Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. mars 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eldraøkið: Kommunur í tvístøðu Jógvan Arge varaborgarstjóri í Havn Fyri kommunustýrislimir, sum vóru á pen­sjón­ista­ fund­i­num í Glæmuni í Kví­ vík herfyri, tóktist sera um­ ráð­andi sum skjótast at fáa at vita frá landsstýrinum, hvør peningur fylgir við eldr­a­økinum, tá tað verður lagt út til kommunurnar á nýggj­árinum. Landsstýrið hevur boðað frá, at tað onki endaligt tal kann leggja fram fyrrenn í ok­tober/november. Tað halda kommunurnar vera alt ov seint. Tí við ongum enda­ligum tali ber illa til at leggja ein kommunalan eldra­politikk til rættis. Annika Olsen vísti til fíggjar­ mála­ráðið um hendan spurn­ingin. Tað undrar og er ikki sørt óunniligt, at lands­stýriskvinnan á henda hátt avreiðir eldrapolitisku ábyrgd­ina, ið hon jú hevur eisini eftir úleggingina, til fíggjar­fólkini. Kommunurnar hava fingið at vita, at landsstýrið ætlar at seta fíggingina saman við pengum frá forskattingini av pensjónum, skattainntøkum frá útisiglarum og burtur av mvg-inntøkunum, tilsamans 356 mió kr. Kommunurnar siga, at hetta er ov lítið, ikki minst nú tað kemur undan kavi, at kommunurnar eisini skula hava røktarliga og fíggjar­liga ábyrgd av bólkum, sum ikki eru komnir til pen­ sjón­saldur. Loypa kommunu­ skattin um Uppskotið um fíggingarleist er eitt grundleggjandi skifti í mátanum at fíggja kommu­ nalt virksemi. Grund­leggj­ andi partur í kommu­nalu stýris­skip­anini er, at kommu­ nalt virk­semi og kommu­nalar tænastur í høvuðs­heitum verða fíggj­aðar av kommunu­ skatti. Annar grund­leggj­andi táttur er, at tann, sum valdar, skal gjalda. Tað vil siga, at hevur komm­unan ábyrgd, so rind­ ar hon. Hesum verður far­ið frá, nú eldraøkið skal leggj­ ast út, tí tað skal fíggjast við ávísum veitingum úr lands­ kassanum. Slíkar veit­ingar úr landskassanum hava ong­an­ tíð hóvað kommunu­politik­ arum. Hetta er eisini brot á vanligu fatanina, at tann, sum valdar, skal gjalda. So kanst tú spyrja, um nak­ar munur er? Jú, tað er tað. Politiskt tek­ur landið kvørkra­tak um komm­un­ urnar, tí við eldra­økin­um verða millum 25 og 30% av samlaða kommunu­bú­skap­ inum fíggjað úr lands­kass­ anum – og harvið ikki av bein­leiðis kommunuskatti. Har kommunurnar í dag hava fingið tað álit at gera egnar raðfestingar og áseta sítt egna tænastustøði, fer land­ið nú at áleggja komm­un­unum ávísar eldra­ tænastur og ávís eldratilboð á ávísum nøktandi tælnastu­ støði, men kemur ikki við øll­ um pengunum til hetta tæn­ astu­støði. Tað merkir, at tænastu­ støðið á øðrum økjum, t.d. barnaansingin, skúlaverkið, kloakkir og alt tað, sum kommunurnar eisini skulu gera, kann verða lækkað, tí pengar mugu takast úr teim­ um økjunum at fylla holini á eldraøkinum. Progressivan kommunuskatt? Eitt sjónarmið í hesi til­ gongd­ini er, at her vantar ein grundleggjandi skatta­ politisk viðgerð av spurn­ ingin­um um at gera komm­ unu­skattin progressivan eins og landsskattin, so at eisini eldraøkið undir kommu­ nunum kann fíggjast við kommunuskatti eins og allar aðrar kommunalar tæn­ astur. Hesin spurningur er als ikki viðgjørdur. Kanska er tað tí, at við samansetta gjaldinum úr landskassanum fær landsstýrið alt valdið á kommununum, og kanska eisini tí, at fíggjarleisturin lirkar eina kommunala útjavningarskipan ígjøgnum, sum ikki er so løtt at gera við kommunuskattinum. Tær umleið 350 mió krón­ urnar úr landskassanum til eldraøkið hjá kommununum fara hvørki at røkka til ta breiðu viftina av eldratil­ boð­um, sum verða nevnd í upp­skotinum til eldralóg, og ei heldur til eitt høgt tænastustøði. Talið er jú ásett eftir teirri skroypiligu tænastuni, sum vit hava í dag. Tvístøðan hjá kommunun­ um verður, at tær hava illa ráð at slaka í tænastuni til eitt nú barnasfamiljur og trivnað, tí tær vilja heldur enn fegin hava fleiri barnafamiljur - til tess at fíggja vælferðar­ tænasturnar. PS: Annars meini eg fram­ vegis, at landsstýrið eigur at uppraðfesta eldraøkið á síni egnu fíggjarlóg og sjálvt taka sær av umsitingini. Tað er mátin at tryggja javnbjóðis kor og tilboð kring alt land­ ið. Føroyar vunnu við Clint Eastwood á odda Hanus Samró Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin Vit kenna myndina frá amerikanskum klassik­ar­ um. Góði sjeriffurin mót­ vegis ónda bandittinum. Dysturin