Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. mars 2014 · Nr. 36 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 John í Skemmuni 60 ár Leygardagin tann 29. mars verður John í Skemmuni 60 ár. John er føddur og upp­ vaksin í Skemmuni í Porkeri. Hann er sonur Sigrid & Dánj­ al Poulsen og er hann næst­ elstur av 4 systkjum. Hann tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1977, og var á bíbliuskúla í Onglandi frá 1977 – 1979. Frá 1979 til 1987 arbeiddi hann sum lærari við Vágs skúla. Síðan 1988 hevur John ar­beitt sum trúboðari í Før­ oy­um. Eisini hevur hann øll hesi árini verið við í leiðsluni fyri legurnar í Zarepta. John er eisini kórleiðari hjá Suðuroyarkórinum, sum er felagskór hjá brøðra­ samkomunum í Suðuroynni, ið bleiv stovanð í 2002. John er giftur við Rutt, dóttur Ásu & Róald Norðberg úr Vági, og búgva tey í Porkeri. Tey eiga 4 børn, Sigrid, Pætur, Ásu og Evu. Dóttir John og Rutt, Sigrid, er gift við Gimma Andreasen, og eiga tey tvær døtur, so John er eisini abbi. Pætur eg giftur við Kristinu á Váli. Sum nevnt, so hevur John verið við í leiðsluni fyri Zarepta síðan í 1988. Eftir at hava verið í hesum starvi í gott 25 ár, fór hann úr leiðsluni seinasta heyst. Hetta merkir tó ikki, at hann gevst at verða við í arbeiðinum, men kemur at halda fram á legunum, sum tørvur er á tí. Nú John rundar tey 60 árini, verður hann staddur í Zarepta á Suðuroyarlegu. Hetta er vikuskiftislega, við fólki úr allari Suðuroynni. Føðingardagurin verður hildin leygardagin í Zarepta frá kl 14.00 til kl 18.00, og eru øll hjartaliga vælkomin at heilsa uppá John. Takk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma og omma, langomma, olduromma, systir, mostir og fastir Andrea Giske Ålesund andaðist 15. mars 2014, 91ára gomul, og varð jarðað 21. mars í Spjelkavik Kirke, Ålesund. Vegna tey avvarðandi Randi †, Jørgen †, Basse, Molle, Anne Rose, Rolf Anders †, Solveig, Inger Marie, Daniel, Jan Erik, Jorunn Barnebarn, oldebarn, tippoldebarn og øvrige familie Tiden den går SnarT er deT vår, dager har kommeT og dager har gåTT, en gang kommer den SiSTe, Tung er den enda å miSTe Tøkk Vit vilja takka øllum tykkum sum vóru við til at gera okkara gullbrúdleypsdag 18. januar so góðan og minniligan. Eisini ein tøkk til tykkum sum hjálptu til á ymiskan hátt. Hilda og Kári Tøkk Vit vilja so hjartaliga takka familju, vinum, grannum og annars tykkum øllum, sum á ein ella annan hátt gjørdu okkara brúdeypsdag 28.12.13 ógloymandi. Stóra takk øll somul. Heilsan Hanna og Óli Sos fyrst og fremst www.in.fo