Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. mars 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vestergaard: A skal hava bur heimliga makrelstríðið Uppsjóvarflotin skal hava sín part og skal framhaldandi eiga fyrsta rættin at fiska makrel, men nýggju aktørarnir í silda- og makrelfiskiskapinum skulu eisini hava sín part av teimum átta prosentunum, sum kvotan er økt við. Tað sigur fiskimálaráðharrin, sum leggur dent á, at tað er hann sum býtir kvotuna. Hann væntar tó ikki, at nakar nýggjur býtislykil verður gjørdur fyrr enn til næsta ár. Í ár verður býtið tískil helst meinlíkt tí í fjør. Ingolf S. Olsen Jacob Vestergaard, fiski­ mála­ráðharri, og hansara makrel-samráðingartoymi undir leiðslu av Herluf Sig­ valdsson eru seinastu dag­ ar­nar heiðrað sum rættar hetj­ur, tí tey vunnu tað lang­ drigna og spennandi talvið um makrelin móti hinum strandarlondunum. Men var hesin dysturin tann strategiskt og taktiskt trupli, so er tað tann blóðuga orrustan, ið stendur fyri framm­an nú, tá fongurin skal býtast her heima, og all­ir veiðubólkarnir í okkara fiski­ flota bretta upp ermar fyri at kanna sær størsta bitan. Nógvir um boðið Áðrenn strandar­landa­av­tal­ an datt niður fyri í 2010, hevði føroyski uppsjóvarflotin við sínum til samans sjey veiði­ loyvum einkarrætt til makrel­ kvoturnar. Men tá Ja­cob Vestergaard trýfaldaði kvot­ una í 2010, sluppu aðrir upp í part. Millum annað sluppu risastóru verksmiðjuskipini hjá Thor í Hósvík í føroyskan sjógv, og latið varð eisini upp fyri øðrum veiðibólkum at veiða makrel. Árini eftir øktust kvotur­ nar bara, og í dag eru tað bert útróðrarbátarnir, sum ikki eru slopnir upp í part at fiska makrel. Jacob Vestergaard, hevur verið fiskimálaráðharri øll árini uttan nakrar mán­að­ir, tá sonvenda makrel­sam­gong­ an stýrdi upp undir valið í oktober 2011, og hann hevur alla tíðina sagt, at makrel­ fiskiskapurin og harvið eis­ ini innanhýsis kvotabýtið var í einari serstøðu, so leingi før­oyska kvotan ikki var partur av einari millumlanda avtalu. Tí hevur heldur ongin utt­an fyri uppsjóvarflotan fingið eginkvotur til makrel, men bert loyvi at fiska av felagskvotum. Eginkvoturnar verða juridiskt fataðar sum eitt slag av ognarrætti til tann fiskiskapin, tær eru latnar til, meðan felagskvota ikki gevur somu bindandi rættindi. Men mikudagin 12. mars skrivaðu Føroyar, Noreg og ES undir eina fimm ára makrel­ avtalu, og tískil er makrel­ fiskiskapurin ikki longur í eini serstøðu. Millumlanda avtala er eisini longu gjørd við ES um rættin at fiska inni hjá hvørjum øðrum. Føroyar sleppa at fiska 30 prosent av kvotuni í ES-sjógvi. Ein líknandi avtala er gjørd við Noreg, og við henni sleppa vit at fiska 35 prosent av okk­ara makrelkvotu í norsk­ um sjógvi. Eg býti Spurningurin er so, hvussu fiskimálaráðharrin ætlar at býta nú – og at tað er hann, sum skal býta, letur hann ong­an iva vera um. – Tað eri eg yvirskipað, ið býti út. Tað eri eg, sum eri valdur til tað, og tað ætli eg mær at gera, sigur Jacob Vestergaard avgjørdur. Hann væntar ikki, at tað verða gjørdar stórar broyt­ ingar í býtinum í ár saman­ borið við í fjør, tí tað er liðið so langt út á árið. – Nýggja avtalan er nakað skerd í ár og fær ikki fullan virknað fyrr enn næsta ár, millum annað tí bæði Noreg og ES longu høvdu lutað út av teirra makrelkvotum, áðr­ enn semjan okkara millum varð gjørd fyrr í mánaðinum. Kvotan í ár er eisini politiskt ásett, og tískil er hon væl størri, enn ICES mælir til. – Men frá í næsta ár hava vit bundið