leygardagur 22. mai 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Føroyum hevði okkurt líknandi
væl latið seg gjørt, og at hava
føroyska landslagið undir liðini
sum stuðul er avgjørt ikki at
forsmáa.
Eftir øllum at døma er nóg
mikið av íblástri til stóran arki-
tektur í Føroyum. Men hvussu
stendur til við sjálvum føroyska
arkitekturinum?
– Í Føroyum hava vit eina
rættiliga stutta siðvenju innan
arbeiði við arkitekturi. Í so máta
eru Føroyar og t.d. norður Norra
rættiliga meinlík. Í størru býun-
um í Danmark og stórum pørtum
av Europa harafturímóti, hevur
arkitekturur verið ein partur av
gerandisdegnum í árhundrað.
Har er vanligt at fólk liva við
arkitektonisku siðvenjuni, men í
Føroyum er hinvegin ikki óvan-
ligt at fólk ikki so mikið sum
kenna mun á arkitektum og
verkfrøðingum. Arkitekta-
arbeiðið verður ikki virt serliga
høgt, og hugburðurin er nógva-
staðni er framvegis tann, at best
er um man als ikki fær blandað
ein arkitekt inn í byggiarbeiðið -
tí so verður tað bara dýrari. Tað
passar eisini. Ein dygdargóð vøra
kostar altíð meira og tað skerst
ikki burt at sum í øllum øðrum
fagbólkum, so finnast eisini
ódugnalig fólk innan arkitekta-
yrkið. Men bygging snýr seg um
annað og meira enn bara
kostnað. Í privatari bygging kann
man neyvan seta beinleiðis
arkitektonisk dygdarkrøv, men eg
haldi, at meira átti at verið kravt
í so máta av almennari og
kommunalari bygging og
ráðlegging.
Men bygging eru dýr longu
áðrenn ein arkitektur verður
boðsendur. Er tað ikki skilligt at
arkitekturin ofta verður spardur
burtur?
– Ofta er tað trupult at fáa
eyga á hví júst tað verður spart
burtur. Tað er sum at spara rit-
høvundin burtur áðrenn bókin
skal skrivast. Tak til dømis eina
av arkitektonisku perlunum í
Føroyum, Norðurlandahúsið. Tað
hevði neyvan sæð út, sum tað
ger, um tað var ein serføroysk
verkætlan Tá hevði tað neyvan
havt somu dygdir, tí onnur øki
høvdu uttan iva verið tikin
framum dygdarráðlegging,
dygdarhandverk og dygdartilfar.
Men hvør kundi ynskt sær
Norðurlandahúsið øðrvísi í dag?
Eg skilji t.d. heldur ikki rættiliga
andsøgnina í føroyska hugburð-
inum um ávikavist bilar og hús.
Sjálvandi eru tað tvær ymiskar
upphæddir, men fólk gjalda
gleðiliga hundraðtúsund krónur
eyka fyri at fáa tann nýggjasta og
flottasta bilin, meðan kostnað-
urin á húsunum oftast verður
skorin heilt inn á bein. Húsini
eru útmerkað so leingi tey eru
tøtt og líkjast einum vanligum
typu-húsum, men bilurin, hann
má endiliga ikki vera meira enn
fýra ára gamal og skal helst hava
eitt nútímans snið. Man er inni í
húsum sínum størsta partin av
lívinum, men soleiðis sum ofta
verður prioriterað, so skuldi
man næstan trú, at tey búðu í
bilinum.
Hvørjir eru vanligastu feilirnir
við føroyskari bygging?
– Eg veit ikki um man kann
loyva sær at kalla tað ein feil.
Men tá føroyingar byggja hús
kann tað næstan ikki gerast nóg
romantiskt og afturlítandi. Ný-
hugsan er ikki tað man sær mest
til í føroyskari bygging, tí
hugsanin um hvat eini hús eru,
og hvussu eisini hús skulu síggja
út, er rættiliga fastløst. Av tí
sama byrja føroyingar beinan-
vegin at hugsa um sprossar, tal
av vindeygum og annað, ið
hoyrir ytru rammuni av húsinum
til, tá teir skulu byggja. Man
hevur lyndi til beinanvegin at
hugsa húsini uttanífrá. Men
rættast er at byrja innanífrá.
