mánadagur 24. mars 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Allir flotin
rtur av
Tað er ein total misskiljing, um nakar heldur, at fiskimálaráðharrin einsamallur skal avgera,
hvussu økingin í makrelkvotuni skal býtast, tí tað skal øll samgongan taka støðu til, sigur
løgmaður. Hann leggur eisini dent á, at landskassin skal hava sín ríkiliga part í tilfeingisgjaldi,
eftir at so nógv varð sett upp á spæl fyri at økja føroyska býtispartin av TAC’num.
Ingolf S. Olsen
– Tað verður hvørki fiski
málaráðharrin ella eg einsa
mallur, sum skal gera av,
hvør skal hava lut í øking
ini av føroysku makrel
kvotuni.
Formliga
skipar
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum
fiskiskapin
í kunngerð, men hon skal
viðgerast
í
samgonguni,
og tí er tað alt tað politiska
baklandið, sum í síðsta enda
ger av, hvussu býtt verður.
Tað sigur Kaj Leo Holm
Johannesen løgmaður av
gjørdur og vísir sostatt, at
hann absolutt ikki hevur
somu uppfatan sum fiski
málaráðharrin av, hvør skal
hava leiklutin at býta køkuna,
nú føroyski býtisparturin av
makrelkvotuni er meira enn
tvífaldaður í nýggju fimm
ára avtaluni millum Føroyar,
Noreg og ES.
Jacob Vestergaard, fiski
málaráðharri, ger í aðrari
grein her í blaðnum nevniliga
greitt, at tað er hann, sum
skal býta.
Nýskipan
Men
løgmaður
er
yvir
fiskimálaráðharranum
og
hansara støða er greið.
– Vit skulu hava eina fiski
vinnunýskipan klára í heyst,
og
endaliga
makrelbýtið
skal sjávsagt vera partur av
henni. Vit skulu jú hyggja
alla okkara fiskivinnuskipan
ígjøgnum, og við hesi nýggju
makrelsemjuni
er
sam
stundis møguleiki fyri at
skipað hesa vinnuna av
nýggjum frá grundini, sigur
Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann vísir á, at tey í
Sambandsflokkinum
hava
tosað nógv um at loyva
nýggjum loyvum fram at í
uppsjóvarvinnuni.
– Ongin spyr um tosk og
hýsu longur. Tey stóru virðini
og tær stóru fortjenasturnar
eru í tí pelagiska fiskarínum,
í makrelinum, sildini og
svartkjaftinum. Tí skal hetta
tilfeingið ikki vera avmarkað
til tey fáu, sigur løgmaður.
Uppsjóvarflotin
Hann heldur tað tó vera
rímiligt, at verandi upp
sjóvarflotin
framhaldandi
sleppur at eiga tey fimm
prosentini av TAC’num, hann
átti áðrenn makrelstríðið.
Og hann ivast í, um øll tey
nýggju
veiðiloyvini,
sum
hava verið inni í myndini tey
seinastu fýra árini, meðan
ongin makrelavtala hevur
verið,
eisini
skulu
hava
rætt til makrel, nú skipað
viðurskifti aftur valdað.
– Nøkur veiðiloyvi til fiski
skap í Suðurkyrrahavinum,
sum ongantíð hava verið
ætlað til annað, fingu loyvi
at fiska makrel í føroyskum
sjógvi, men tey hava ongantíð
fingið lovað permanent loyvi,
og tað ivist eg eisini stórliga í,
um tey skulu hava, sigur Kaj
Leo Holm Johannesen.
Hann er annars ivaleysur
í kravinum um, at alt sam
felagið skal hava ágóðan av
tí nógv økta pelagiska ríki
døminum.
– Tað skal sanniliga geva
sítt ríkiliga avkast til lands
kassan og harvið alt Føroya
fólk, at vit hava sett so nógv
upp á spæl fyri at fáa hesa
økingina í okkara kvotuparti,
sigur hann.
Føroyskur kajkantur
Løgmaður vil tó ikki geva
eitt boð upp á, hvussu stór
ur landskassans partur skal
verða fram efir, men hann
væntar ikki, at tað í ár verður
pilkað so nógv við tilfeingis
gjøldini í mun til í fjør, tí tað
longu er so langt útliðið.
– Men kravið um, at so
nógvur fiskur sum til ber
skal um føroyskan kajkant,
skal standa rimmarfast, tí vit
skulu fyrst og fremst hugsa
um føroysk arbeiðspláss. Tí
skal eyka avgjaldið á tvær
krónur fyri kilo fyri at landa
uttanlands ikki setast niður.
