týsdagur 25. mars 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 26. mars 2014 · Nr. 36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jógvan í Trøllagili og Dagmar,
ættað úr Leirvík, vóru foreld
ur okkara. Klara var triðja í
røðini av fimm. Juel sum var
elstur doyði bert fáa dagar
gamal, Eiler ið doyði 2012,
eftir sita vit systrarnar Ásla
og Anita.
Tó at Trøllagil við fyrsta
brá kann tykjast heldur
óunniligt navn, stað ella heiti,
so var og er tað alt annað. Her
var fjálga heim okkara, har
tað var nógv lív í. Tó at tað í
dag kann tykjast lítið, so var
tað rúmligt og vítt til veggja.
Her vóru øll vælkomin.
Her
búleikaðust
fleiri
ættarlið í sátt og semju. Kláv
us abbi og Dova, farbróðir,
mamma og pápi og vit fýra
syskini og her kom nógv fólk
á gátt. Her var kortspæl, frá
sagnir og vit spældu eisini
sjónleik í kjallaranum, nógvur
hugni við hópin av tónleiki,
ikki minst Eileri fyri at takka.
Kláus, abbi - beiggi Jógvan
og Christian í Grótinum -
var 10 ár yngri enn omma,
Katrina Maria. Tey giftist í
1901. Hon misti fyrra mann
sín, Ole Joensen, tá ið hon
gekk við fjóra barninum í
1897.
Tá
var
elsta
dóttirin,
Armingaard, sum seinni gift
ist við Dáva úr Gerðum, bert
seks ára gomul – Hini børnini
vóru
Micheal,
Karolina,
Kristoffer (Dova) og Oluffa.
Børnini í seinnu giftu vóru
Birita, Ebba, Rikka, Hanna og
Jógvan, pápi okkara - Eiler,
Klaru, Áslu og Anitu.
Altíð var væl okkara mill
um og minnast vit serliga
umhvørvið kring lágu og
longu reyðmálaðu lonina
sum hugnaligt, við opinleika
og kærleika.
Tá ið vit vóru børn, bar
til at súkkla norður á Vágs
heygin eftir smalari gøtu
millum
húsini.
Niðan
í
Uppsalar ella Borðoyarvíkar
varð eisini farið og nógvur
ungdómur kom eisini á gátt
hjá okkum.
Klara, sum var eitt lív
stykki, var ikki bangin fyri
at taka fatt. Hon hevði altíð
glaða lyndið við sær og vann
sær mangar vinir við fyri
komandi medferð síni. Hon
tænti eina tíð hjá Emmu í
Fuglafirði og plagar Emma
at taka til, hvussu tað feyk
frá Klaru og alt var gjørt av
handahógv.
Emma plagar við einum
skálkasmíli at siga frá, tá ið
hon plagdi at senda Klaru
onkur ørindi við bilinum, tó
at hon var undir koyrialdur
og ikki hevði koyrikort. Men
hetta lætti so nógv um og
Klara dugdi sera væl at koyra,
tó at hon ikki hevði aldur.
Lívsstarvið hjá Klaru var
á Telefonstøðini, har hon
starvaðist í 40 ár. Klára hevði
sera vakra hond skrift, og var
tískil oftast biðin at skriva
telegramini.
Góði Eiler, takk fyri at tú
hevur fjálgað um heimið í
Trøllagili og takk fyri fagra
spæl títt á harmonikuni og
ikki minst á cornettina. Takk
fyri títt skemtiliga lyndið
og at tú dugdi so væl at sita
undir.
Góða Klara, Anita saknar
teg at renna sneisaørindi við
í fína, lítla gráa bilinum og
Ásla saknar teg og mongu
góða samrøðurnar umvegis
telefonina. Tað var so deiligt
at detta inn á gólvið og fáa
eitt prát og altíð var tú kát
og við tí góða.
Títt serliga lyndið fylgdi
tær heilt til endans. Tá ið har
børnini ringdu til tín á Ríkis-
sjúkrahúsið og spurdu um,
hvussu stóð til, var svarið
altíð við einum brosi, um at
her stóð væl til, tó at tú visti,
at standurin kundi verið
betir.
Ærað veri minnið um syst
ur okkara, Klaru Joensen og
bróður okkara Eiler Rasmus
sen
Ásla og Anita
So fór Kiss inn um gylta liðið.
Eitt virkið og innihaldsríkt
lív er at enda komið. Seinasta
tíðin var merkt av andróðri, -
løðingarnar gingu undan og
lívsmegin fjaraði.
Kristian Henry Samuelsen
stóð á dópsseðlinum. Seinni
tók húskið sær eftirnavnið
Linklett, ið kemst av tilknýti
pápans til Skálatoftir. Har er
klettur í fjøruni, ið eitur so.
Kiss varð føddur í Klaksvík
á hásumri í 1930. Har, hann
var føddur, vaks hann upp
saman við yngra beiggjanum
Sverra, ið doyði fyri mongum
árum síðani. Heimið lá niðri
við sjóvarmálan norðalaga
á Stongunum. 30árini vóru
í mangar mátar ein tronglig
tíð um okkara leiðir. Í Før
oyum búðu um hetta mund
ið út ímóti 24.200 fólk. 1409
vóru klaksvíkingar. Fiska
prísirnir vóru í botni, og
vinnulívið skinklaði í grót og
grund. Úrtøkan hjá vanliga
føroyinginum var so gott
sum eingin. Okkara gomlu
marknaðarlond kríggjaðust,
- Italia niðri í Afrika og í
Spania herjaði borgarakríggj.
