Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-24, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. mars 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Reiðarafelagið: Málið má vera eginkvotur ið upp­runa­liga hoyrdu til risa­trolararnar Athenu, Po­sei­don og Hercules hjá Thor í Hósvík. Onki av hesum skipunum er longur í flotanum, og tvey teirra gjørdust vrak í eldvanlukkum. Men Athena og Poseidon tóku lut í makrelfiskiskapinum í 2010, og veiðiloyvini hava verið brúkt sum grundarlag fyri makrelfiskiloyvum hjá øðrum skipum øll árini síðani. 7. juni 2010, dagin eftir at reiðararnir í fjar­fiski­ flotanum skrivaðu sítt bræv til løgmann, skrivaði Hans Andrias Joensen, stjóri hjá Thor eisini eitt bræv. Tað var til fiskimálaráðharran og hevði ein heilt annan boðskap, nevniliga at tað var púra beint av Jacob Vestergaard einsæris at áseta Føroyum egna makrel­k­votu. Men Thor-stjórin skriv­ aði eisini hetta: ”Hinvegin, at áseta egna kvotu og ikki geva teimum skipum loyvi at fiska sum eru best egnaði til hendan fiskiskap (Athena og Posei­don), tað er verri enn einki.” Um tað var hetta, ið fekk fiskimálaráðharran at akta, er óvist, men tað er ein sann­roynd, at hesi bæði skipini komu í føroyskan sjógv at royna. Men tað eigur ikki at merkja, at tey hava vunn­ ið sær nøkur søgulig rætt­ indi her, heldur stjórin í Felagnum Nótaskip. - Suðurkyrrahavsloyvini skulu ongan makrel hava, spyrt tú meg, tí tey hava í veruleikanum onki at gera her, slær Jógvan Jespersen fast. Hann vísir á, at før­oyski fiskiskapurin í Suð­ur­ kyrrahavinum kom ong­ an­tíð rættiliga fyri seg, og nú er hesin fiskiskapur burt­ur. Jógvan Jespersen held­ur, at tann parturin av makrelinum, sum verður lutaður út til aðrar enn pelagisku skipini, eigur at fella til heimaflotan, ið partvíst er um at bløða út. Hetta kann eitt nú verða gjørt við at royna at keypa botnfisk frá øðrum fyri pelagiskan fisk, á sama hátt sum allur fiskiskapurin eftir botnfiski og rækjum í Russiskum sjógvi verður goldin við pelagiskum fiski. Bindandi eginkvotur Hann ávarar eisini generelt ímóti at gera ov skjótt av við at luta út eginkvotur, bara tí at føroyski parturin av TAC’num er øktur nógv, og at nýggj millumlandasemja nú valdar um føroyska makrelfiskiskapin, og hann ávarar eisini staðiliga ímóti at koma inn við meira stáli, tað er fleiri skipum. – Eginkvotur er tað sama sum eitt endaligt býti. Soleiðis er tað bara, men spurningurin er, um politiska skipanin er klár at gera eitt endaligt býti. Og vit vita av royndum, at tess fleiri skip eru um eina veiðu, tess dýrari verður hon at fiska, og tess minni verður samlaða lønsemið. Nótaflotin er eitt gott dømi um hetta. Fyri sløkum 40 árum síðan vóru 20 nóta­ skip. Hesin flotin er í dag rationaliseraður niður í seks-sjey góð og effektiv skip, sum hava rakstur við góðum lønsemi. Høvdu tað framvegis verið 20 skip, so hevði neyvan tað stóra verið eftir á botnlinjuni.  