnumsúrgar hann. Frank
Sinatra sang um býin "If you can
make it there, you are gonna
make it anywhere", og reglan
lýsir væl ta støðu, sum New York
hevur fingið í hugaheiminum hjá
fólki kring allan heim.
Broncks og Jacobsen
Okkara egni Jónas Broncks sigst
hava verið tann fyrsti at seta
búgv við munnan av Hudson
River, har sum býarparturin
Bronx nú liggur, navngivin eftir
Broncks sjálvum.
Síðan tá er rættiliga avmarkað
hvat nógv føroyingar hava gjørt
um seg í hesum amerikanska
metropolinum, men tann støðan
kann skjótt fara at broytast.
Í sambandi við umsóknina um
at gerast vertur fyri olympisku
leikunum er ætlanin at byggja ein
olympiskan bý til tey umleið
sekstan túsund ítróttarfólkini. Ein
arkitektakapping er útskrivað, og
millum teir fimm finalistarnar er
eitt uppskot, sum føroyski arki-
tekturin Ósbjørn Jacobsen eigur
sín stóra lut í. Hann hevur saman
við tveimum øðrum teknað upp-
skotið hjá danska arkitektavirk-
inum Henning Larsens Tegne-
stue, sum óvæntað varð valt út
millum 130 teknistovur úr øllum
heiminum. Nú bíðar føroyski
arkitekturin saman við restini av
heimsins arkitektum spentur eftir
úrslitinum, sum verður kunngjørt
27. mai. Vinnur danska tekni-
stovan kappingina, sleppur før-
oyski arkitekturin at seta sín dám
á ein heilt nýggjan býarpart í
New York.
Hava longu sigrað
Arkitektakappingin um olymp-
iska býin í New York byrjaði við
einari opnari innbjóðing til
teknistovur um allan heim at
senda tilfar inn. 130 bjóðaðu seg
fram. Av teimum vórðu tjúgu
teknistovur valdar út, og seinni
varð hetta talið minkað niður í
fimm, har ein teirra var danska
Henning Larsens Tegnestue. Tær
fimm útvaldu teknistovurnar
hava síðan fyrst í januar arbeitt
við at tekna olympiska býin, og
síðst í apríl mánaði vórðu tey
fimm uppskotini sýnd fram á
Grand Central jarnbreytarstøðini
í New York.
Fyri Henning Larsens Tegne-
stue er bara tað at vera millum
tær fimm útvaldu teknistovurnar
ein stórur sigur í sjálvum sær. Í
hesum høpi er tann í Danmark
vælkenda teknistovan at meta
sum lítil og ókend, og tí var tað
ein lítil sensatión, at hon kom so
langt í kappingini. Útveljingin
hevur eisini longu givið donsku
teknistovuni nógva umtalu, bæði
í heimlandinum og uttanlands.
Hinar fýra teknistovurnar, ið
luttaka í kappingini, eru
MVRDV úr Hollandi, Zaha-
Hadid Architects úr London,
Morphosis úr San Fransisco og
Smith-Miller + Hawkinson
Architects úr New York.
Uttan mun til um New York
fær heiðurin at gerast vertur fyri
olympisku leikunum í 2012 ella
ikki, so er ætlanin at byggja
vinnandi uppskotið. Byggipláss-
ið er ikki hvat sum helst. Tað
liggur væl í býarpartinum
Queens við East River, beint
yvirav ST-bygninginum á Man-
Føroysk pennastrok tekna
olympiskan bý
New York fær ein innan 2012 ein nýggjan býling, har ítróttarfólk úr øllum heiminum
skulu búleikast undir olympisku leikunum - um New York væl at merkja fær heiðurin
at gerast olympiskur vertur hetta árið. Altjóða arkitektakapping er útskrivað og fyrstu
útveljingarnar eru farnar fram. Nú stendur kappingin bara millum fimm uppskot. Eitt
teirra stendur føroyski arkitekturin Ósbjørn Jacobsen aftanfyri.
Olympiski býurin sambært uppskotinum hjá Henning Larsens Tegnestue: Fimm háhús í sneiðandi rundum skapum reisa seg upp úr lívliga olympiska býnum. Hinumegin East River sæst
Manhattan við Empire State Building í vinstru síðu.