Tað bøtti ikki um korini hjá
fiskaútflytarunum. Frá hesi
tíðini er tíðarmyndin, at
flestu keypmenn høvdu pípu
tubbak standandi á handils
skivuni, so pípuroykjarar
kundu stappað sær ókeypis í
pípuna. Tá tíðirnar versnaðu,
hvarv tubbaksdósin og við
henni
teir
tíðindafróðu
pípuroykjararnir uttan fyri
handilsdiskin.
Norðingar
minnast enn, at eingin grind
legði beinini millum 1915 –
1931.
Hetta árið varð bygdin
eisini hart rakt, tí klaksvíks
skonnartin Ernestina fór á
land undir Selvogsbjørgunum
í Íslandi í ódnarveðri, og fleiri
av
manningini
sjólótust.
Annað at dragast við hesa
tíðina var havhestasjúkan,
ið beindi fyri stórthundrað
burðardyggum
kvinnum.
Samanumtikið ein ótespilig
tíð. Men í vøgguni lá ikki
eitt barn, ið merkti nakað til
hesi óunnilig kor. Hann fekk
skemtið og skálkabrosið í
vøggugávu.
Kiss kenna vit best sum
skemtaran og tann, ið næstan
fekk steinarnar at flenna.
Skemtilyndið fylgdi honum
heilt til tað allarseinasta.
Hann hevði hetta fram um
so mong onnur - at lofta
gerandisgongdini og við
skálkabroddi
mangan
at
fáa okkurt “aftrat” burturúr.
Fólk, tú ongantíð hevði kent
ella sæð, og sum farin vóru
av verðini, blásti hann lív
aftur í og gjørdi livandi.
Við andlitskeipum og av
skeplaðari rødd kundi hann
herma og undirhalda, meðan
vit í látri vórðu tikin við inn
í løtuna.
Í bókini “Bóltspøl millum
Klakk & Kjøl” hjá Árna
Dahl, lesa vit, at Kiss er á
KÍ- liðnum í nøkur ár. Sítt
virkna lív var Kiss fjarritari
við trolara, millum annað
Sjúrðarbergi, og í skiftum við
ferðamannaskipinum Tjaldr
inum hjá Skipafelagnum.
Sum
so
mangur
annar,
saknaði hann heima- og
familjulívið og fekk seinni
høvi at seta av á Klaksvíkar
Sjómannsskúla, har hann
var síni seinastu virknu
arbeiðsár og undirvísti.
Havi mangan hugsað, -
hvat var Kiss uttan Adelborg?
Eg havi einki boð uppá tað.
Gentan úr Sundalagnum,
yngst í stórum faðirleysum
systkinnaflokki, gjørdist
hansara trúfasti klettur í
heili 57 ár. Ung hittust tey.
Hon, Signhild Adelborg Ras
mussen av Norðskála, var
so ovurhugað at búseta seg
í heimbygdini, men Kiss
kundi ikki lata hana avgera
tað. Bara ikki tað! Alt annað,
men ikki tað. Og hann slapp
at ráða. “Og síðani tá hevur
hon sett dagskránna,” plagdi
hann so “skáltaligur” at taka
til. Tað er tað helst nakað
um. Tí Kiss var har, hon var.
Hann elti hana og var bæði
á palli og filmi saman við
henni, og honum dámdi tað
serliga væl.
Hjúnini settu við tríggjar
dreingir. Elstur Jógvan, ið
vit minnast sum kringa og
knáa málmannin í KÍ sein
ast í sjeytiárunum. Síðani
fylgdi Bent Tommy, ið nú
er “havnarmaður” og sein
astur Bogi, ið býr og virkar í
Kjøpinhavn. Heimið á Skálta
vegi 3 hevur verið framúr í
øllum lívsins viðurskiftum.
Har hava gist hjá Adelborg og
Kiss allar møguligar natiónir
av sjónleikarum, vinum og
kenningum. Tey tóku hond
um og rukku so ófatliga
langt við teirra vinarligu
framferð og gestablídni. Tað
kravdi “sín mann” at skilja
allar tær arbeiðsuppgávur,
Adelborg setti sær fyri. Hon
vandi og spældi ikki bara, -
hon gjørdi mangan pallsmíð
og seymaði búnar og sat
uppi langt út á næturnar,
samstundis sum hon í fleiri
ár arbeiddi í heimahjálpini
og rætti Norðoya Heimavirki
eina hjálpandi hond í handli
num.
Eftir Kiss liggja nógv
skemtilig
minnir.
Eingin
keddi seg eina einastu løtu,
var hann til staðar. Tað var
so mangt, hann fekk vent á
høvdið og sligið upp í glens.
Kiss hevði stóra umsorgan
fyri sínum, ikki um at tala
abba- og langabbabørnunum.
Elsti langabbasonurin eit
ur eftir honum. Saman við
Adelborg dugdi tey so ser
liga væl við teim ungu og
børnunum. Tað vóru altíð
fryntligar løtur, tey upplivdu
saman við Kiss og Adelborg,
á Skáltavegnum sum við
Norðskála.
Vit unna tær hvíld eftir
harðan andróður seinastu
tvey árini. Minnast teg fara
vit og at sakna søgurnar,
skemtið og skálkabrosini.
Ein savnandi býarmynd
er farin og tómleiki ræður.
Adelborg góða, nú verður
tómligt á brúnni. Ynski tykk
um øllum eitt ljóst og gott
vár.
Poulina Slættanes
Kiss
Klaru og Eiler til minnis
Klara Joensen og
Eiler Rasmussen
* 6. august 1944
* 10. januar 1943
✝ 10. februar 2014
✝ 2. mai 2012