Hvussu vil man liva inni í
húsunum, er tað fyrsta man má
geva sær far um. Uppgávan hjá
einum arkitekti er júst hetta - at
finna útav hvat fólk í veruleik-
anum ynskja, og so at savna
træðrirnar og materialisera tank-
arnar. At tekna eini hús er ein
tilgongd, har arkitekturin og
kundin saman koma fram til eitt
úrslit. Óheppin arkitektonisk
avrik standast ofta av, at kundin
ikki hevur verið við í tilgongdini.
Annaðhvørt tí hann ikki hevur
víst áhuga ella tí at arkitekturin
ikki hevur verið sína uppgávu
vaksin.
Er nøkur menning at hóma í
føroyskum arkitekturi?
– Eg haldi at tað er um at
henda ein broyting. Eitt nýtt
ættarlið av arkitektum er komið
til við áræði til at broyta nøkur
ting. Og eins og alla aðrastaðni,
so skal ein arkitektonisk siðvenja
nokk grógva seg fasta í Føroyum
við tíðini. Eg haldi eisini at
vanligi føroyingurin er sjáldsama
áhugaður í at kjakast um byggi-
listarlig viðurskifti, og tað er sera
týdningarmikið í einhvørjari
menning. Byggiuppgávurnar
gerast eisini alt meira kom-
pleksar, og av tí sama koma
arkitektar alsamt oftari inn í
myndina. Tað er gott fyri allar
partar, tí í Føroyum hevur man
eina serliga orsøk til at byggja
dygdargott. Landslagið ger allar
bygningar sjónligar og tær
arkitektonisku katastrofurnar,
sum verða gjørdar, eru oftast
sera sjónligar. Í so máta kann
man siga, at føroysk bygging eru
rættiliga útstillað, sigur Ósbjørn
Jacobsen.
Sosialurin Nr. 96 - 22. mai 2004
5
4
Sosialurin Nr. 96 - 22. mai 2004
Rúnar Reistrup
Opna kontórlandslagið á Henn-
ing Larsens Tegnestue, har eini
80 arkitektar dagliga sita og
tekna morgindagsins býarmyndir,
er eitt óruddiligt stað. Pappír í
bunkasorteringum og royndar-
myndir av øllum frá operahúsi til
kloakklok fylla tann partin av
rúminum, sum ikki longu er
upptikin av arkitektalampum og
tekniborðum.
– Tað sæst at her verður
arbeitt, heldur tú ikki, letur úr
Ósbjørn Jacobsen, tá vit koma
inn. 30 ára gamli gøtumaðurin er
sjálvur ein av teimum, sum hevur
arbeitt, og óruddað, her í longri
tíð. Ósbjørn er fastur fúsur tá
Henning Larsens Tegnestue skal
gera uppskot til arkitektakapp-
ingar. Beint nú bíðar hann eftir
úrslitinum frá seinastu verkætl-
anini, einari kapping um ein
olympiskan bý í New York,
meðan hann arbeiðir við einum
uppskoti um mentanarhús á
Akureyri.
Lívsleiðina sum arkitektur
byrjaði Ósbjørn á Arkitekta-
skúlanum í Århus, har hann í
2000 vardi sína høvuðsuppgávu -
eitt uppskot til havumhvørvis-
granskingarstøð á Hvítanesi. Fyri
høvuðsuppgávuna fekk Ósbjørn
skúlans virðisløn fyri bestu
uppgávuna tað árið. Harumframt
gav havumhvørvisgranskingar-
støðin á Hvítanesi eisini ný-
útbúna arkitektinum eitt tilboð
um fast arbeiði. Tilboðið kom frá
einum av próvdómarunum, ið
hetta árið kom frá kenda danska
arkitektavirkinum Henning
Larsens Tegnestue.
Meira ynskiligt úrslit kann
neyvan fáast burturúr einari
høvuðsuppgávu, og tað fær meg
at spyrja hvat var so serligt við
henni?
– Eg eri sum arkitektur rætti-
liga tilvitandi um mína bak-
grund. Arkitektar hava tað ofta
við blint at søkja úteftir til stóru
metropolarnar at leita sær
íblástur. Men skal man koma í
dýpdina við íblástrinum, haldi
eg, at man eisini skal søkja
inneftir í sína egnu bakgrund.
Tað valdi eg at gera í mínari
høvuðsuppgávu, har eg tók støði
í siðbundnari føroyskari bygging.
Ikki soleiðis at skilja at gamlir
føroyskir byggisiðir vórðu
kopieraðir og endurnýttir. Men
teir vóru mítt útgangsstøði fyri
einari byggiætlan í nútíðarhøpi.