Mynd: Henning Larsens Tegnestue
Sosialurin Nr. 96 - 22. mai 2004
3
hattan hinumegin ánna. Mett
verður, at júst hetta økið kann
gerast ein av prominentastu
adressunum í New York.
Føroyski arkitekturin, sum í
nærum tríggjar hektiskar mán-
aðir hevur sitið við tekniborðið
og roynt at sett sín dám á New
York, letst ikki nógv um spenn-
andi útlitini. Til hann veit, um
uppskotið vinnur ella ei, vil hann
ikki gera nógv burturúr potenti-
ellu stórhendingini. Men eina
samrøðu um sjálva verkætlanina
fekst Ósbjørn Jacobsen kortini
til.
Nú New York skal royna at
tekkjast olympisku nevndini,
leggur býurin rættiliga stóran
dent á júst tann olympiska býin.
Hvussu ber tað til?
– Sjálvur olympiski býurin er
bara ein av fleiri verkætlanum,
sum eru settar í verk í sambandi
við umsóknina um at gerast OL-
vertur. Aðrar arkitektakappingar
hava eisini verið í sambandi við
leikirnar, eitt nú um høvuðs-
stadion. Men tað er rætt, at tann
olympiski býurin er nógv
frammi. Tað kemst millum annað
av, at man ætlar at býurin skal
vera ein miðdepil fyri leikunum.
Øll ítróttarøkini, har kappingar-
nar fara fram, liggja eftir tveim-
um beinum fersðluásum, einari
sjóvegis ás og einari jarnbreyt.
Olympiski býurin liggur so á
sjálvum plássinum, har hesar
báðar ásirnar krossast. Av tí
sama verður býurin nevndur
"The olympic X". Býurin skal
soleiðis vera eitt knútapunkt, og
tað er hóast alt eisini í olympiska
býnum, at luttakararnir fara at
vera meginpartin av leikunum.
Henning Larsens Tegnestue er
ikki heilt óvon við stórar
prestisjufullar verkætlanir. Eitt
nú byggja tit í løtuni operahúsið
í Keypmannahavn. Men hvussu
stór er hendan verkætlan í mun
til aðrar, sum teknistovan hevur
staðið fyri?
– Um vit verða so hepnir at
vinna hesa kappingina, so er
talan uttan iva um mest
prestisjufullu verkætlanina, sum
teknistovan nakrantíð hevur
fingið. Vit hava fyrr havt verk-
ætlanir, sum í kvadratmetratali
eru nógv størri, men hendan
verkætlanin er nógv meira
prestisjufull. Olympisku leikirnir
hava altíð verið eitt slag av
sýnisglugga fyri arkitekturi. Teir
seta gongd á stórt byggivirksemi,
sum ofta avspeglar ta tíðina, sum
bygt verður, og tí gerast olymp-
isku leikirnir ofta eitt slag av
byggilistarligari heimsfram-
sýning.
Hvar byrjar man arbeiðið, tá
ein heilur býarpartur skal
leggjast til rættis heilt frá
grundini?
– Í hesum førinum byrjaðu vit
við at hyggja nógv eftir New
York. Vit hugdu serliga eftir,
hvussu man fyrr hevur bygt, og
hvat av hesum riggar og ikki
riggar. Sum hetta økið í Queens
sær út nú, riggar tað illa. Har eru
mest bygningar í tveimum ella
trimum hæddum og innímillum
hesar eru so einstøk háhús við
40-50 hæddum. Fimm tær nið-
astu hæddirnar á háhúsunum eru
gjarna parkeringskjallari, so tað
upplivilsi, sum fólk á gøtuni fáa,
er bara høgar fasadur av
parkeraðum bilum. Tað sigur seg
sjálvt, at spennandi býarrúm
spyrjast ikki burturúr slíkum.
Hvat hava tit gjørt øðrvísi?
– Av tí at krøvini vóru, at 16.000
fólk skuldu inn á eitt rættiliga
avmarkað øki var neyðugt, at vit
fóru upp í hæddina onkrastaðni.
Vit valdu tí at gera fimm háhús.
