Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 26. mars 2014 · Nr. 36 á Føroyar sea shepherd vit okkum at leggja uppí. Vit ætla okkum snøgt sagt at gera, hvat vit eru ment, fyri at verja grindahvalin. Vit hava bátar við okkum, vit ætla at órógva úr luftini og ann­ars brúka alla ta útgerð, sum vit yvirhøvur kunnu brúka til endamálið, sigur Scott West. Somuleiðis ætlar felags­skap­urin sær at dokumentera, hvussu før­ oyingar jagstra og drepa hesi djór, sum Scott West orðar seg. Sambært Sea Shepherd verður tað gjørt við live­ stream á netinum, við sjón­ banda­upptøkum, myndum og teksti. Bæði á heima­síð­ unum hjá Sea Shepherd og eisini á sosialum miðlum sum Facebook. – Søgan skal út til so mong fólk sum tilber, kring allan heimin. Tað fer ikki at bera til hjá tykkum at fjala eitt grindadráp fyri okkum, sigur Scott West. Tvær søgur Sea Shepherd hevur eina drúgva søgu, eisini í Føroy­ um, og umboðini fyri felags­ skapin tykjast eisini greið yvir, at felagsskapurin ikki er væl lýddur millum nógvar før­oy­ingar. Tað er tó ikki bara ræðu­ søgan um barbarisku føroy­ ingarnar, sum Sea Shepherd sambært sær sjálv­um er sinnað at fortelja um­heim­ inum. – Lat meg siga tað á tann hátt. Í summar fara vit at fortelja eina søgu úr Føroy­ um, og tað verður so upp til tykkum føroyingar at gera av, hvør søgan verður. Vit kunnu fortelja søguna um, hvussu tit føroyingar jagstra og drepa hesi djór á barbar­ iskan hátt. Og vit kunnu for­ telja søguna um hetta fan­ tast­iska oyggjalandið, har tit liva friðarliga og í samljóð við náttúruna, og har hvalurin fær frið, sigur Scott West. Sambært Scott West er tann seinna eisini ein søga, sum Sea Shepherd er sinnað at fortelja, um tað vísir seg at vera veruleikin frá juni til oktober, tá átakið »Faroe Islands – Grindstop 2014« fer fram. – Okkara endamál er at verja hvalin. So tí kanst tú siga, at vit vóna at okkara fólk fáa eitt friðarligt og »keðiligt« summar her í Føroy­um, har vit í staðin kunnu fortelja jaligar søgur um tykk­ara oyggjasamfelag, argu­menterar Scott West. Hesar síðstu dagarnar í Føroyum hevur móttøkan millum manna verið misjøvn. Saman­umtikið halda tey fýra seg tó hava fingið væl burturúr. – Jú, vit merkja væl, at summi fólk ikki hava so góðan hug at tosa við okkum. Men hinvegin eru onnur, sum fegin vilja práta, og so hava vit fingið eitt gott kjak um grinda­dráp burturúr. Vit eru kanska ikki samd, men vit vilja fegin tosa við fólk og føra okkara sjónarmið fram, sigur Scott West og dregur argu­mentið um dálkaða tvøstið og spikið fram: – Eg havi latið mær fortalt, at nógvar føroyskar familjur lata ikki síni børn eta grind, tí tað er skaðiligt fyri heilsuna. Og eisini havi eg latið mær fortalt, at nógvar kvinnur í burðar­dyggum aldri eta ikki grind. Hví skulu tit tá fram­haldandi drepa grind, tá tað enntá er skaðiligt sum manna­føði, spyr Scott West retoriskt. – Eg eri greiður yvir, at her er talan um part av tykkara søgu. Men gamlar traditiónir eru ikki av sær sjálvum góðar. Hvussu kann traditión brúk­ast sum argument fyri at geva tykkara børnum gift, argu­menterar Scott West og heldur fram: – Eg vildi ynskt, at tit í staðin kundu fingið út­lendsk ferðandi at komið henda­ vegin at hyggja eftir livandi hvali, sum svimur millum oyggjar­nar. Tað eru also pengar í at hyggja eftir hvali, argu­menterar Scott West og sipar umrøðu á National Geografic sum dømi um, hvussu hetta kann gerast ein nýggjur vinnuvegur. Scott West, dótturin Elora West, Lukas Erichsen og fjórði limurin Jake fóru av landinum í týsmorgunin. – Fyrireikingarnar halda fram, og vit vera aftur í Føroyum í juni, sigur Scott West. jonbrian@sosialurin.fo Sea Shepherd ætlar at fáa 300 til 500 sjálvbodnar aktivistar at taka lut í átakinum »Faroe Islands – Grindstop 2014« Myndir: Jón Brian Hvidtfeldt