Er man sum arkitektur so fast
bundin at sínari bakgrund, at
ikki ber til at rýma undan henni
og at átaka sær eitt annað
útgangsstøði?
– Tað ber uttan iva til at royna
at fáa sær eitt annað útgangs-
støði, men eg trúgvi ikki at tað
ber til at røkka somu málum, um
tú avnoktar tín egna uppruna.
Tað er tó eisini umráðandi at
ansa eftir ikki at grava seg niður
í sína egnu bakgrund og verða
verðandi har. Tú mást altíð vera
opin og leita tær íblástur aðra-
staðni. Uttan íblástur aðrastaðni
frá hevur man tað við at og
gerast snævurskygdur. Tað kann
lætt henda , tá man arbeiðir og
livir í Føroyum - man missur
útsýnið so at siga.
Hvat er tað heilt ítøkiliga, sum
gamlir føroyskir byggisiðir
kunnu geva nútíðar arkitektum?
– Tað er í størri mun bak-
grundin fyri byggisiðunum,
heldur enn ítøkiligu úrslitini,
sum kunnu læra nútíðina nakað.
Tú tekur ikki flagtakið og vind-
eyguni sum tey eru. Tað ræður
um at fara afturum og hyggja
eftir søguni, eitt nú handan
gamla føroyska húsið, og royna
at skilja, hví tað sær út sum tað
ger, og hví tað liggur sum tað
ger. Hesa søguna kanst tú so
brúka til at skapa nakað nýtt,
sum kortini tekur støði í nøkrum
av somu atlitinum, sum gamli
byggisiðurin gjørdi. Til dømis
varð gamla føroyska húsið ofta
bygt inn í landslagið, og húsini
plaserað í mun til hvørt annað,
eftir nøkrum prinsippum um hvat
kundi isolera og verja ímóti
veðurlagnum. Hesi prinsipp
síggjast stundum aftur í góðum
nútíðar arkitekturi, eitt nú í
Norðurlandahúsinum, meðan teir
sethúsabýlingarnir, sum man
byggir í Føroyum í dag, ofta
ganga beint ímóti hesum somu
prinsippum um góða húsabygg-
ing til føroysk viðurskifti.
Somuleiðis liggja stórir ótroyttir
dýrgripir av íblástri í okkara
maritimu hondverkaratraditión -
báta- og skipabygging.
Fylgir nakar dreymur um at
arbeiða í Føroyum við ásannani
av, at her liggur tín óumgangi-
liga kelda til íblástur?
– Ja, tað ger tað. Tað hevði
verið gott at búð og arbeitt í
Føroyum, tað liggur ein vandi í
bert at arbeiða við føroyskum
verkætlanum. Tað fullkomna
hevði tí verið at arbeitt í
Føroyum, men við útlendskum
arbeiðsuppgávum helvtina av
tíðini. Tað átti ikki at verið
ómøguligt. Fyri mær at síggja
eru stórir møguleikar fyri at
skapa eitt arbeiðsumhvørvi í
Føroyum við altjóða dámi, tí tað
hevði uttan iva verið lætt at
fingið útlendskar arkitektar at
komið til Føroya at arbeitt í
avmarkað tíðarskeið, sjálvsagt
treytað av at uppgávurnar vóru
spennandi. Nógv dømi eru um
kendar teknistovur sum hava sett
seg niður í oydnum umhvørvi,
har arkitektarnir fáa konsentrera
seg fullkomiliga um sítt arbeiðið,
og samstundis hava íblásturin
beint uttanfyri vindeygað. Í
Nýhugsar føroyska byggilist
Hóast hann arbeiðir í
altjóða umhvørvi við
verkætlanum um allan
heim, so hevur alt sum
arkitekturin Ósbjørn
Jacobsen ger, sín
uppruna í Føroyum.
Tað broytir seg hvørki,
um hann teknar
íbúðarblokkar í
Keypmannahavn ella
olympiskan bý í New
York. - Tað ber ikki til
at røkka somu málum,
um tú avnoktar tín
egna uppruna, er
Ósbjørn sannførdur
um. Sjálvur hevur hann
longu rokkið rættiliga
langt.
Ósbjørn Jacobsen fekk eina
flúgvandi í síni yrkisleið sum
nýklaktur arkitektur.
Høvuðsuppgávan gav honum
virðisløn, og próvtøkan gav
honum ynskistarvið
Mynd: Bárður Eklund
C
M
Y
K
27
26