millum tað góða og tað ónda, ið verður avgjørdur við einum stórum Magnum 357., har skjótasti skjúttin vinnur. Myndin kann lættliga setast í sam­ band við makrelkríggið, har sjeriffurin av Økrum, Jacob Vestergaard, hevur staði eye to eye við byrokratunum í ES. Trýst Hóast byrokratarnir hava trýst hendavegin og hin­ vegin, hevur sjeriffurin ikki blunka. Sum ein annar Clint Eastwood klappaði hann hestin, tugdi sigarendan, áðrenn hann stardi fígg­ indan sannførandi í eyg­ að. Men í mun til west­ern filmar snúði makrel­kríggið seg ikki um revol­varar, men hvør hevði bestu grund­gev­ ingarnar. Dirvið at halda fram. Mikukvøldið 12. mars blunkaðu byrokratarnir. Hoknaðu í kongunum. Hetta gjørdist dagurin, tá Jacob Vestergaard vann á byrokratunum. Føroyar á ES. Hetta gjørdist dag­ urin, tá Føroyar næstan trífaldaðu makrelkvotuna úr 5% til 12,6%. Sambært búskaparfrøðinginum, Hans Ellefsen, snýr tað seg um 800 mió. kr., ið meirvirði. Hetta eru pengar, sum fíggja vælferðina framyvir. Vit stóðu saman Jacob Vestergaard eigur stóran lut í semjuni, men hann hevur ikki staði einsa­mallur. Hann hevur havt dyggan stuðul frá før­oyska fólkinum. Frá politisku skipanini. Í hesum málinum hava vit, sama hvar vit eru hugsjónarliga, staði saman um okkara tjóðarrætt. Vit hava sagt, at vit eiga størri makrelkvotu, og vilja vit gera alt fyri, at vit fáa okkara sjálvsagda rætt. Tað hava vit gjørt, og vit sigraðu. Men dysturin er ikki av. Handilsstongsulin við ES heldur fram. Sildin Vit skulu í nærmastu fram­ tíð samráðast við stranda­ londini um, hvussu norð­ havssildin skal býtast, og tað er mín vón, at vit halda fram við at standa saman sum tjóð, so vit vinna før­ oyska samfelagnum fleiri rættindini. Men áðrenn vit samráðast um sildina, skulu vit fegnast um semjuna. Hetta gjørdist ein søgu­ ligur dagur, har vit prógvaðu fyri umheiminum, at hóast vit eru ein lítil tjóð, eru vit ein sterk eind, tá vit standa saman sum tjóð. Makrelsemja í heimsklassa Jákup Mikkelsen Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin Tað eru fáar tjóðir, ið koma heilskapaðar frá kríggjum, men føroyska tjóðin prógv­ aði, at tað loysir seg at krevja sín sjálvsagda rætt. Eins og Dávid vann á Goliat, vunnu vit á ES. Men tað er ikki kostn­aðarleyst. Politiska skip­anin hevur verið undir stórum og støðugum trýsti. Stóru tjóðirnar hóttu við einum og øðrum, men vit hoknaðu ikki í kongunum. Nógv mæltu frá, tá vit ásettu egnu kvotu, men vit vóru ongantíð í iva, tí Føroyar áttu størri makrelkvotu. Okk­ ara sjálvsagda rætt, sum var størri enn tað, sum undan­ farna makrelsemjan var grundað á. Tað vísti seg at vera rætt, tá avtornaði. Semjan Allir flokkar hava drigið somu línu saman við lands­ stýrismanninum í fiski­ vinnumálum, Jacob Vester­ gaard. Mangan breyt í bæði borð, men landsstýris­mað­ urin stóð sum drangur í brimi. Vit áttu størri lut í makrelinum. Semjan kom ikki av sínum eintingum, tí landsstýrismaðurin í fiski­ vinnumálum hevur havt eitt sera gott samráðingar­toymi. Við Herlufi Sigvaldsson á odda hevur tað næstan eydn­ast at trífalda kvotuna úr 5% til 12,6%. Í krónum og oyrum snýr tað seg um út við eina hálva milliard krónur. Tað kann ikki sig­ast annað enn, at Herluf Sig­ valdsson hevur sýnt fram­ úr diplomatiskt hegni og handa­lag. Sum formaður í uttan­landsnevndini kann eg somuleiðis fegnast um, at tað hevur hepnast okk­um í tøttum samstarvi við lands­ stýrismannin í fiski­vinnu­ málum at koma ásamt um, hvussu trætan við stranda­ londini skuldi loysast. Men semjan hevði valla verið av nøkrum, um løgtingið ikki stóð saman um málið. Hóast flokkarnir hava verið ósamdir á nógvum økjum, og tónalagið hvast til tíðir, hava vit staðið saman um makrelin. Hetta vísir styrki. Prógvar, tá ástendur, tá tað snýr seg um tjóðarrættindi, at politiska skipanin stendur saman. Sildin Men enn er ikki komið á mál. Føroyar eru fram­vegis tarnaðar av ES, tí hand­ils­ stongsulin er í gildi enn. Tað skal tó vera mín vón, at strandalondini semjast um sildina, tí um tað eydnast at finna semju um sildina eisini, hava vit vunnið okkum størri rættindi, ið fer at gagna føroyska búskapinum. Hetta eru virði, ið koma at fíggja føroyska samfelagið framyvir. Men áðrenn vit sessast við samráðingarborðið, skulu vit fegnast um semjuna. Hetta er ein stórur og søguligur dagur, tí tað hepnaðist okkum at finna semju um makrelin.