Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-24, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. mars 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Uppsjóvar­ flotin væntar sær sín part Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip, fegnast um, at fiskimálaráðharrin greitt hevur sagt, at uppsjóvarflotin umframt rættin til tey fyrstu fimm prosentini av TAC’num eisini skal hava lut í økingini av føroyska býtispartinum. Stjórin ávarar ímóti at gera ov skjótt av við at útluta nýggjar eginkvotur og heldur als ikki, at kyrrahavsloyvini skulu upp í part í endaliga býtinum. Ingolf S. Olsen Lagnunar speisemi vildi, at tað júst varð Jógv­an Jespersen, stjóri í Fe­lag­num Nótaskip, sum fekk æruna av at greiða Før­oya fólki frá nýggju og slóð­brótandi makrelsemjuni í høvuðs­ tíðindunum í útvarpinum hósdagin 13. mars, dagin eftir at avtalan millum Føroyar, Noreg og ES var skrivað undir í London. Tí Felagið Nótaskip var eisini millum avsendararnar, tá Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður 6. juni 2010 fekk eitt bræv, ið byrjaði soleiðis ”Undirritaðu feløg, sum umboða allan fjarfiski­ flot­an við undantak av At­ lants­farinum, fara hervið at heita á løgmann og Føroya Landsstýri um at royna at finna útvegir fyri, at tað slepst undan, at samstarvið við ES og Noreg um umsitingina av makrelstovninum verður slitið í ár.” Síðani varð ein røð av vænt­aðum avleiðingum av føroyskari einagongd reks­að upp í brævinum og somu­ leiðis uppskot um, hvussu støðan heldur átti at mýkjast til føroyskan fyrimun, utt­an at Føroyar kortini fóru úr strandarlanda-sam­starv­ inum um makrel. Hesi feløgini vildu heldur hava, at Føroyar settu sær eina royndarkvotu í 2010 fyri at fáa prógv fyri, at nógvur makrelur var í føroyskum sjógvi. Tað er tað sama, sum Grønland ger nú. Spádómar hildu Men samstarvið við ES og Noreg varð slitið kortini, og í dag munnu tey flestu fegnast um tað. Tað er helst ikki ov nógv gjørt av at siga, at Føroyar fingu í posa í sekk, tí umframt at hava rokast at kalla óavmarkað við makrelfiskiskapi í egnum sjógvi í fýra ár, var úrslitið mikukvøldið 12. mars ein nýggj avtala við Noreg og ES, sum meira enn tvífaldaði føroyska býtispartin av mest loyvdu veiðuni, TAC’num, í Norðuratlantshavinum – úr sløkum fimm prosentum í 2009 í 12,6 prosent í nýggju avtaluni. Jógvan Jespersen hevur tó ongar trupulleikar av at fegnast um nýggju avtaluna uttan av tí orsøk at taka frástøðu frá teirra egnu áheitan á løgmann á sumri 2010. - Vit hava ongantíð sagt, at vit ikki ynsktu Føroyum eina størri kvotu. Men støðan tá var soleiðis, at ongin án­ aði, um tað yvirhøvur bar til at fiska makrel í stórum mongdum í føroyskum sjógvi uttan at fáa stórar trupul­ leikar við hjáveiðu av sild, og ongin ánaði nakað um, hvørjar avleiðingarnar tað fór at fáa fyri okkara atgongd at fiska í norskum sjóøki og í sjóøkinum hjá ES ella okkara marknaðarviðurskifti. Vit høvdu tó okkara hugsa­nir um møguligar avleið­ing­ar, og vit kunnu eisini stað­ festa, at nógvar av teim­ um gjørdust veruleiki – vit mistu Norðsjógvin, vit mistu í norska partinum av Barents­havinum, vit mistu rækj­urnar í Eysturgrønlandi, og hand­ilsligu avleiðingarnar gjørdust meira álvarsligar, enn nakar hevði ímyndað sær. – Men tað sum eisini hendi, og sum ongin kundi síggja fyri sær tá, var, at makrelurin breiddi seg longur og longur vestureftir. Tað bleiv okkara bjarging, tí við tí styrktust okkara argumentir fyri, at vit skuldu hava meira í okkara part av TAC’num, og tað gav so úrslit nú. Varð gongdin hinvegin, at makrelurin hesi árini var avtakandi aftur í føroyskum sjógvi, so hevði støðan verið ein heilt onnur, staðfestir stjórin í Felagnum Nótaskip. Hann vísir eisini á, at í 2010 var støðan tann, at vinnan var í tveimum bólkum. - Fjarfiskiflotin var ein partur, ið tók eina risiko, og samstarvsslitið kundi í ringasta føri kundi tikið grundarlagið und­an hesum partinum av flotanum. Hevði Russ­land til dømis ikki vilja keypt part av okkara makrel­kvotu hesi árini, so høvdu flakatrolararnir í Barentshavinum verði skerdir. Hin parturin, sum eggjaði til at herja á uttan fyrilit, tók onga risiko og kundi bara vinna. Tú kundi ivaleyst rokkið sama máli báðar vegir – sam­ráðingar­ vegin ella við at seta hart ímóti hørðum, sigur Jógvan Jespersen. Útlit til meirkvotu Jógvan Jespersen fegn­ast um boðskapin, ið fiski­mála­ ráðharrin kom við á Hotel Føroyum miku­kvøldið. Her greinaðu Jógvan Jesp­ersen sjálvur, Jacob Vest­er­gaard, fiski­mála­ráð­ harri, og Hans Ellefsen, bú­ skaparfrøðingur, støð­una, nú nýggja makrel­semj­an var fingin til høldar, og fiski­málaráðharrin gjørdi millum annað greitt, at upp­ sjóvarflotin eisini skuldi hava sín part av øking­ini í kvotu­ partinum. At upp­sjóvarflotin fram­hald­andi eisini skuldi verða tryggjaður tann partin, hann átti einsa­mallur í gomlu strandar­landa­av­taluni, lá greitt í kort­unum, tó at tað var ósagt. – Nótaflotin hevur eis­ ini latið frá sær, og eg haldi tað vera positivt, at fiskimálaráðharrin nú ópro­ vokeraður sigur, at nótaflotin eisini skal hava ein part av kvotuøkingini, sigur Jógvan Jespersen. Onki at gera her Hann er sera varin við at seta tøl á, hvat hann held­ur skal fella teimum ymisku veiðubólkunum ella skip­ unum í lut, men hann er tó avgjørdur um, at veiðuloyvi, sum ong­an­tíð vóru ætlað at koma nær námind før­ oyskum heimsjógvi nú skulu kunna vekslast til egin­kvotur. Her sipar hann serliga til veiðiloyvini at fiska rossa­ makrel í Suður­kyrrahavinum, heimliga makrelstríðið Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip, ivast í, um politiska skipanin er til reiðar at gera eitt endaligt býti av føroysku makrelkvotuni, og hann leggur dent á, at tað býtið er gjørt í somu løtu, kvotan verður lutað út í eginkvotur. Eisini ávarar hann ímóti at fáa fleiri skip í flotan at troyta øktu makrelkvotuna.