Men fyri okkum var tað ongantíð
ætlanin at háhúsini skuldu vera í
miðdeplinum. Skuldu vit fáa tað
besta burturúr okkara bakgrund
sum einasta norðurlendska
teknistova í kappingini, máttu vit
brúka tær byggilistarligu dygdir,
sum vit hava ment í hesum
partinum av heiminum. Hesar
eru millum annað at byggja
fólksliga og hugsa um ger-
andisdagin hjá teimum menn-
iskjum, sum skulu búgva í íbúð-
unum. Tí royndu vit allatíðina at
koma niður á gøturnar og leggja
dent á lívið í teimum. Tað haldi
eg at vit megnaðu at halda fast í,
og í mun til hinar verkætlanirnar
í kappingini hava vit kanska tann
mest fólksliga býin, meðan aðrar
teknistovur hava gjørt meira
burtur úr hvussu býurin sær út
uttanífrá.
Men ein olympiskur býur skal
væl eisini síggja út av nøkrum
uttanífrá og hava nakrar ikonisk-
ar dygdir, samstundis sum hann
skal vera góður at búgva í.
Hvussu hava tit sameint hesi
bæði endamálini?
– Tað kann gott gerast eitt
sindur av einum dilemma at
sameina hasi bæði endamálini.
Og tað ger tað ikki lættari, at
býurin fyrst skal brúkast sum
olympiskur býur, og íbúðirnar
seinni skulu seljast vanligum
fólki. Eg haldi sjálvur, at okkara
høvuðsuppgáva sum arkitektar er
at gera ein framtíðar býarpart í
New York, sum fólk fara at
búgva væl í. Tað vil siga, at har
bæði skulu vera góðar íbúðir og
gott býarumhvørvi annars. Tað,
sum olympiska nevndin sjálvandi
eisini leggur dent á, er sjálvt
signalvirðið hjá býnum. Men vit
hava verið sannførd um, at
megna vit at skapa ein góðan bý,
sum útstrálar lív og lívsdygd, so
er tað eitt nóg sterkt signal í sær
sjálvum. Okkara trupulleiki við
hesum er sjálvandi, at tað altíð er
lættari at fáa eyguni upp fyri
einum stórum skulpturellum
bygningi, sum útstrálar nakað í
sær sjálvum, enn at síggja
hvussu býurin riggar. Tí hevur
arbeiðið allatíðina verið ein
balansugongd, har vit hava roynt
at fylgt okkara egnu sannføring,
men eisini hava hugsað um, at
býurin gjarna má signalera nakað
í sínari útsjónd. Tað er jú
amerikanarar, sum skulu hava
hendan býin, og teimum dámar
nú einaferð væl, at tingini eru
eitt sindur karikerað. Teir heftu
seg beinanvegin við tey fimm
háhúsini í næstan rundum skap-
um og ekspressivum litfullum
fasadum, og tað var týðuligt, at
teimum dámdi tey væl sum
analogi til teir fimm ringarnar í
olympiska merkinum.
Olympiski býurin, ið Ósbjørn
hevur verið við til at teknað, er
býttur upp í fimm ymisk býar-
umhvørvi - aftur ein nakað
karikerað ímynd av olympisku
ringunum, sum í síni tíð ímynd-
aðu teir fimm heimspartarnar, ið
heimurin tá varð býttur upp í.
Hvør av teimum fimm býar-
pørtunum hevur sítt egna ser-
eyðkenni. Ein býarpartur er
soleiðis ætlaður sum kanalbýur,
har høvuðseyðkenni er vatn. Ein
annar býarpartur er ætlaður sum
skógarbýur - eitt heyggjalendi
við skógi og høgum bygningum.
Triði býarparturin verður kall-
aður fyri Olympic Valley og er
ætlaður sum felags øki, har fólk
kunnu savnast til stór tiltøk.
Fjórði býarparturin er ein mola-
býur, har bygt verður út á mol-
um, sum standa út úr strondini,
og fimti parturin er miðbýur við
jarnbreytarstøð, ferjuterminalur,
handlismiðstøð og felagsøkjum.
