týsdagur 25. mars 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 26. mars 2014 · Nr. 36
Tað, ið illa er
yrkt, verður
illa kvøðið
John av Reyni
formaður
Sosialistisk Ung
Vit í Sosialistisk Ung gleðast
yvir, at Javnaðarflokkurin
tann 12. Mars 2014 á øðrum
sinni legði fram uppskot
um at fáa samfelagsfrøði í
fólkaskúlan, soleiðis at vit
kunnu fáa ein væl upplýstan
ungdóm, sum kennir okkara
samfelagsbygnað og okkara
fólkaræði.
Tó undrast vit á, at Unga
Tjóðveldið tann 13. Mars
2014 sendi út skriv við
heitinum “GOTT AT JAVN
AÐARFLOKKURIN TEKUR
VIÐ LÆRU!”. Í hesum skrivi
leggur formaðurin Tráin P.
Nónklett uppskotstillaran
Rigmor Dam undir at reika
runt á teirra heimasíðu(sum
gjørdist virkin tíðliga í
2013) og “taka” uppskot frá
teimum, fyri síðan at gera
tað til sítt egna. Hetta er
tó ein beinleiðis lygn sum
borðreitt verður við.
Tað sigst, at summi
síggja trøll á alljósum degi,
og tað er júst tað, sum er
farið fram í hesum føri.
Ungmannafelag Javnaðar
floksins hevur arbeitt hart
og miðvíst fram ímóti at
fáa samfelagsfrøði inn um
fólkaskúlagátt í langa tíð,
og var hetta uppskot fyri
fyrstu ferð lagt fram fyri
tingmanningini í byrjanini
av 2012. Nevnast kann, at
hetta var áðrenn heima
síðan hjá Unga Tjóðveld
inum gjørdist virkin.
Tó er tað ein frøi at hoyra
Unga Tjóðveldið taka undir
við hesum uppskoti, sum SU
á fyrsta sinni legði fram fyri
Javnaðarflokkinum, og sum
síðan hevur verið lagt fram
tvær ferðir í løgtinginum.
Sosialistisk Ung gleðist um,
at Javnaðarflokkurin tekur
tey uppskot at sær, sum vit
bera teimum, og at tey altíð
eru klár til at sparra saman
við okkum ungu.
Í samband við at upp
skotið er lagt fram, vilja vit
fegin heita á øll tingfólkini
um at taka hetta uppskot til
sín og at vera við til at gera
hetta til veruleika. Okkara
ungdómur eigur at hava
hesi rættindi, so møgu
leiki er fyri at fáa so góða
vitan sum gjørligt um sam
felagsbygnað og fólkaræði
okkara.
Við javnaðarkvøðu.
Klaksvíkar sjúkrahús
skal styrkjast
Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna fyri
Fólkaflokkin
Hósdagin 6. mars frættist,
at landsstýrismaðurin við
heilsumálum, Karsten Han
sen, steðgar sum lands
stýrismaður
í
summar.
Hetta kemur møguliga ikki
óvart á fólk, tí miðflokkurin
boðaði frá, tá Miðflokkurin
fór í samgongu, at semja var
um, at Karsten Hansen tók
sæti í tvey ár, áðrenn ungur
avloysari var funnin. Nú
er so kunngjørt, at Karsten
Hansen gevst í summar.
Hvussu við Klaksvíkar
sjúkrahús?
Men framvegis eru nógvir
ógreiðir spurningar, ið vit
mugu fáa greiðu á, áðrenn
landsstýrismaðurin steðgar
í summar. Undirritaða setti
l a n d ss tý r i s m a n n i nu m
skrivligan fyrispurning 19.
mars 2013, har spurt var
um, um landsstýrismaðurin
ætlaði at taka støðu til,
hvørjar funksjónir skuldu
vera á Klaksvíkar sjúkra
húsi.
Hvussu
tað
varð
við
endurvenjingini.
Um
landsstýrismaðurin ætlaði,
at
urologiin,
ortopædiin
og
medisinska
viðgerðin
framhaldandi skuldi vera á
Klaksvíkar sjúkarhúsi. Síðst,
men ikki minst, hvussu
landsstýrismaðurin ætlaði at
skipa føroyska heilsuverkið
frameftir.
Svar
Í svarinum (dagf. 19 mars 2013)
segði
landsstýrismaðurin
millum annað, at: “skjøtul
er settur á arbeiðið við eini
heilsunýskipan, har virk
semið í heilsuverkinum skal
endurskoðast við tí endamáli
at gera neyðugar umskipanir
innan verkið, soleiðis at ein
meira skynsom nýtsla verður
av tilfeinginum í heilsuverk
inum.”
Nú má tað vera
Løgtingið hevði aðalorða
skifti um heilsunýskipanina
8.
november
2013,
har
landsstýrismaðurin
legði
frágreiðing fyri Løgtingið,
har hann millum annað vísti
á, hvussu heilsuøkið skuldi
skipast frameftir. Men vit
bíða framvegis eftir lands
stýrismanninum.
Hvussu
ætlar hann at skipa Klaks
víkar sjúkahús frameftir?
Hvørjar funksjónir skulu
vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi?
Hvussu við endurvenjing?
Urologiini?
Ortopædiini?
