týsdagur 25. mars 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. mars 2014 · Nr. 36
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fult fokus
sea shepherd
Undir herrópinum »Faroe Islands
– Grindstop 2014« fyrireikar
Sea Shepherd sítt størsta átak í
Føroyum nakrantíð. Í fýra mánaðir
skulu 300 til 500 sjálvboðin verja
grindahvalin móti føroyingum
Jón Brian Hvidtfeldt
– Verður tað grind, so fara vit
at gera alt tað, ið vit eru ment
fyri at órógva grindadrápið.
Okkara uppgáva er at verja
grindahvalin, og vit fara
langt í okkara stríði.
Amerikumaðurin
Scott
West
er
sjálvur
fjórði
komin til Føroya fyri at
kanna
umstøðurnar,
nú
Sea
Shepherd
fyrireikar
sítt størsta átak í Føroyum
nakrantíð.
Scott West er gamal í
hvalaverndarfelagsskap
inum Sea Shepherd. Fryntligi
maðurin, sum sambært sær
sjálvum er gamal løgreglu
maður, hevur eina drúgva
fortíð í umhvørvisfelags
skapinum. Hann byrjaði at
lata pengar til Sea Shepherd
afturi í áttatiárunum, hann
hitti fyrstu ferð umstrídda
leiðaran Paul Watson í nítiár
unum og hevur arbeitt fyri
felagsskapin síðani.
Scott West stóð á odda
fyri
átakinum
hjá
Sea
Shepherd í Taiji í Japan,
har altjóða fokus varð sett
á veiðuna eftir delfinum.
Tann søgan er eitt nú fortald
í filminum »The Cove«, sum
í 2010 fekk eina Oscar virðis
løn sum besti dokumentar
filmur. Nú standa Føroyar
fyri framman:
– Vit ætla at seta fult
fokus á Føroyar. Tað verður
gjørt av landi, úr sjónum og
úr luftini. Og boðskapurin
skal út til so mong, sum yvir
høvur tilber, sigur Scott West
við sannføring í røddini.
Við sær til Føroya hevur
Scott West 20 ára gomlu
dóttrina
Eloru,
danska
Sea Shepherd limin Lukas
Erichsen og so ein fjórða lim
í
felagsskapinum.
Skegg
vaksni maðurin vil bara
nevnast Jake, og hann ynskir
ikki at avmyndast til blaðið.
Teirra ørindi hesaferð
eru fyrst og fremst fyrireik
ingar. Tey hava koyrt runt
og hugt eftir hvalvágnum
kring landið, hava sæð hvala
støðina við Áir og fríggja
dagin vóru tey á fundi
við Peter Thaysen, chef
politiinspektør.
– Ja, hann var sera vinar
ligur og greiddi okkum frá,
hvussu reglurnar eru her í
Føroyum. Øll hesi praktisku
viðurskiftini, hvat man kann
og hvat man ikki kann, sigur
Scott West og leggur afturat:
– Eg eri jú sjálvur gamal
politistur, so vit fingu eitt
fínt prát. Eg skemtaði við, at
hann mátti keypa eyka nógv
inn av mati til brummuna
í summar, og hann svaraði
mær skemtiliga, at her í Før
oyum fingu fangar ikki mat.
Jú, tónin var góður, sigur
Scott West.
Átakið
Men
hóast
ovastin
fyri
politiið í Føroyum hevur
gjørt
hvalaverndarfelags
skapinum
púra
greitt,
hvørjar reglur eru galdandi í
Føroyum, so hevur boðskap
urin frá hesum myndugleika
trupult við at festa seg hjá
teimum fýra Sea Shepherd
fólkunum:
– Jú, hann greiddi okkum
frá reglunum. Og jú, vit lurt
aðu. Men vit søgdu ikki, at
vit ætla okkum at halda
hesar reglur. Vit geva eingi
slík lyfti, greiðir Scott West
frá.
Sambært
umhvørvis
manninum er linjan greið.
– Øll, sum vera við í
okkara átaki í Føroyum í
summar, fáa at vita, at her
er ein vandi fyri at verða
handtikin. Tí vit ætla at fara
rættuliga langt fyri at verja
grindahvalin,
sigur
Scott
West.
Sea
Shepherd
hevur
ætlanir um at savna millum
300 og 500 aktivistar, sum
sjálvboðin skulu vera við í
stríðnum fyri at verja grinda
hvalin móti føroyingum.
– Vit byrja okkara átak,
væntandi 11. juni, og ætla at
halda fram líka til oktober,
sigur Scott West.
Dótturin stendur fyri at
savna saman sjálvboðin til
uppgávuna.
– Tey flestu koma úr lond
um, ymsastaðni í Evropa.
Men vit rokna eisini við at
fáa nøkur úr Norðuramerika
og eisini úr Fjareystri, sigur
Elora West.
Arbeiðið at fáa aktivistar
nar til Føroya fer fram í løt
uni, og felagsskapurin fjalir
ikki fyri, at enn er nógv eftir
at gera. Eisini praktiskar
uppgávur, so sum at útvega
bústað til hesi fólkini, ið tó
neyvan øll verða í Føroyum í
senn, alt tíðarskeiðið frá juni
til oktober.
– Men tað hevur týdning
at vit eru mong í tali. Vit vita,
at 23 góðkendar hvalvágir
eru í Føroyum, og vit ætla
okkum at fylgja væl við á
øllum hesum 23 støðum. Tí
koma vit at hava fólk kring
alt landið, sigur Scott West
og heldur fram:
– Kemur ein grind, so ætla
Scott West (t.v.) og 20 ára gamla dótturin Elora West, bæði úr USA, og danski Lukas Erichsen
kanna umstøðurnar, nú Sea Shepherd fyrireikar sítt størsta átak í Føroyum nakrantíð.
Fjórði Sea Shepherd limurin í ferðalagnum ynskir ikki at koma við á mynd
Savnsmynd