Tað fer kanska at merkja, at
vit samanlagt fáa meira inn
í tilfeingisgjaldi í ár enn tær
140 milliónir krónurnar, vit
fingu í fjør, tí nú kunnu vit
fiska í norskum sjógvi og í
ES-sjógvi, so tað er hugsandi,
at fleiri lastir av náttúrligum
orsøkum
mugu
landast
uttanlands. Tað skal jú heldur
ikki vera soleiðis, at kravið
um føroyskan kajkant skal
ganga út yvir góðskuna, sigur
Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann leggur tó samstundis
dent á, at tilfeingisgjaldið
er
ásett
við
løgtingslóg,
soleiðis at tað er alt tingið,
sum skal taka støðu til tann
spurningin, um broytingar
skulu gerast.
Uppboðssøla
Meðan fiskimálaráðharrin er
avgjørdur um, at uppboðssøla
av makrelkvotum ikki skal
koma upp á tal, so er løg
maður enn opin fyri hesum
eisini.
- Tann spurningurin skal
eisini takast við í arbeiðnum
við einari fiskivinnunýskipan.
Eg
vænti
ikki,
at
vit
nakrantíð skulu har til, at øll
rættindi skulu seljast á upp
boðssølu, men tað útilokar
als ikki, at tað kann vera
skilagott at selja ein part á
uppboðssølu. Men alt hetta
skulu vit fáa upp á pláss
við
fiskivinnunýskipanini,
sum vónandi verður til í
einari breiðari semju, sigur
løgmaður og leggur afturat:
– Líkamikið, hvussu tað
verður ásett, og um nakað
ella onki verður selt á upp
boðssølu, so er tilfeingis
gjaldið komið fyri at verða.
heimliga makrelstríðið
- Tað er ein total misskiljing at halda, at
fiskimálaráðharrin einsamallur skal býta makrelin.
Tað er eitt mál, sum øll samgongan skal standa
aftanfyri, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður
fiskiskapin til rættis, sigur
Jacob Vestergaard.
Tá skipini hava fingið
eginkvotur til makrelin, er
býtið rættarliga bindandi.
Tað sigur søgan okkum.
Men hvussu verður so
hjá teimum, ið áður høvdu
einkarrætt at fiska makrel
– tað er uppsjóvarflotanum
– um samlaða kvotan hjá
Føroyum fer niður á ella niður
um aftur tey 33.000 tonsini,
hon var í 2009, árið undan
føroysku einagongdini?
– Ja tað er eisini spurn
ingur, vit skulu svara. At
fleiri sleppa upp í part nú
skal ikki merkja, at upp
sjóvarflotin tá avtornar end
ar við at vera verri fyri, enn
hann vildi verið, um okkara
kvotupartur ongantíð var
øktur. Ein møguleiki er at
marka heildarkvotuna ella
býta hana upp, soleiðis at
eginkvoturnar av makreli hjá
nýggju veiðubólkunum bert
kunnu brúkast at fiska tann
partin, sum liggur omanfyri
eitt ásett mark í tonsatali. Alt,
sum liggur niðanfyri hetta
markið, kann so markast til
uppsjóvarflotan, sigur Jacob
Vestergaard.
Makrel-semjan millum Føroyar, Noreg og ES gevur Føroyum eina
makrelkvotu á 156.240 tons í ár, Noreg fær 280.000 tons og ES 611.000
tons. Føroyski parturin svarar til 12,6 prosent av mest loyvdu kvotuni
(TAC’num), sum tey teir tríggir partarnir í ár politiskt hava ásett at vera 1,24
milliónir tons. Norski luturin og luturin hjá ES eru til samans 71,8 prosent
av TAC’num. Tey seinastu 15,6 prosentini eru ætlað Íslandi, Grønlandi og
Russlandi, sum tó á ongan hátt eru bundin av hesum, tí tey standa uttan fyri
semjuna.
Semjan millum Føroyar, Noreg og ES er galdandi tey næstu fimm árini, men
tó at londini við politiskt ásetta TAC’num í ár fóru 350.000 tons upp um
ICES-tilmælið, sum segði 890.000 tons, so eru partarnir samdir um at fylgja
ICES-tilmælunum tey næstu fýra árini.
FAKTA
Løgmaður: Samgongan skal góðkenna makrelbýtið