Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. mars 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ingolf S. Olsen Á almennum fundi, sum Huxa, ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, skip­aði fyri á Hotel Føroyum miku­ kvøldið greinaðu Jógv­an Jespersen, stjóri í Fela­gnum Nótaskip, Jacob Vestergaard, fiski­mála­ráð­harri, og Hans Ellefsen, bú­skaparfrøðingur, støðuna, nú føroyska ma­ krel­kvot­an er økt við átta pro­sent­stigum saman­bor­ið við støð­una, áðrenn Før­oyar brutu seg út úr strandar­ landa­avtaluni í 2010. Á fundinum valdaði bjart­skygni um, at ES skjótt fór at taka burtur hand­ils­ forð­ingarnar mótvegis Før­ oyum, nú semja var gjørd um makrel­in. Gaman vórðu handils­forð­ ingarnar formliga sett­ar í gildi orsaka av, at Før­oy­ar eisini brutu seg burt­ur úr silda­av­ taluni í fjør, og tað verður ong­in nýggj felagsavtala gjørd fyri norðhavssildina í ár. Men breiða fatanin er, at makrelstríðið var veru­liga orsøkin til handils­boy­kottið hjá ES. Tekniskt bar tað bara ikki so væl til hjá ES at siga, at føroyska makrelveiðan ikki var burð­ardygg og tískil leggja hana til grund fyri boykottinum. Tí ES og Noreg lutaðu eisini sær sjálvum makrelkvotur væl omanfyri tað, sum ICES mælti til. Jógvan Jespersen helt á fund­inum á Hotel Føroy­ um, at tað ber illa til hjá ES fram­haldani at brúka vant­ andi burðardygd sum argu­ ment fyri at lata handils­ forðingarnar standa við. – ES hevur givið okkum loyvi at fiska 30 prosent av okkara kvotu í ES-sjógvi. Tá gevur tað onga meining hjá teimum samstundis at siga, at hann ikki er fiskaður burðardygt, segði Jógvan Jespersen. Jacob Vestergaard, fiski­ mála­ráð­harri, hevur eis­ini góðar vónir um, at forð­ing­ arnar verða tiknar burtur um ein til tveir mánaðir, tí hóast ongin sildaavtala verður gjørd í ár, so eru sam­ráðingar í gongd mill­um partarnar um at finna fram til eina felags fatan í sildaspurninginum. Henda felags fatanin skal so verða grundarlagið undir einari semju næsta ár. heimliga makrelstríðið Vónirnar eru góðar um, at handilsforðingarnar hjá ES mótvegis Føroyum verða tiknar burtur, nú semja er fingin í lag um makrelin Burtur við boykotti Teir tríggir Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip, Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, og Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur í Fiskimálaráðnum, greinaðu støðuna, nú ein fimm ára semja er fingin í lag millum Føroyar, Noreg og ES um makrelfiskiskapin. Vónirnar um, at handilsforðingarnar eisini verða tiknar av nú, eru góðar. – ES hevur givið okkum loyvi at fiska 30 prosent av okkara kvotu í ES-sjógvi. Tá gevur tað onga meining hjá teimum samstundis at siga, at hann ikki er fiskaður burðardygt, heldur stjórin í Felagnum Nótaskip. Fiskimálaráðharrin hevur góðar vónir um, at handilsforðingarnar verða tiknar burtur inna ein til tvei mánaðir.