Medisinsku viðgerðini?
Framvegis
eru
nógvir
ógreiðir spurningar, ið vit
mugu fáa greiðu á. Tí verða
omanfyrinevndu spurningar
settir.
1. Fer
landsstýrismaðurin
at taka støðu til, hvørjar
funksjónir skulu vera á
Klaksvíkar
sjúkrahúsi,
áðrenn hann fer frá sum
landsstýrismaður?
2. Skal uppvenjing fram
haldandi vera á Klaksvík
ar Sjúkrahúsi?
3. Verður støða tikin til,
um urologi, ortopædi og
medisinsk viðgerð fram
haldandi skulu bjóðast á
Klaksvíkar sjúkrahúsi?
4. Ætlar landsstýrismaðurin
at taka støðu til, hvussu
Klaksvíkar
sjúkrahús
skal skipast frameftir,
áðrenn hann sigur lands
stýrissessin frá sær?
Ikki latið kropsligu yrkisgøgnini avgera
Kristina Clementsen
Vegna Unga Tjóðveldið
Øll eru vit týdningarmikil.
Vit hava øll ein part í sam
felagnum, og á øðrvísi mátar
kunnu vit øll hava eina sjón
liga rødd. Sjónliga røddin
kann brúkast til mangt, m.a.
øll evnini og rákini, ið vit
hava eina meining um. Hon
kann brúkast til tey evni, ið
vit halda eru týðandi, og vísa
á, hvørji evni vit mugu varpa
ljós á.
Ímillum teir ungu borg
ararnar í landinum eru tað
summi evni, ið hava stóran
týdning, meðan onnur evni
hava minni týdning. Vit hava
nøkur rák, ið miðlar leggja
serligan dent á, og kann tað
gera, at onnur evnir verða
gloymd í allari mongdini.
Týðandi evni fyri okkum eru
t.d. hjúnabandslógin, fostur
tøka, átrúnaður og verða
hesi evnini nógv umrøtt í
gerandisdegnum. Hetta eru
evnir, ið tað verður rópt um,
og tað kennist sum, at tað eru
sera sterkar kenslur aftan
fyri hesi evni.
Kyn hava ongan
týdning
Tó tykist tað ikki sum, at javn
støða ímillum kyn hevur eins
stóran týdning. Tað er ikki
eins týdningarmikið, tí tað
er nakað, ið kemur seinni, og
av sær sjálvum. Hví skulu vit
eisini velja eina kvinnu, bara
tí hon er kvinna? Gevur tað
ikki kvinnunum sersømdir?
Er tað neyðugt við báðum
kynunum umboðaðum?
Slíkar útsagnir tykjast at
ganga aftur og aftur, og vilja
ofta steðga kjakinum og seta
punktum við setningin. Tað
er ein trupulleiki, ið kann
loysast. Týdningurin av, at vit
ungu hugsa og umrøða javn
støðuna, er stórur. Vit kunnu
geva eitt stórt og virðismikið
íkast til fólkaræði um vit taka
trupulleikan til hendurs.
Okkara samfelagsskipan
byggir á eitt breitt gundarlag
um, at menn og kvinnur hava
líka stórt virði. Kvinnur eru
helvtin av fólkatalinum, men
eru tó, í minni mun, við til
at taka avgerðir, ið hava við
fólkið at gera. Hetta er ein
gongd, ið vit ikki vilja skapa
longu í ungdómspolitikki, og
tí mugu vit hyggja at trupul
leikanum.
Ábyrgdin er okkara
Vit noyðast at læra okkum
tey fyrstu fótafetini innan
javnstøðu. Júst sum við
ítrótti. Tú noyðist at læra
allar grundreglurnar áðrenn
tú megnar at spæla spælið
– byrjar tú ov seint er tað
tungt, strævið og kann tað
ganga long tíð áðrenn fyrstu
fótafetini eru jøvn.
Tað er so øgiliga týdningar
mikið, at man byrjar í góðari
tíð at skapa og spreiða kunn
ing. Í hesum døgum verður
tað alt ov lítil dentur lagdur
á henda trupulleikan - bæði
hjá ungdóminum og hjá teim
um eldru.
Ábyrgdin liggur m.a hjá
teimum ungu, hjá øllum, ið
sita í nevndum og hjá øllum,
ið hava við bólkar at gera.
Vit noyðast at læra at eggja
kvinnum at stilla upp – og
ikki minst at læra kvinnur
at eggja kvinnum at stilla
upp. “Jantelógin” má tveitast
í skrellispannina soleiðis, at
vit kunnu skapa eitt veru
ligt fólkaræði, eisini í ung
dómslívinum. Tað eru vit, ið
skulu føra víðari, og tí er tað
ein ræðuleiki, at vit seta eina
skeiva leið longu nú. Vit vilja
ikki hava, at tað, ið tú hevur
millum beinini skal avgera,
hvørjar eginleikar tú hevur!
Sosialurin
Tekna teg sum haldara fyri einans
kr. 380,- um ársfjórðingin
haldaralepi
Boks 76, FO-110 Tórshavn
Ja takk!
Eg ynski at tekna meg sum haldara av nýggja Sosialinum,
og fái blaðið borið út tríggjar ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Telefon:
teldupost:
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64