Allur býurin byggir á vistfrøði-
lig atlit. Beint uttanfyri strondina
eru fimm vindmyllur ætlaðar at
veita ravmagn til tey fimm há-
húsini, og sjálvt uppi í hesum
háhúsum eru grønir havar, har
fólk kunnu dyrka sítt egna
grønmeti.
Hvussu merktist tað í tínum
dagliga arbeiði at tú sat og
arbeiddi við potentielt mest
prestisjufullu verkætlanini hjá
traditiónsríku Henning Larsens
Tegnestue?
– Sjálvandi eru øll klár yvir, at
hetta kann menna seg til nakað
stórt, og at man liggur í kapping
við nakrar av fremstu tekni-
stovunum í heiminum. Men tað
fyrigongur nógv allatíðina inni á
teknistovuni, og man er so vanur
við at vera við í kappingum, ið
sjálvandi ikki allar verða vunnar.
Av tí sama taka fólk sær ikki so
øgiliga nógv av tí, fyrr enn man
vónandi hevur vunnið. Á tann
hátt hevur hendan verkætlanin
ikki verið so nógv øðrvísi enn
aðrar, tó at man kanska spennir
seg eitt sindur meira út enn
vanligt. Hetta er hóast alt ein
sjáldsamur møguleiki at sleppa
at tekna ein olympiskan bý.
Hvussu hevur áhugin verið fyri
verkætlanini í restini av
teknistovuni?
– Henning Larsen sjálvur er
rættiliga glaður fyri verkætlan-
ina. Hann er sannførdur um at vit
hava ta bestu av teimum fimm,
sum kappast. Men vit standa ikki
so sterkir á lobbyøkinum. Man
kann væl hugsað sær, at onkrar
av hinum teknistovunum ganga
og mýkja dómsnevndina eitt
sindur, og dómsnevndin hevur
boðað opið frá, at tað ikki bara
eru verkætlanirnar sjálvar, men
eisini heildarfatanin av tekni-
stovunum og støðan hjá almenn-
inginum í New York, sum vera
grundarlag undir endaligu av-
gerðini. So øll teknistovan heldur
vónirnar á einum realistiskum
støði, men tað er greitt, at Henn-
ing Larsen er rættiliga spentur
uppá hetta. Hann hevur fylgt væl
við í øllum arbeiðinum.
Hvat hevur tað at týða fyri teg
og tína lívsleið sum arkitektur at
hava verið ein av høvuðskreft-
unum aftanfyri hesa verkætl-
anina?
– Eg hugsi ikki so nógv um
tað nú, men velji at bíða og
síggja hvat tað kann blíva til.
Verður tað so væl, at vit vinna,
fara vit til New York at seta eina
teknistovu á stovn har yviri. Tað
kundi verið stuttligt at verið við
til. Og vinna vit, kann man
hugsa sær at tað verður ein ávís
eksponering av okkum, sum hava
arbeitt við tí. So tað er greitt at
vinna vit, og verkætlanin verður
førd út í lívið, fer tað at hava
nógv at týða fyri meg og mínar
arbeiðsmøguleikar. Men eg havi
verið við í fleiri øðrum stórum
kappingum fyrr og veit av roynd-
um, at um man ikki vinnur, so
hendir lítið og einki annað enn at
man fer víðari til næstu verk-
ætlan nakrar royndir ríkari. Tí
tími eg ikki at geva mær far um
týdningin, fyrr enn eg veit hvat
tað endar við, sigur Ósbjørn
Jacobsen, arkitektur.
Avgerðin hjá dómsnevndini í
New York verður kunngjørd 27.
mai.
Les eisini portrett av
Ósbjørn Jacobsen á
næstu síðu
Til ber at síggja uppskotini
hjá øllum teimum fimm
teknistovunum, ið kappast
um at tekna olympiskan býín
í New York, á heimasíðuni
www.nyc2012.com
FAKTA
Føroyska pennastrokið: 30 ára gamli gøtumaðurin Ósbjørn Jacobsen hevur alla orsøk til at vera spentur. Í komandi viku verður avgjørt, um modellið á myndini fer at ímynda nýggjasta býarpartin
í New York.
Mynd: Bárður Eklund
C
M
Y
K
25
24