okkum til at fylgja til­mælunum frá ICES. Vit hava tískil aftur eitt slag av serstøðu í ár, sum millum annað merkir, at vit mugu fiska ein lutfalsliga stóran part av kvotuni í føroyskum sjógvi, tí hvørki vinnan ella umsitingin klárar at umskipa seg til broyttu støðuna við so stuttum skotbrái. Vertíðin nærk­ast jú í stórum, so mest nærliggjandi er, at fiski­ skapurin í ár verður skip­ aður eftir nøkulunda sama leisti sum í fjør, sigur Jacob Vestergaard. Bítast í eitt ár Tað merkir so, at vinnan hevur eitt lítið ár at berjast inn­anhýsis og við politisku skipanina um endaliga být­ið av teimum átta prosent­stig­ unum, sum føroyski parturin av samlaðu kvotuni er øktur við. Jacob Vestergaard nevnir fleiri mátar at býta, men hann leggur dent á, at bert skip, sum sjálv eru før fyri at fiska makrel skulu hava beinleiðis part í makrelkvotuni, og at uppsjóvarflotin eisinini skal hava sín lut í økingini av føroysku heildarkvotuni um­framt tey umleið fimm pro­sentini av kvotuni, sum hesin flotin frammanundan eigur í eginkvotum. Kravið um, at bert skip, ið kunnu fiska makrel, fáa kvotu, merkir, at eitt nú línuskipini ikki sleppa upp í part. – Tað er rætt, men ætl­an­ in er ikki, at tey skulu verða við sviðusoð, tí ein part­ ur av øktu kvotuni kann brúkast at keypa sær rætt­ indi at fiska onnur fiska­ sløg í fremmandum sjógvi. Eitt nú kann hugsast, at vit kunnu keypa tosk í eyst­ur­ grønlandi og kanska eis­ini í barentshavinum til línu­flot­ an, sigur Jacob Vestergaard. Nýggj søgulig rættindi Annars heldur hann, at hyggjast skal eftir, hvussu nógv teir ymisku veiði­bólk­ar­ nir hava megnað at fiskað av makreli hesi árini í serstøðu. – Tá er so ein møguleiki eisini at brúka tey úrslitini sum grundarlag, tá ein heilt nýggjur býtislykil skal verða klárur í seinasta lagi til fiski­ skapin næsta ár, sigur fiski­ málaráðharrin. Tó at olympiski fiski­skap­ urin tey seinastu fýra árini so­leiðis verður veksl­aður til søgulig rættindi, so ivast hann í, um hetta eisini skal verða galdandi fyri tann partin av veiðiloyvunum, ið framm­anundan bert góvu rættindi at fiska í fremm­ and­um sjógvi – tað eru kyrra­havs­loyvini hjá Thor í Hósvík, krabba­loyvið hjá sama, rækju­loyvini og flaka­ trol­ar­ar­nir. – Eg eri ikki rættiliga av­ kláraður í spurninginum, um tað er rætt at geva veiði­loyv­ unum í Suðurkyrra­havinum makrel-eginkvotur nú, tí hesi mistu onki orsakað av, at vit fóru úr makrelsamstarvinum í 2010. Bæði flakatrolararnir og rækjuskipini fáa nú tað aftur, sum tey mistu tá, og vit kunnu eisini brúka part av makrelkvotuni at keypa teimum eyka kvotur. Tí er tað í fyrsta lagi partrolararnir, lemmatrolararnir og ídnaðar­ skipini eg hugsi um, sum kundu fingið eginkvotur eftir einum nýggjum býtislykili, sigur Jacob Vestergaard. Bindandi eginkvotur Og at fiskiskapurin eigur at skipast við eginkvotum, so­leiðis sum Reiðarafelagið eisini mælir til, er hann sann­ førdur um, tó at tað neyvan verður fyrr enn næsta ár. – Málið má vera at fáa sum mest burtur úr øktu heildarkvotuni, og tað merkir, at makrelurin skal fiskast, tá hann er bestur og har hann er bestur. Allar royndir vísa okkum, at hesum mál­in­um røkka vit ikki við fe­lags­ kvotum og olympiskum fiska­ríi. Tí mugu skipini hava egin­kvotur, so tey fáa lagt – Uppsjóvarflotin skal framhaldandi verða tryggjaður sín part av makrelinum, men økingin í føroyska partinum av felags makrelkvotuni skal eisini brúkast at lynna undir trongda heimaflotan, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.