Tað er umráðandi, at part­ar av flotanum, sum fremja tillagingar við egn­ ari hjálp, hava vissu fyri, at nýggj veiðiorka ikki kem­ ur inn aftur í hinum end­ anum, staðfestir Jógvan Jespersen. Føroya Reiðarafelag heitir á fiskimálaráðharran og politisku flokkarnar um at finna felags stev um at skapa tryggar karmar um makrelfiskiskapin, og felagið staðfestir, at hetta best gerst við at lata skipunum eginkvotur. Stjórin í Reiðarafelagnum sigur tó, at hann ongantíð hevði roknað við, at tað kundi lata seg gera at skipa allan makrelfiskiskapin við eginkvotum longu í ár Ingolf S. Olsen Í tíðindskrivi fegnast eis­ini endurstovnaða Reið­ara­ fe­lagið um nýggju strand­ ar­landaavtaluna millum Før­oyar, Noreg og ES fyri tíðar­skeiðið 2014 – 2018, og felagið hevur eisini góð­ar vónir um, at ES fer at taka burtur aftur sínar hand­ ilsforðingar mótvegis Før­ oyum. Tær komu, tá Før­ oyar í fjør eisini fóru burtur úr silda­avtaluni við ES og Noreg. “Føroyar verða ikki part­ur av sildaavtaluni fyri 2014, men tað skilst, at verður funnið fram til felags fatan um norð­havs­ sildina, fer ES at taka av handilsforðingarnar mót­ vegis Føroyum”, stend­ur mill­um annað í tíðinda­ skrivinum frá Føroya Reið­ ara­felag. Í tíðindaskrivinum verð­ ur eisini mælt til at skipa makrelfiskiskapin við egin­ kvotum, soleiðis at øll fáa sum mest burtur úr: “Strandalandaavtalan um makrel er, saman við avtalum um atgongd at fiska í norskum og ES sjógvi, gylt høvi at skipa viður­ skiftini á ein hátt, ið loyvir skipunum at leggja fiski­ skapin soleiðis til rættis, at størst møguligt virði fæst burturúr fiskirættindunum hjá hvørjum einstøkum skipi. Hetta gerst best við at lata skipunum eginkvotur. Føroya Reiðarafelag fer tí at heita á landsstýrismannin í fiskivinnumálum og polit­ isku flokkarnar um at finna felags stev um at geva øllum skipabólkum, ið taka lut í makrelfiskiskapinum, trygg­ar karmar og frælsi at fáa sum mest burturúr. Tað gagnar skipunum og tað gag­nar landinum”. Ongin andsøgn Hetta ljóðar sum tann øvugti boðskapurin av tí, sum stjórin í Fe­lag­num Nóta­skip sigur aðra staðir her í blaðnum. Hann ávar­ ar nevniliga ímóti at bera ov skjótt at við at luta makrelkvotuna út sum egin­kvotur, tí tær eru bind­ andi og staðfesta tískil eis­ini endaliga býtið. Og stjórin í Felagnum Nóta­skip ivast í, um politiska skipan er til reiðar til hettar. Men Herálvur Joen­sen, stjóri í Føroya Reið­ara­ felag, sigur, at hann ikki er í and­søgn við stjór­ an í Felag­num Nóta­ skip í hesum spurn­ ing­inum. – Nei, okkara áheit­ an er at skilja sum ein gene­rell stað­fest­ing av, at mest fæst burt­ ur úr, tá fiski­skap­ urin er skipaður við egin­kvotum. Hes­um trúgvi eg ikki, at nakar av undir­bólkunum í Reiðara­fe­lagnum er ósamd­ur í. Men eg hevði ongan­tíð roknað við, at allur makrel­ fiskiskapurin kundi skipast við eginkvotum í ár, tí tað verða tað neyvan stundir til. Tað eru jú stór­ir politiskir spurningar tengdir at ein­ um endaligum býti, sigur Herálvur Joen­sen. Hann var sjálvur við til samráðingar-endaumfarið í Edinburgh, tá føroyski parturin longu var komin upp á pláss, men fór heim eitt sindur áðrenn avtalan loksins varð undirskrivað í London. Herálvur Joensen, formað­ ur í Føroya Reiðarafelag, hevði ikki roknað við, at makrelfiskiskapurin kundi skipast við eginkvotum longu í ár, men sigur, at almenna áheitanin um hetta skal skiljast sum ein generell staðfesting av, at mest fast burtur úr hjá hvørjum einstøkum skipi, tá tey fáa eginkvotur heimliga makrelstríðið Sosialurin hevði gjørt samrøðu við leiðsluna hjá reiðarínum Thor í Hósvík at prenta á hesum temasíðunum, men stutt fyri evstamark bar leiðslan seg undan luttøku og tók viðmerkingar sínar aftur.